hann ynskir størri sjálvstýri í Føroyum Hetta hevur tinbólkurin í Sambandsflokkinum tikið til eftirtektar, tí velur hann at slaka í gomlum prinsippum, sigur Edmund Joensen í forsíðugrein við Inga Rasmussen [...] eru nú í andstøðu í tinginum. Vónandi fara ikki einans ræðumyndir, men konstruktivur tíðindaflutningur at mynda politiska tilfarið í bløðunum. Um Sambandsflokkurin meinar nakað við yvirskriftina í Dimmalætting [...] nýggir tónar í einum djúpt afturhaldandi Sambandsflokki, sum í hesum døgum sleikir sárini eftir løgtingsvalið. Hevur Edmund Joensen ikki júst fyri kortum niðurbart ein politiskan uppreistur í Sambandsflokkinum
ÍF hittust í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið. Tá vann ÍF stórsigur 11-0 í Fuglafirði, og tí væntaðu tey flestu helst, at fuglfirðingar fóru at vinna ein lættan sigur á Krossinum í Sumba sunnudagin [...] hjá fuglfirðingum, har Dánjal Johan Joensen var fyrstur á honum og sendi bóltin millum beinini á Torkil Hansen og í handara síðunet, uttan møguleika hjá Erlingi Joensen í málinum at bjarga. Erling stóð [...] sunnudagin, men so varð ikki. ÍF stórar møguleikar í fyrra hálvleiki Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Einar fimm reisur vóru fuglfirðingar leysir við málverjanum hjá sumbingum, Rúna
Mørkøre kastaði móti málinum, har Johannes Joensen við høvdinum stýrdi bóltinum inn í sjálvan 5-meturin. Har var John Heri Dam fyrstur á honum og smekkaði til, men Magnus Poulsen í B68-málinum hálvbjargaði, og [...] beklað beinanvegin í dystinum. Hetta harmaðust sjálvsagt øll um, ikki minst landsliðsvenjarin Allan Simonsen, sum var millum áskoðararnar. B68 fleiri møguleikar í seinna hálvleiki Í seinna hálvleiki var [...] sjáldsamir gestir í B68-brotsteiginum í seinna hálvleiki, men so hvørt sum seinni hálvleikur gekk, satsaði B68 meira, og tað førdi við sær, at tað til tíðir gjørdist heldur tunnligt í verjuni hjá toftamonnum
vera áskoðari í morgin. GÍ vann í fjør 4-1 á VB í Gøtu. Fyri tveimum árum síðani vann GÍ 1-0, og í 1995 vunnu gøtumenn 3-0 á Sumba/VB í Sarpisgerði. Í 1994 var VB ikki í 1. deild, men í 1993 taptu teir [...] men hann verður í øllum førum við í hópinum í morgin. Lagið er gott í Runavík í hesum døgum, nú fótbóltsliðið úr býnum er í tí fyri teir eitt sindur óvanligu støðuni at liggja ovast í deildini. Men teir [...] fullum huga í morgin. Í fjør vann HB landskappingardystin í Runavík 4-2, men tað hevur gingið upp og niður í dystunum millum hesi bæði liðini seinastu árini. Í 1996 var NSÍ ikki í 1. deild, men í 1995 endaðu
sýningini í samstarvi við glasmeistaran Per Steen Hebsgaard. ? Í listini royni eg at geva upplivingar víðari frá barnaárunum, tá ið vit savnaðu fuglaegg og fleygaðu fuglar í bjørgunum. Lokið í loftinum [...] áskoðararnar, sigur Tróndur Patursson í danska blaðnum Jyllands-Posten seinasta týsdag. Tað er ikki av tilvild, at fuglar er temað í teirri fyrstu stóru framsýningini í nýumvælda kurstaðnum. ? Fuglurin umboðar [...] Á framsýning á KunstCenter Silkeborg Bad í nýumvælda kurstaðnum við Arnarsjógvin í Silkeborg sýnir føroyski listamaðurin Tróndur Patursson fram glaslist. Framsýningin eitur ?Fuglefri?. Heitið sipar ikki
parturin so ligið í samlaðu ríkisveitingunum, sum í dag tátta væl í 1 milliard kr. Og hóast nógv er broytt á hesum øki, m. a. at umleið 400 mill. kr av blokkinum fara aftur til Danmarkar í rentum, og væntandi [...] sum landsstýriskvinna í hesum málum - eg og fleiri við mær fara at leggja okkum hesi orð í geyma! Hesi mál, sum eru so eym og kensluborin, og sum røkka inn í hvørt tað einasta heim í Føroyum, verða framborin [...] heima í einum samgonguskjali, men væntandi varð, at hesin spurningurin bleiv reistur av fjømiðlafólki, tá prátað var við komandi landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum, Helenu Dam á Neystabø, í samband
umbering, skuldi tað ikki gingið í morgin. Helgi kanska undir knívin Í Klaksvík hittast KÍ og NSÍ í týðandi dysti fyri triðju ferð í ár. Hetta eru tvey av fremstu liðunum higartil í ár, og báðir partar eru óðir [...] geva ein fullan innsats í Gundadali í morgin fyri at steðga teimum. Í steypadystinum móti B36 var Ingi Rasmussen leikbannaður, men hann er so tøkur aftur hjá Ion Geolgau í morgin. Spurningurin er so, um rumenski [...] gerast, er at seta Henning Jarnskor fram í álopið, men so verður nógv mist úti í vinstru síðu. Fyri GÍ er dysturin í morgin enten-eller, um teir vilja vera við í toppinum, og allir spælararnir burtursæð
verjuna hjá GÍ, og longu í 4. minutti var nær við at heimaliðið kom á odda. Suni Fríði Johannesen fekk ein bólt úr vinstru og smekkaði til, men royndin hjá honum endaði í síðunetinum. Í 9. minutti fekk Andrew [...] stórt HB-álop Tað var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál í seinna hálvleiki. Álopini skolaðu inn í GÍ-brotsteigin, og høvdu ikki Sunnvard Joensen í málinum og Samson Nesá á aftasta manni spælt so mikið væl [...] Fløtum tikið bóltin frá gøtuverjuni í vinstru síðu, hann spældi bóltin flatt inn til ein púra leysan Súna Fríða, men Sunnvard Joensen fekk bjargað royndini hjá runavíkinginum í HB. HB legði seg á odda, tá ið
og legði bóltin í málið til 1-1. Tað var í 23. minutti, og í 27. minutti gjørdi Eyðun Gullok Svalbard sítt fjórða mál í fýra landskappingardystum, eftir at Dan Djurhuus og Tórður Holm í góðum samstarvi [...] Bólturin bleiv sendur høgt og langt fram í TB-brotsteigin, og inni í sjálvum 5-metrinum fekk Dánjal Johan Joensen bæði stundir og pláss til at temja hann og skjóta hann í málið. Passivt verjuspæl av TB, sum [...] sunnudagin, at hóast teir hava minsta fólkagrundarlagið av liðunum í 1. deild og eru »underdogs« í so at siga hvørjum dysti, so eru teir ikki við í bestu deildini bert til stuttleikar. Sumba vann 3-2 á TB og
hevur í sendingini »Á vetrarbreytini« gjørt eina sera áhugaverda og upplýsandi mentunarsending síðan vetrarhálvuna 1996/97. Við einum tíma hvørja viku hevur hann megnað at geva lurtarunum innlit í m.a. [...] kritikarum og bókavørðum, sum hava verið við í sendingini, hevur hann greitt lurtarunum frá tí týdningarmesta sum fer fram innan norðurlendska prosa og poesi í løtuni. Nøvn sum Dorrit Willumsen, Anne Linnet [...] Lundell og Astrid Lindgren. Øystein Lønn, Johan Falkberget og Ivar Aasen. Nils Aslak Valkeapää. Hesi og mong, mong onnur hevur hann presenterað, viðgjørt og týtt í sendingini. Birgir Kruse hevur eisini gjørt