Kollafjørður á odda í talvkappingini

Talv: Meistaraliðið úr Klaksvík misti hálvtannað stig í mun til oddaliðini Kollafjørður og Havnina í vikuskiftinum

Annað umfar í liðkappingini í talvi hevði við sær, at liðið hjá Kollafjarða Talvfelag styrkti um sína støðu í oddinum í 1. deild.

Havnin er framvegis beint í hølunum á Kollafirði, men klaksvíkingar, sum bert fingu javnt sunnudagin, mistu hálvtannað stig samanborið við bæði Kollafjørð og Havnina.

Í hinum endanum styrkti Streymur um sína støðu. Teir lógu aftast eftir fyrsta umfarið, men frá einum avsmurningi í fyrsta umfari fóru teir til javnleik móti føroyameistarunum í øðrum umfari, og tað er væl leiðin fram.

Eingi av teimum trý liðunum, sum vunnu í fyrsta umfari, hittust í øðrum umfari, og av teimum sum taptu, var tað bert Streymur, sum fekk betri úrslit hetta vikuskiftið.


Streymur

menti seg

Tveir dystir vóru í Klaksvík sunnudagin. Klaksvíkar Talvfelag hevur tvey lið í 1. deild, og teir høvdu ávíkavist Streym og Havnina á vitjan. Meistaraliðið, KTF1, telvaði móti Streymi, og har kláraðu teir úr Sundalagnum at fáa javnleik.

Rani Nolsøe var ikki við hjá klaksvíkingum hesaferð, og tí telvaði Ólavur Simonsen á fyrsta borði. Hann hevði Finnbjørn Zachariasen yvirfyri sær, og tvídysturin millum teir endaði við remis. Á øðrum borði vann Martin Brekká á Steintór Rasmussen.

Haldur Suni Johansen og Sámal Christiansen, sum var nýggjur á liðnum hjá Streymi, telvaði javnt á triðja borði, og javni dysturin endaði við, at Terji Petersen, sum var nýggjur á liðnum hjá klaksvíkingum, vann á Bergi Magnussen, sum fekk einasta stigið hjá Streymi í fyrsta umfari.

Samanlagt gjørdist tað til javnleik 2-2, og tað mundi ivaleyst passa gestunum nakað betri enn vertunum.


Havnin og Kollafjørður vunnu

Hin dysturin í Klaksvík endaði við sigri til havnamenn, sum vunnu við hálvumfjórða stigi móti hálvum. Stigið, sum klaksvíkingar fingu, fingu teir á fjórða borði, har Símun Petur Anthoniussen fekk javnt móti Suna Merkistein. Hvørgin av hesum báðum telvaði í 1. deild í fyrsta umfari.

Havnarmenninir, sum vunnu, vóru Torben Ø. Johansen, Flóvin Tór Næss og Carl Eli Nolsøe Samuelsen.

Í Vestmanna var dystur millum vestmenningar og Kollafjørð, og tað endaði við greiðum sigri til gestirnir. John Rødgaard var ikki við hjá vestmenningum, og tí gjørdist tað ikki til dyst millum teir báðar altjóða meistaranar í kappingini, John Rødgaard og Tigar H. Persson, sum telvar á fyrsta borði hjá kollfirðingum.

Vestmanna fekk bert eitt hálvt stig burtur úr dystinum, og tað fingu teir á triðja borði, har Niels O. Djurhuus fekk javnt móti Bernhard Thomsen. Annars vunnu Tigar H. Persson, Torbjørn Thomsen og Poul Martin Hansen síni talv.

Við sigrinum helt Kollafjørður fast um sína oddastøðu í deildini, teir eru fremst við sjey stigum, og hálvt stig aftanfyri kemur so Havnin. Klaksvíkingar eru framvegis á triðja plássi, men teir eru nakað aftanfyri tey bæði oddaliðini, teir hava fimm stig.


Toftir og Havnin fremst í 2. deild

Í 2. deild gongur javnt á, og eftir næsta umfar, liggja Havnin 1 og Toftir lið um lið í oddinum. Toftir og Havnin 2 talvaðu javnt sunnudagin, og tá Havnin 1 vann 3-1 á Kollafirði togaðu teir seg inn á oddaliðið. Gøta, sum tapt í fyrsta umfari, vann hesaferð 3-1 á Kollafirði 1.

Í 3. deild er kappingin í tveimum. Í 3. deild A er Sandavágur á odda og í 3. deild B eru Klaksvík 1 og Havnin á odda. Hjá dreingjunum eru kollfirðingar fremstir, og í unglingadeildini hava bæði Havnin og Klaksvík 1 4 stig.

Triðja umfarið í liðkappingini verður komandi vikuskiftið. Í 1. deild fara Havnin og Klaksvík 1 at telva mest spennandi dystin hesaferð. Kollafjørður fær vitjan av Klaksvík 2, og seinasti dysturin verður millum Streym og Vestmanna.