Orð og myndir:
Edvard Joensen
Tað gongur so væl í Írlandi í løtuni, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr. Ov mikið er av arbeiði til allar hendur, so neyðugt er at flyta inn arbeiðsmegi aðrastaðni frá. Og fólk hava ókendar mongdir av pengum um hendur.
Útflutningurin setir met. Eitt nú elektroniskir komponentar og landbúnðarvørur eru vørur, sum Írland er stórframleiðari av. Til dømis er Írland farið fram um lond sum Korea og Taiwan, tá tosað verður um framleiðslu av elektroniskum smálutum til eitt nú telduvinnuna.
Stóru millumtjóða fyritøkurnar hava gjørt stórar íløgur í verksmiðjur í Írlandi, og tað sæst nú aftur.
Nógva virksemið hevur eisini ávirkað landbúnaðin í Írlandi. Hann blómar sum ongantíð fyrr, og bøndurnir flyta út landbúnaðarvørur fyri nógvar pengar. Ein grund er, at írska pundið er lækkað í virði í mun til annan valuta, og tí verður bíligt at keypa írskar vørur uttanlands. Tað ger aftur, at til ber at flyta út næstan hvat sum helst. Bøndurnir fáa nógvar pengar og byggja sær ikki hús, men borgir.
Í løtuni líkist støðan í Írlandi ikki sørt støðuni í Føroyum fyri góðum tíggju árum síðani.
Halda málið viðlíka
Tað búgva góðar tríggjar milliónir fólk í Írlandi. Triðingurin býr í høvuðsstaðnum, Dublin. Tvey teirra eru hjúnini Tina og Pat King, sum Sosialurin hitti í Dublin um dagarnar. Tey eru bæði pensionistar. Reiðiliga farin um tey 70 árini.
Tina King er ættað úr Vági. Sum fleiri aðrar føroyskar gentur hitti hon ein hermann undir krígnum, og tey giftust og búsettust í Vági. Í august 1950 fluttu tey til Dublin og hava síðan búð har í 50 ár.
Vit tosa føroyskt. Hóast Tina sum at kalla einsamallur føroyingur hevur búð í Dublin øll hesi árini, er ramliga Suðuroyarmálið »intakt«, og Pat tosar føroyskt, sum skuldi hann havt búð í Føroyum øll hesi árini. Hann er rættiliga »imponerandi«, hóast han letur at, at tað gongur ikki so væl at skilja norðanmálið longur. Betri var, um blaðmaðurin tosaði Suðuroyarmál, heldur hann. Men tað er eingin forðan, hóast tey bæði í onkrum heilt einstøkum førum noyðast at spyrja umaftur, tá eg nevni okkurt orð, sum ikki var til á føroyskum í 1950.
Sjálvandi hava tey havt samband við Føroyar. Hava ferðast ofta heim og tosa javnan í telefon. Eisini verður væl av føroyskum blaðtilfari lisið. Men kortini má tað sigast at vera eitt megnar avrik at tosa so væl føroyskt.
Gott stað at vera pensionistur
Tað er gott at vera pensionistur í Írlandi, láta tey at. Tey fáa sum hjún 10.000 írsk pund í pensión árliga. Umframt hava tey fría telefon, og gjalda einki sjónvarpsgjald. Ferðast frítt við toki og bussum, og fáa ein fittan part av streymrokningini endurgoldnan.
Eisini hava pensionistar loyvi at vinna upp til 15.000 pund árliga skattafrítt, uttan at missa burtur av pensiónini.
Sjúkrarøktin er almenn, og ikki verður goldið fyri viðgerð, siga tey bæði Tina og Pat. Men bíðilistarnir til almennu sjúkrahúsini eru heldur langir, so nógv fólk velja at hava eina privata sjúkratrygging, sum ger, at tú sleppur fram at beinanveg, um tørvur er á tí. Men tað kostar sjálvandi eisini.
Annars er tað ikki bíligt at búgva í Írlandi, siga tey. Handilsvørurnar eru dýrar, og einki eftirlit er. Handilsmenninir taka, sum teimum lystir. Og prísirnir eru hækkaðir munandi, seinnu árini. Inflatiónin er eini fýra prosent árliga, siga tey bæði. Men klæði, skógvar og vanliga matvørur eru tó ikki so øgiliga dýr. Í øllum førum ikki dýrari enn aðrastaðni, tey kenna til.
Men húsini eru vorðin dýr. Øgiliga dýr halda tey bæði. Tey greiða frá, at tá tey fluttu til Dublin í august 1950, leigaðu tey eini hús í býnum. Tey keyptu seinni húsini, og hava búð í somu húsum øll hesi 50 árini. Tá tey keyptu húsini, var tað fyri 20.000 pund, greiðir Pat frá. Í dag eru tey mett til tíggjufalt virði. 200.000 pund.
»Men vit selja ikki,« flennir hann.
Røvarar og bandittar
Pat letur einki at teimum, sum stýra og ráða. Tað er ein røvarabandi, alt harkaliðið, sum tað er, heldur hann. Hygg bara at fyrrverandi forsætisráðharranum. Nú stendur hann fyri rættinum ákærdur fyri at hava tikið í móti hálvari níggjundu millión pundum í mutri. Einar 80-85 milliónir danskar krónur. Alt samalt pengar, hann skal hava fingið fyri vinatænastur, hann hevur gjørt millumtjóða fyritøkum og øðrum, sum vildu sleppa til Írlands at gera íløgur.
So kann ein sjálvandi siga, heldur Pat, at tað er gott, at onkur kemur hendan vegin við íløguhugi. Jú, jú, so er. Men tað skuldi helst verið slíkir, sum tola dagsins ljós.
Ikki tí, tekur hann aftur í aftur, so sær tað út til, at tað hevur ikki staðið betri til í landinum nakrantíð, enn tað ger nú, hesir hava rátt.
Løgið er tað, sum tað kann ganga, greiðir Pat frá. Heila balladan við fyrrverandi forsætisráðharranum, Charles Haughey, byrjaði við, at hansara menn vildu hava ein politiskan mótstøðumann kannaðan, og helst feldan, fyri okkurt óregluligt. Men tá løgreglan fór undir at kanna hendan fýrin, varð meira tikið við, og ikki bara ein steinur, men ein heil urð vend. Og tað endaði so við, at Haughey sjálvur vísti seg at vera tann størsti banditturin av teimum øllum somlum.
Eitt annað dømi, greiðir Pat frá, er at næstformaðurin í írska hægstarætti fekk borið so í bandi, at ein sprittbilistur, sum hevði dripið eina konu og tvey børn, varð latin leysur, við grundgevingum, sum eingin skilti.
Hetta elvdi til slíka øsing, at tað endaði við, at næstformaðurin mátti leggja dómarastarvið frá sær. Men hann hevur tað gott kortini. Hansara politisku vinmenn fingu hann inn um í einum ES banka, har hann nú situr við eini ársløn upp á 150.000 írsk pund, sum svarar til knappa hálvaaðru millión danskar krónur.
-So tað gongur fínt, heldur Pat við einum skeivum smíli og yppir øksl.
Og Tina leggur aftrat á ramligum suðuroyarmáli:
»Oh, Jesu Kristi helliga navn. Hvat heldur tú?«
Eisini armóð
Hóast tey bæði, Tina og Pat, láta væl at støðuni í landinum sum heild, siga tey tó, at sum aðrastaðni er eisini armóð í landinum. Væl av flóttarfólki kemur til Írlands. Nógv teirra ólógliga. Og hjá teimum stendur einki til. Tey kunnu ongastaðni venda sær, um einki arbeiði er at fáa beinanveg. Tað vísir seg ofta, at hetta eru sigøjnarar, sum eingin vil kennast við. Ikki her heldur enn aðrastaðni, hóast stórt trot annars er á arbeiðsmegi.
Men sigøjnarin er eitt jagstrað fólksalag, sum ongastaðni fær sett seg niður í friði, er líkt til.
So eru tað hini, sum av ymsum orsøkum eru dottin niður ímillum. Ofta eisini útlendingar. Ein nýggj kanning, sum kunngjørd varð í írskum sjónvarpi í seinastu viku, sigur, at minni enn 10% av teimum heimleysu í Dublin eru írar. Restin er fólk, sum flutt er til.
Hesi síggjast válandi kring býin um dagin, ella biddandi á einumhvørjum stræti við einum ílati, har tey vænta sær onkrar smápengar í. Og um náttina liggja tey í einihvørji uppgongd ella har, eitt sindur av lívd er.
Men hóast almannastovan ikki tekur sær av hesum fólkunum, tí tey ikki eru skrásett, eru tey ikki heilt gloymd kortini.
Uttan fyri risastóru handilsmiðstøðina Stephens Green Shopping Center stendur Sister Ann frá nunnuordaninum »Little sisters of the poor« við bússuni og bíðar, til onkur kemur at geva nakrar myntir.
Systir Ann greiðir frá, at tær royna sum frægast at hjálpa teimum ringast støddu, sum eingin annars tekur hond um. Sjálv er hon útbúgvin sjúkrasystir, greiðir hon frá, men arbeiðir bara á einum sjúkrahúsi eitt styttri skeið fimta hvørt ár fyri líkasum at halda útbúgvingina viðlíka. Annars tekur hon lut í hjálpararbeiðinum hjá systrunum.
Men hon letur einki at tí medmenniskjansliga í dagsins íra. Tey hava líkasum gloymt, at tað bara er ein spurningur um tilvild, hvussu vit enda í lívinum, sigur hon. Bæði sosialt og ártúnaðarliga heldur hon, at tað liggur í, hvat vit verða fødd til. Menniskjansliga virðið er tað sama kortini. Men tað duga vit ikki at virðismeta.
Summi verða fødd rík. Onnur fátæk. Summi protestantar, men í Írlandi tey flestu katolikkar. Og har eru fleiri greinar eisini, sigur hon. Og at vit ikki kunnu semjast so frægt, at vit um ikki annað á andaliga økinum kunnu samstarva um at hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini, heldur hon vera ovboðið.
-Hvussu illa stendur til við virðingini fyri hvørjum øðrum, skal eg siga tær eina søgu um, sigur Systir Ann og fortelur:
»Tá eg seinast arbeiddi á sjúkrahúsinum, varð ein vakur, ungur maður innlagdur. Hann var lærari í Dublin, 29 ára gamal og sá sera væl út. Tær ungu sjúkrasystrarnar flokkaðust um hann, tí hann var ógvuliga ?attraktivur?.
Men so kom fram, at hann var homoseksuellur og hevði AIDS. Tá var knappliga vent í holuni. Tær ungu vóru sum blástar burtur, og eftir stóð bara eg, ein gomul nunna, sum tann einasta, ið framvegis royndi at taka hond um mannin, til hann varð fluttur aðrastaðni. Hetta er í okkara framkomna landi í dag«, endar Systir Ann frásøgn sína á horninum uttan fyri, Stephens Green Shopping Center í Dublin. Hesum risastóra monumentinum yvir vælferðina í okkara parti av heiminum.