Rapp, guitarsoloir, trummusoloir, klappan og rópan. Einki av hesum er gerandiskostur í Vesturkirkjuni og heldur ikki nakrari aðrari kirkju í Føroyum. Men hetta var veruleiki undir guðstæanstuni í Vesturkirkjuni týskvøldið.
Talan var um eina ungdómsguðstænastu, sum sóknarprestarnir báðir, Bergur Debes Joensen og Heri Jógvan Joensen skipaðu fyri. Teir halda tað nevniliga vera ein týdningarmiklan part av prestakallinum at vera um ungdómin, og tískil skipaðu teir fyri hesi megnar ungdómsguðstænastu, har væl umtókta og væl ljóðandi kórið, United Voices hugnaði um og setti lív í við vøkrum sangi.
Saman um felagsnevnaran
Kiekjan var full - stúgvandi full - av bæði ungum og eldri. Talan var um eini 1.000 til 1.200 fólk, ið ikki bert hoyrdu til kirkjuna, men til ymiskar samkomur, ið allar tó hava ein felagsnevnara, Jesus Kristus.
Tað var eisini hetta, ið var evnið í prædikuni hjá Hera Jógvan Joensen. Hann tosaði um týdningin av at vera saman um Jesus, ið er felagsnevnarin hjá okkum øllum.
? Í bíblinuni hoyra vit um Jesus Kristus, og tað er fyri heiðra honum prísa honum, at vit eru saman her í kvøld. Meðan vit prísa honum, eru vit eitt í honum, og hendan einleikan leggur Paulus apostul sera stóran dent á. Vit kunnu vera eitt í Kristusi, sjálvt um vit ikki neyðturviliga eru eins.
? Tá vit gingu í barnaskúla, lærdu vit at rokna út líkningar, og tá lærdu vit at finna ein felagsnevnara fyri ymisku ólíkningarnar. Í kvøld eru vit saman um okkara felagsnevnara, Jesus Kristus.
? í Guðstænastuni læra vit at finna felagsnevnaran, ella rættari - hann finnir okkum, ólíkatølini. Og hesin felagsnevnarin er so stórur, at í honum ganga vit upp í eina hægri eind.
Presturin legði dent á, at hóast fólk savnast í ymiskum samkomum, so er Jesus felagsnevnarin fyri øll.
Leggið beinini til síðis
Heri Joensen nevndi í hesum sama sambandinum William Boot, ið á sinni stovnaði Frelsunarherin. Hesin segði einaferð, at hann las bíbliuna, sum hann át fisk. Hann át fiskin og legði beinini til síðis.
Presturin gjørdi heilt greitt, at hann í hesum førinum meinti, at bíblian ikki skal brúkast til at finna ósemjur um ymisk mál, men tvørturímóti til uppbyggjanar.
? Tíverri eru tað ofta beinini, sum kristin fólk eru ósamd um, og so gloyma tey at eta fiskin. Bíblian talar meira um einleikan. Hetta, at vit eru eitt í Kristus, at vit lovsyngja honum í felagsskapi, sum her í kvøld. Og hetta styrkir okkum í felagsnevnaranum, Jesusi Kristi.
Skemtilig innsløg
Hvørki Heri Jógvan Joensen ella Bergur Debes Joensen vóru bangnir fyri at krydda ungdómsguðstænastuna við skemtiligum innsløgum, so áhoyrararnir kendu seg væl og viðhvørt var kirkjurúmið fylt av spruttandi látri og lívi. Til dømis tá Heri í prædikuni greiddi frá um tá Stanley á sinni fór til Afrika at leita eftir Dr. Livingstone. Við sær hevði hann 100 kilo av bókum, harímillum Bíbliuna. Hetta helt presturin vera ógvuliga tungt, tá presturin sjálvur ikki viðgaði meira enn 84 kilo - men spurningurin var, um øll túðu hesum.
Eisini Bergur Debes Joensen kom við skemtiligum viðmerkingum, og hótti hann við at gera dupulta saltomotalu, so glaður var hann fyri sangin frá United Voices, men hann lat vera, tí hann var í prestakjóla.
Nei, kirkjan er ikki deyð, hóast harmiligt stíð hevur merkt hana seinastu tíðina?