Ísakøld Ker-ligheit

»Mánadagin 30. mars fær hetta orðið eina nýggja merking«. Soleiðis, ella nakað í tann rætning, segði lýsingin í sjónvarpinum. Í dag var so dagurin upprunnin tá avdúkingin skuldi fara fram og aftanfyri navnið goymir seg ein nýggjur ísur frá Fóm

Tað er hørð kapping á føroyska ísmarknaðinum og hon harðnar fyri hvønn dag sum gongur.

Hetta hava teir staðfest hjá Fóm, og tí gera teir alt fyri at finna nýggjar leiðir fyri at halda fast í kundarnar.

Tað eru nógv ár síðan Fóm byrjaði at gera ísar, og tað vísti seg rættiliga skjótt, at føroyingum dámdi væl teir føroysku ísarnar.

Kappingarneytarnir hjá føroyska framleiðaranum fingu at føla, at ísur til føroyskar gómar, skal verða av røttum slag, og her má sigast at Fóm rakti seymin á høvdið.

Sum nevnt er kappingin hørð og uppfinnsemi er stórt, tá kundarnir, serliga børnini, skulu lokkast at keypa júst tann rætta ísin.

Dinosaurar, »prikkutir hundar« og mangt annað gott verður brúkt í kappingini.

Tað er fíggjarliga óforsvarligt hjá Fóm, at fara inn í eina tílíka kapping, serliga tí at útgerðin til slíka ísframleiðslu er sera kostnaðarmikil, og tað er spunringur hvussu nógv ein fyritøka fær burturúr slíkum, á einum so lítlum marknaði, sum tí føroyska.

Hetta hava teir langt síðani sæð hjá Fóm, og teir hava tí lagt orkuna í at halda fast um góðskuna og at bjóða aðrar ísar, sum eru vælsmakkandi og sum samstundis eisini eru spennandi.

Og vælsmakkandi er hann, tann nýggi ísurin, tað kann tygara útsendi geva sítt orð fyri.

Hugskotið aftanfyri Ker er amerikanskt, eins og ísurin sjálvur upprunaliga er úr Amerika.

Hann skal etast úr bikari við skeið, og hann fæst í so nógvum sløgum, at har er okkurt til einhvønn smakk

Tí hann fæst nevniliga við marsipan-, nougat-, sjokulátu-, peru- ella jarðberjasmakki.


Savna lok

og fá ein lut

Tá ísurin er etin, so hevur Fóm ikki ætlað sær at lokini skulu blakast burtur.

Teir hava nevniliga latið gera keppar og t-troyggjur, bæði til størri og smærri.

Og savnar tú fimm pappskivar, sum sýna Ker-ísslagið, og sendur FÓM tað, saman við 20 krónum, so fært tú sendandi ein kepp har KER merkið stendur á

Savnar tú 7 pappskivar, og sendir Fóm tær saman við 32 krónum, so fært tú eina T-troyggju.

Í lokunum liggur eisini eitt klisturmerki sum eisini skal brúkast til nakað ávíst.

Tí samstundis við at hesin nýggi ísurin nú kann fáast til keyps hava Fóm og MBM latið gera ein lítlan bókling um mjólkina.

Bóklingurin er um ein drong, sum er áhugaður at vita hvaðani mjólkin kemur, og síðani fær hann alla frágreiðingina. Frá tí at mjólkin kemur úr kúnni til hon endar sum mjólk og ísur.

Tá ein hyggur í henda bókling, so sæst, at alt ikki er sum tað skal á myndunum, og har eru nakrir berir blettir.

Og tað er heldur ikki uttan orsøk, tí í lokunum til henda nýggja ís liggur eitt klistrimerki og tað er ætlanin, at børnini skulu »samlað uppá tey«

So tað er gjørt nógv burturúr nýggja ísinum, so at hann fangar tey røttu - og tey eru børnini.


30 tons av pinnaísum

Árni Svartafoss, stjóri á Fóm letur væl at gongdini hjá virkinum.

Har starvast fýra fólk, og tey selja umleið 600.000 pinnaísar um árið.

Siga vit, at ein ísur vigar uml. 50 gram, so merkir tað, at tey gera 30 tons av ísi til føroyingar, og tað er ikki so lítið.

Stjórin vil ikki út við umsetningstølum, men siga vit, at ein ísur kostar 8 krónur, so selja teir fyri uml. 5 mió. kr. bara í pinnaísum.

Afturat øllum hesum koma so íslagkøkurnar og annað.

Árni Svartafoss letur tí væl at umstøðunum

? Kappingin er hørð, men vit eiga uml. 80 prosent av marknaðinum, so tað er ikki so galið.

? Vit mugu bara syrgja fyri at halda fast við tað, og hetta er okkara mátið at gera tað uppá. Við at økja um »produktsortimenti«.

Tað starvast í løtuni fýra fólk hjá Fóm.

Árni Svartafoss sigur, at tað er eitt sindur skiftandi, alt eftir hvussu nógv er at gera, men hesi fýra eru minimum.

? Vit plaga at hava nøkur afturat okkum, tá brúk er fyri tí.

Fóm selur í løtuni bara á tí føroyska marknaðinum, men fer eftir hvat skilst at royna seg aðrastaðni við, men tað krevur sítt.

Í londunum kring okkum er verjutollur á nógvum innflutningi, serliga á vørum sum kappast við egna framleiðslu.

Men hóast hetta, so hættir Fóm sær undir kapping, og longu í næsta mánað ætla teir sær inn á tann íslendska marknaðin.

Tað verður spennandi at síggja hvussu tað fer at gangast, og vit ynskja teimum góða eydnu við royndunum