Sambandsflokkurin á sjálvstýrisleið

Ein áhugaverd, ella rættari sagt láturlig yvirskrift Sambandsflokkurin á sjálvstýrisleið, var á forsíðuni í Dimmalætting leygardagin.

Edmund Joensen hevur sæð skriftina á vegginum og ásannar, at veljarin heilt greitt vísir, at hann ynskir størri sjálvstýri í Føroyum Hetta hevur tinbólkurin í Sambandsflokkinum tikið til eftirtektar, tí velur hann at slaka í gomlum prinsippum, sigur Edmund Joensen í forsíðugrein við Inga Rasmussen, blaðmann.

Hetta eru nýggir tónar í einum djúpt afturhaldandi Sambandsflokki, sum í hesum døgum sleikir sárini eftir løgtingsvalið.

Hevur Edmund Joensen ikki júst fyri kortum niðurbart ein politiskan uppreistur í Sambandsflokkinum?

Kreftir vóru í flokkinum, sum vildu fylgja tíðini og nútíðargera Sambandsflokkin, men Edmund Joensen og Lisbeth Petersen gingu á odda at forða hesum, og eru eisini einastu av gomlu tingmanningini, sum eru á myndini í Dimmalætting leygardagin.

Kemur henda kúvendingin ikki ov seint, nú veljarin hevur talað og ræðumyndirnar áðrenn valið miseydnaðust, Edmund Joensen?

Formaðurin í tingbólkinum, Atli Hansen, tapti slagið í Eysturoynni ímóti Edmundi Joensen og Alfred Olsen. Formaðurin í fíggjarnevndini, Suni Jacobsen, mátti lúta fyri Marjusi Dam í Vágum, »stemmuslúkarin« við seinasta løgtingsval, Bjørn á Heygum, sá skriftina á vegginum í góðari tíð og stillaði ikki upp. Hann hevði komið á ting aftur. Johannes Martin Olsen, sum fyrst mátti víkja fyri Jóannesi Eidesgaard á fólkatingi og síðan tapti formansvalið í Sambandsflokkinum, kom ikki á ting.

Og so ikki at gloyma Finnboga Arge, sum byrjaði uppreisturin í Sambandsflokkinum á sinni og valdi at fara úr flokkinum Hann hevur bert møguleikan at koma í tingið fyri Fólkaflokkin, um Bjarni Djurholm verður landsstýrismaður í skúlamálum.

Allir hesir fimm uppreistrarmenninir eru fyribils burtur úr føroyskum politikki, Edmund Joensen situr tryggur eftir í formanssessinum. Er hetta í sær sjálvum ikki áhugavert, tá ið hugsað verður um, at Sambandsflokkurin var størsti flokkur og átti løgmann.

Tíbetur tók veljarin ikki undir við ræðumyndum, sum millum annað Edmund Joensen borðreiddi við áðrenn løgtingsvalið.

»Samhørighed« sum høvuðsevni er ikki nóg mikið í einum valstríði


Framtíðin

Havi alla tíðina hildið, at júst hesir fýra, Bjørn á Heygum, Suni Jacobsen, Atli Hansen og Finnbogi Arge, ongantíð hava verið sambandsmenn hugsjónarliga. Tveir teirra vildu gera eina skjóta politiska »karrieru« í Sambandsflokkinum, men rendu pannuna skjótt ímóti, tí teir fingu trupulleikar við persónligu hugsjónini, sum helst skal fylgja við inn um tinggátt.

Hesir fýra eru møguliga tjóðskaparligir sambandsmenn, eitt hugtak, sum ein ungur sambandsmaður í Havn fann uppá til seinasta býráðsval. Hvussu hetta so skal skiljast.

Áhugavert er eisini, at elsti tinglimurin, Flemming Mikkelsen, skal seta tingið. Flemming Mikkelsen er komin afturíaftur í Sambandsflokkinum í Suðuroy. Boðar hetta frá nakrari nýhugsan í Sambandsflokkinum, ella er hetta ein staðfesting av, at alt í flokkinum er við tað gamla

Fólkið hevur talað og vónandi fær nýggja sjálvstýrissamgongan góðan byr.

Áhugavert verður at lesa Dimmalætting og Sosialin, tí bæði tey stóru tíðinda-bløðini eru nú í andstøðu í tinginum. Vónandi fara ikki einans ræðumyndir, men konstruktivur tíðindaflutningur at mynda politiska tilfarið í bløðunum.

Um Sambandsflokkurin meinar nakað við yvirskriftina í Dimmalætting leygardagin Sambandsflokkurin á sjálvstýrisleið, so er at fara upp í fylgið, sum um vikuskiftið hevur tikið søguliga stigið á leiðini.

Føroyingurin er vorðin meira búgvin politiskt, og spennandi verður at fylgja gongdini. Serliga spennandi verður, hvussu nýggju andlitini fara at roynast. Vónandi kunnu hesi leggja klandur og øvundsjúkuna á hillina og heldur nýta arbeiðsorkuna til veruligt politiskt arbeiði.


Vagnur Michelsen