svimja. Svimjingin er ikki tíðaravmarkað, og fyri eitt atgongumerki kanst tú svimja 10 tímar, hevur tú hug til tess. Veðrið í tí góða lagnum, klárviðrað og sól. Seinnapartin um 5- tíðina fóru vit gonguferð [...] veggi, men ymiskt var við dirvinum. Hava í morgun verið og sæð nýtt, nýmótans virki her í býnum. Hetta er silda, loðnu og feskfiskahús, sum Sildavinnslan eigur. Alt er í arbeiðshædd og nýggja tøknin lættir [...] til Føroya fyrst í septembur. Heimferðadagurin Í morgun er frískur, kaldligur vindur og komin upp í hæddir, sóu vit nýlagstan kava. Onkusstaðni var eisini krapi á vegnum. Illa regnaði í Seyðisfirði, men
fólki frá muninum í millum búskapin í Íslandi og Føroyum. Tað verður ov rúgvusmikið at taka alt framm her, men ein grundleggjandi munur, sum stingur teg í eyguni dagin eftir, at tú hevur sett fótin á íslendska [...] skal gjalda so stórt undirskot fyri fiskivinnuna ár um ár. Eg havi ongastaðir í øllum heiminum sæð nakra høvuðsvinnu, sum í orðsins rætta týdningi er høvuðsvinna, geva hall, av tí einfaldu orsøk, at hon [...] pengar um hendi. Men nú hevur samfelagið og tann einstaki pengar, so høvuðsvinnan má geva yvirskot. Einfaldari kann hetta neyvan sigast. Eg skal spara tykkum fyri at fara í dýbdina í veruleika, tað kann onkur
størri og smærri. Og savnar tú fimm pappskivar, sum sýna Ker-ísslagið, og sendur FÓM tað, saman við 20 krónum, so fært tú sendandi ein kepp har KER merkið stendur á Savnar tú 7 pappskivar, og sendir Fóm [...] ísin. Dinosaurar, »prikkutir hundar« og mangt annað gott verður brúkt í kappingini. Tað er fíggjarliga óforsvarligt hjá Fóm, at fara inn í eina tílíka kapping, serliga tí at útgerðin til slíka ísframleiðslu [...] slíkum, á einum so lítlum marknaði, sum tí føroyska. Hetta hava teir langt síðani sæð hjá Fóm, og teir hava tí lagt orkuna í at halda fast um góðskuna og at bjóða aðrar ísar, sum eru vælsmakkandi og sum
gongur upp í sín leiklut, at tú hevur hug at blunda og lata oyruni aftur. Hilmar Joensen er líkur einum gangakalli í sínum verumáta og bragdliga spæli. Hann er royndur sjónleikari, og hevur skálkin bak [...] einsamallir í verðini. Sonurin møsnaði um at stinga eyðuni út úr hvørjari livandi veru, og hann dugdi allar eiðirnar o.s.fr., sigur Jóhanna. Hon helt, at sonurin hevur illar andar í sær. Tí fór hon oman í ánna [...] honum. Í tí hon ger tað, hyggur sonurin uppá mammuna, og hon sær deyðsóttan í eygum hansara. Tá kom Jóhanna í tankar um ein ísklump, sum sonurin ein dagin hevði givið henni, við einum ísblomstri í, við mjúkum
gongur upp í sín leiklut, at tú hevur hug at blunda og lata oyruni aftur. Hilmar Joensen er líkur einum gangakalli í sínum verumáta og bragdliga spæli. Hann er royndur sjónleikari, og hevur skálkin bak [...] einsamallir í verðini. Sonurin møsnaði um at stinga eyðuni út úr hvørjari livandi veru, og hann dugdi allar eiðirnar o.s.fr., sigur Jóhanna. Hon helt, at sonurin hevur illar andar í sær. Tí fór hon oman í ánna [...] honum. Í tí hon ger tað, hyggur sonurin uppá mammuna, og hon sær deyðsóttan í eygum hansara. Tá kom Jóhanna í tankar um ein ísklump, sum sonurin ein dagin hevði givið henni, við einum ísblomstri í, við mjúkum
men borgir. Í løtuni líkist støðan í Írlandi ikki sørt støðuni í Føroyum fyri góðum tíggju árum síðani. Halda málið viðlíka Tað búgva góðar tríggjar milliónir fólk í Írlandi. Triðingurin býr í høvuðsstaðnum [...] tey giftust og búsettust í Vági. Í august 1950 fluttu tey til Dublin og hava síðan búð har í 50 ár. Vit tosa føroyskt. Hóast Tina sum at kalla einsamallur føroyingur hevur búð í Dublin øll hesi árini, er [...] Stóru millumtjóða fyritøkurnar hava gjørt stórar íløgur í verksmiðjur í Írlandi, og tað sæst nú aftur. Nógva virksemið hevur eisini ávirkað landbúnaðin í Írlandi. Hann blómar sum ongantíð fyrr, og bøndurnir
her í 2005, meðan tosa verður um alheimsgerðing og samstarv ímillum lond og fólk, enn skulu dragast við slíkt snævurskygni, ið pennur tín leggur fyri dagin í grein tíni í Sosialinum 5 apríl 2005. Tú brúkar [...] Petersen, í lesarabrævi sínum fyrr í hesum árinum, tosar positivt um Almanna-og Heilsuatstøðingarnar, men í tí førinum kann ein bara fegnast yvir, at hon tosar út frá teimum royndum, ið hon hevur frá arbeiði [...] pástandir tínir á? Er hettar tín perónliga meining, ella umboðar tú ein heilan fakbólk? Okkara fakbólkur hevur ongantíð sæð seg sjálvan sum smáðar sjúkrasystrar, orsaka sjúkrarøktarfrøðingar, og hava ongan
, sum hevur verið virkin í einum øðrum flokki og í landsstýrinum, nú ynskir at blíva partur av Javnaðarflokkinum? -Tað er ein sera løgin støða at koma í, eisini sum floksformaður. Tí hann hevur væl altíð [...] automatiskt valevni -Helena hevur meldað seg inn og goldið limagjald. Í grein í Dimmalætting verður skrivað, at er man komin upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, so hevur man frítt pass inn á valevnislistan [...] nú hon hevur meldað seg inn í flokkin sigur Jóannes Eidesgaard, at fer hon upp í flokkin, so vil tað vera ein avleiðing, at hon eisini verður partur av tingbólkinum. Tú hevur ikki eitt javnaðarfólk, sum
var óhugsandi í Føroyum tá mitt í 90unum. Dámdi tær rock, kundi tú ikki vera trúgvandi. Vart tú trúgvandi, skuldi tú ikki vága tær at lurta eftir rocki. Blandaði tú tingini saman, var tað í besta føri 2 [...] feilar, og at bólkurin hevur rættiliga nógv at hava tað í. Nýggja fløgan hjá I AM, sum kom út í vetur, varð alt fyri eitt skýrd "uttan iva dygdarbesta føroyska fløguútgávan í ár" og hevur selt sera væl. Tvey [...] ðini komu teir í prát við sangaran í kenda svenska bólkinum Narnia, sum hevur góð sambond í Japan, og sjálvur trýr uppá møguleikarnar hjá I AM har. Og sum skilst, er hesin longu farin í gongd við at m
og undirvísa teimum í heilsu, reinføri, barnapleygu, kost, Aids, o.a. Ein partur av peninginum til hettar sentrið varp innsavnað í DK í mai í ár. Vit takka Sosialinum fyri innivist í blaðið tykkara! Og [...] sum vitjaði okkum í tríggjar mánaðir. Úr Tórshavn til Nakuru Vit fóru úr Danmark. 8. januar í ár til Nakuru sum er 4. størsti býur í Kenya við umleið 1 millión íbúgvum. Vit høvdu verið í býnum seks mánaðir [...] ein stórbý í Europa, men ikki hava vit koyrt leingi, fyrrenn vit koma til fátækraøkini, sum liggja uttan fyri býin, har fólk búgva í holum, undir plastikki, í moldhúsum, meðan onnur liva í og rundan um