forsætisráðharrin at hitta umboð fyri Føroyar. Á samkomuni varð tosað um mangt og hvat. Hann tosaði um tann neyðuga dialogin, um at báðir partar eru ærligir yvir fyri hvørjum øðrum - ?om at have gensidig respekt [...] Ráðstevna Talan er annars um at skipa fyri eini ráðstevnu, tá Heimastýrislógin hevur føðingardag og í hesum sambandi sær løgmaður fegin, at serfrøðingar oo. fara at halda fyrilestrar um hetta tíðarskeiðið. Har [...] verið, at danir tóku til eftirtektar, at bankamál hoyra undir danska lóggávu, og átti staturin tí eisini at tikið sær ábyrgdina av bankamálinum. Hann heldur fyri, at vit føroyingar áttu tí ongantíð at skrivað
Annað umfar í liðkappingini í talvi hevði við sær, at liðið hjá Kollafjarða Talvfelag styrkti um sína støðu í oddinum í 1. deild. Havnin er framvegis beint í hølunum á Kollafirði, men klaksvíkingar, sum [...] aftanfyri tey bæði oddaliðini, teir hava fimm stig. Toftir og Havnin fremst í 2. deild Í 2. deild gongur javnt á, og eftir næsta umfar, liggja Havnin 1 og Toftir lið um lið í oddinum. Toftir og Havnin 2 [...] fremstir, og í unglingadeildini hava bæði Havnin og Klaksvík 1 4 stig. Triðja umfarið í liðkappingini verður komandi vikuskiftið. Í 1. deild fara Havnin og Klaksvík 1 at telva mest spennandi dystin hesaferð
tosaðu nógv um ES og har eru vit so fult og heilt samdir um, at vit skulu vera uttan fyri ES. Men tó so at vit eiga at hava eina sokallaða ?berøringsflatu? við ES, soleiðis at vit í Útnorði kunnu hava ein fyrimun [...] hjá grønlendingum at fáa danir at fíggja eina umvæling av mongum av teimum bygningum o.ø. , sum danir hava verið við til at byggja frá fyrstan tíð. -Vit tosaðu eisini nógv um tær báðar ymisku skipaninar [...] umhvørvisøkinum. Umboðini fyri báðar javnaðarflokkarnar vóru samd um at menna samstarvið í Útnorði, soleiðis at vit í framtíðini koma at standa enn sterkari saman. -Tað besta forum at menna samstarvið haldi eg
brigdi av einum ynski og eini vón um, at ein øðrvísi tilvera má finnast. At tað má bera til at liva uttan at gerast partur av einum meldri av ákoyrandi slúkni ella at ana, krógvaður til viks frá tilverunnar [...] skulu basa vaktarskermunum. Skóleysi »Seinasta ferðin hjá Concordiu« er um at hava ein vinmann og at missa hann, og kortini hava hann hjá tær alt lívið. Leikur fer fram á bygd árini eftir Seinna Veral [...] Tittulin »Deyðans kossur« sipar til, at hann, tá ið hann fer frá einum sjúklingi, mussar hendan á pannuna, men bert um teir hava verið fíggindar. Her er ein greið ábending um mafiu og cosa nostra. Seinni verður
Sjálvur kom eg at kenna Bjarna í 1970, og gjørdist hann seinni verfaðir mín og abbi at okkara børnum. Tá ein situr og hugleiðir um lívið hjá einum menniskja, so vil tað eyðvita verða so, at tað eru ávís [...] teimum. Hesa umsorgan hava vit øll merkt, og serliga mugu tað vera hansar abbabørn, sum í dag kunnu takka fyri, at tey hava átt ein so umsorgsfullan abba. Bjarni átti ikki lut í at vera sjálvsøkin. Hann [...] politiski boðskapur altíð serstakliga týðiligur. Tað var boðskapurin um at virka fyri at stuðla teimum veiku í samfelagnum. Tað var ein boðskapur um umsorgan, sum eisini var hansara egni fremsti lærusetningur,
leiðari í smærri og meðalstórum virkjum man ofta hava ásannað, hvussu trupult tað er at fáa tíð at hugsa framtíðarætlanir. At leggja miðvísar ætlanir um, hvussu virksemið skal mennast, hvar framtíðarkósin [...] hesi skuldu útinnast í verki. Virkir og fyritøkur, sum hava vilja og ynski um at vaksa og sum skulu kappast í einari støðugt herdari kapping, mugu hava dugnaligar nevndir, sum stuðla og ráðgeva eini dugnaligari [...] har ein fjarskiftisskipan við ljóð- og myndasambandi báðar vegir verður sett upp í Tvøroyrar Klubba, soleiðis at áhugaðir suðuroyingar hava høvi til at vera við á fundinum og eisini gera viðmerkingar og
tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina [...] av taxasjaførum, ið allir vildu hava okkum at koma við júst tí og tí bilinum. Hetta kemst av, at teir hava avtalur við hotellini um at fáa ómaksløn, »commiss-ion«, fyri at koyra ferðafólk hagar. Vit fóru [...] ringum standi, og tey flestu hava ongantíð havt rútar í vind-eygunum. Tá hugsað verður um, at her gerst rættiliga kalt um veturin, er tað ikki stuttligt at ímynda sær. Vit hava eisini verið inni hjá einum
Klokkan 15 fer Hanus Johansen at syngja og klokkan 17 fer dansifelagið ?Dansið við³ at vísa fram útlendskan fólkatónleik. Og klokkan 20.30 fer musikskúlaorkestrið at spæla. Báðar dagarnar gongur jólamaðurin [...] klokkan 19 fer Regin Jacobsen at spæla harmoniku, og klokkan 18 fer Hanus Johansen at syngja. Í morgin letur stevnan upp klokkan 14 og klokkan 21 fer Heri Joensen, prestur, at enda hana við nøkrum orðum. [...] øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið varð onkur bilur seldur. Ein annar handil sigur, at hann beinanvegin seldi fyri helvtina av
avgjørt hansara fatan, at tær ymsu ráðharrastovurnar fóru at nokta teimum skjøl í eini roynd at forða fyri, at upplýsingar komu fram. Vit hava verið noyddir at klaga og tann vegin hava vit fingið nøkur skjøl [...] Eg haldi, at orsøkin til, at tær ymsu ráðaharrastovurnar fóru at halda aftur, hevði samband við, at avdúkingarnar byrjaðu at koma í Jyllandspostinum og í sjónvarpinum. Høgni Hoydal sigur, at tað er avgjørt [...] Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella, um vit vildu hava tey um ríkisumboðið. Men vælvildin vardi ikki leingi. Tí tveir dagar seinnni ringdi ein skrivstovustjóri og boðaðu frá, at vit fingu ongi skjøl
krónum við at spæla fótbólt, teir eru fyrimyndir hjá túsundtals ungfólki og teir eru so nógv frammi í fjølmiðlum, at teir valla fáa flutt seg uttan at tað kemur í bløðini. Tað er nakað heilt serligt at verða [...] hevur till uppgávu at taka sær av útlendsku spælarunum hjá Liverpool. Hann skal syrgja fyri, at teir falla til í felagnum og í býnum, at øll praktisk viðurskifti eru í lagi, og hava útlendsku spælararnir [...] dystir og annars syrgdi fyri, at uppihalidð í enska felagnum gekk uppá stás. ? Tað var heilt ótrúgligt at uppliva blíðskapin hjá Liverpool, og tað er til at undrast á, at teir vilja avseta nógva tíð og