Ímóti fávitskuni stríðast sjálvt gudarnir til fánýtis

Michael Dalbø
Almanna- og heilsuatstøðingur
?????
Tað er ikki sørt ræðandi, at vit her í 2005, meðan tosa verður um alheimsgerðing og samstarv ímillum lond og fólk, enn skulu dragast við slíkt snævurskygni, ið pennur tín leggur fyri dagin í grein tíni í Sosialinum 5 apríl 2005.
Tú brúkar umleið 500 cm2, at greiða frá øllum teimum vanlukkum, ið fara at standast av, um aðrir fakbólkar enn tín egni, í hesum føri standa almanna- og heilsuatstøðimgarnir fyri skotum, fara at fáa møguleikan at vísa sín førleika og kunnleika í praksis.
Hvat grundarlag byggja pástandir tínir á?
Er hettar tín perónliga meining, ella umboðar tú ein heilan fakbólk?
Okkara fakbólkur hevur ongantíð sæð seg sjálvan sum smáðar sjúkrasystrar, orsaka sjúkrarøktarfrøðingar, og hava ongan trupulleika við at vísa okkara førleika, eins væl og verða greið yvir tær avmarkingar, ið náttúrliga liggja í útbúgvingini.
Sjálvur havi eg ongan trupulleika við at samstarva við aðrar fakbólkar, heldur ikki sj.r.frøðingar, og meti heldur ikki, at tey hava nakran trupulleika í samstarvinum við meg og mínar líkar. Hevur ein onkuntíð uppliva eitt sindur av skep-sis, kemst hettar sum oftast av manglandi kunning og vitan um útbúgving okkara.
Meti heldur ikki, at nakar av okkum nýtist at óttast, at verða trokaður av teimum plássum, ið vit sita á í heilsuverkinum; heldur skuldi orkan verið nýtt til at ment eitt burðadýgt samstarv, ið sjálvandi fevnir um alt heilsuverkið, hvarí vit stuðla hvørjum øðrum, heldur enn at niðurgerða og villleiða.
Møguliga er tað follið tær fyri bróstið, at Inga Lovisa Petersen, í lesarabrævi sínum fyrr í hesum árinum, tosar positivt um Almanna-og Heilsuatstøðingarnar, men í tí førinum kann ein bara fegnast yvir, at hon tosar út frá teimum royndum, ið hon hevur frá arbeiði sínum sum sjúkra-røktarfrøðingur.
Ein sannroynd er, at eingin kann forða menningn, framburðið og nýhugsan, tá ið tíðin er búgvin til tess, men vit kunnu øll verða við til at skapa og ávirka.
Tað er jú grundarsteinurin í einum demokratiskum samfelagið.