Ferðslutrygdin í Føroyum er á einum vegamóti. Á fyrsta sinni var ferðslutrygdin við í eini løgmansrøðu, Vinnumálastýrið arbeiðir í løtuni við at fyrireika eitt álit, sum skal vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti á løgtingi um sonevndu 0-hugsjónina, og tað man vera langt síðani, at spurningurin um ferðslutrygd hevur verið so aktuellur sum nú.
Í Sosialinum herfyri varð nevnt, at tá tað snýr seg um ferðsluvanlukkur í Føroyum, so er einki áhugafelag - einki ?felag móti ferðsludeyða?! Eg fari at loyva mær tann pástand, at sammett við onnur lond verður rímiliga nógv gjørt við ferðslutrygdina í Føroyum. Men sjálvandi, vit kunnu altíð gera tað betri!
Lat okkum hyggja at dagsins borgara og byrja í barnagarðinum. Pedagogarnir gera eitt risa arbeiði at læra tey minstu um ferðslutrygd. Frá børnini eru 3 ára gomul og til tey fara í skúla, verða tey øll innlimað í Ferðsluring Barnanna, haðani tey fáa upplýsandi tilfar hvørt ár til tey fara í skúla. Fyrsta skúladag ger Ferðslutrygd eitt stórt arbeiði burturúr við upplýsing til lærarar, foreldur og børn, og haðani áleggur Fólkaskúlalógin lærarunum at taka yvir ferðslulæruna, sum er kravd lærugrein, og sum sambært endamálsorðingini skal geva næmingunum kunnleika um vandar og ferðslureglur.
Fyri at røkka øllum næmingum í fólkaskúlanum, skipaði Ferðslutrygd, saman við øðrum stovnum í 1996 fyri átakinum ?Betri fyrivarin enn eftirsnarin?, eisini nevnt ?F-dagarnar?. Ætlanin er at hetta tiltak skal vera afturvendandi 4. ella 5. hvørt ár. Síðani 1998 er skipan fingin í lag, sum inniber, at næmingar í 9. flokkunum hvørt ár fáa undirvísing um ferðslu, sum er samskipað av Ferðslutrygd, Løgregluni, Rúsdrekkaráðnum og Ambulansutænastuni. Tá tey ungu fáa aldur til prutlkoyrikort, fáa tey upplýsingartilfar frá Ferðslutrygd, og Bileftirlitið tekur yvir við teoretisku royndini. Og so taka koyrilærararnir og Bileftirlitið eisini yvir, tá bilkoyrikortið skal takast.
Afturat øllum hesum kemur tað arbeiðið, foreldur, foreldrafeløg, ítróttarfeløg, kommunurnar, landsverkfrøðingsstovnurin, tryggingarfeløgini, heilsusystrarnar, skótarnir og Meginfelag Teirra Brekaðu gera, umframt dagligu áminningarnar í fjølmiðlunum, har lesarin/lurtarin/hyggjarin at kalla sjálvur ásetur dagsskránna.
Hóast tað aldri tykist at vera nóg mikið, so tykist ikki, sum at frálæra vantar, hóast einki er so sjálvsagt, sum tað at hon kundi verðið betri. Skúlarnir kundu gjørt meira við frálæruna, koyrifrálæran kundi verðið betri, og almenna ferðslan kundi verðið betri - men neyvan bíligari. Og foreldur kundu verið minni líkasæl.
Ein hálkubreyt - ja, gamaní, men tey ivandi halda helst, at vit hava nóg langan vetur til tess at læra myrka- og hálkukoyring. Kappkoyringarbreyt? Flestu aðrastaðni tykjast tey bera ótta fyri, at nýtarar av hesi bera sína siðvenju av kappkoyringarbreytini út í ferðsluna. Náttarbussar? Jú, eitt einastandandi tiltak, sum helst hevur bjargað fleiri mannalívum - men gita um tað almenna stuðlar??
Størsti trupulleikin í ferðsluni í dag, er plaseringin av ábyrgdini. Hvør einstakur bilførari hevur ábyrgd av sær sjálvum og øðrum í ferðsluni. Framleiðarin av bilinum hevur ábyrgd. Bileftirlitið hevur ábyrgd av góðkenningini, eins og bilverkstaðið, sum umvældi bremsurnar ber ábyrgd av sínum arbeiði. Brýtur nakar álagdar lógir um ábyrgd, fellur hamarin. Tann stóri trupuleikin er ikki, at revsingin er ov lin - men at hamarin verður liggjandi, og revsingin fellur ov seint, og tí ikki hevur ta fyribyrgjandi ávirkan, hon eigur at hava.
Hin parturin av sama máli er, at einstakir partar av ferðsluni eru frítiknir fyri ábyrgd. Undir øllum vanligum umstøðum krevja vit av eini framleiðslu, at hon lýkur nøkur krøv, at hon er trygg og at vit fáa eina ávísa ?garanti?. Men tá vit fáa leverað ein kommunalan ella almennan vegastubba, so klippur onkur velafrakki snórin - og ger so væl! Tá vanligi borgarin seinni ger vart við, at latna framleiðslan ikki svarar trygdarkrøvunum, er svarið altíð tað sama: Eingin peningur er játtaður til aðrar/nýggjar íløgur! Krøvini um, at broytingar skulu gerast, so at sama vanlukka ikki skal henda aftur á sama stað, drukna í umberingum um raðfestar íløgur, sum ikki taka hædd fyri trygdini.
Og tað er hetta, 0-hugsjónin í mestan mun snýr seg um - hetta, at vegakervið skal gerast so trygt, at eingin skal lata lív ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Og talan er sanniliga um víðgongdar loysnir, hóast tær kunnu tykjast smáar. At gera miðøksl á ein veg fyri at forða fyri at bilar kunnu renna frontalt saman, ella at gera trongar/slúsur/ferðsluforðingar, so ferðin má setast niður, at seta upp bilverjur o.s.fr. - tað kostar sjálvandi, men kostnaðurin líkasum missir týdningin í samanberingini.
Nú varð sagt, at mannalív ikki kunnu gerast upp í peningi. Tað kunnu tey. Eitt oyðilagt mannalív eftir norðurlendskum meti kostar samfelagnum umleið 18 miljónir krónur í meðal í ó- og beinleiðis kostnaði, mistari inntøku, mistum lívsvirði o.s.fr. (Smb. Transportøkonomisk Institutt).
0-hugsjónin snýr seg um, at vit flyta ta ferðslutrygd, vit royna at halda í hevd fyri okkara egnu húsfólk, út á vegirnar. Eru vit øll við í hesum arbeiði, so verður talan um størsta felag nakrantíð móti ferðsludeyða.
Í arbeiðsbólkinum, sum fyrireikar aðalorðaskiftið á løgtingi eru Landsverkfrøðingurin, kommunufeløgini, Bileftirlitið, løgreglan, Ferðslutrygd, Koyrilærarafelagið og Vinnumálastýrið.