Tróndur Patursson, listamaður: Bara eg kundi flogið

Á framsýning í Silkeborg, har temaið er fuglar sýnir føroyski listamaðurin Tróndur Patursson fram eitt glasbúr

Á framsýning á KunstCenter Silkeborg Bad í nýumvælda kurstaðnum við Arnarsjógvin í Silkeborg sýnir føroyski listamaðurin Tróndur Patursson fram glaslist. Framsýningin eitur ?Fuglefri?. Heitið sipar ikki til, at fuglarnir eru floygdir, heldur tvørturímóti. Teir eru á veingjum í fleiri listarligum og mentanarsøguligum íleggum: ravnar, ørnir, dunnur, starar, kanariufuglar, likkur og víðagitnu og larmandi skarvarnir. Antin á ferð einsamallir ella í flokki.

Tróndur Patursson, sum mangan er við á listaframsýningum uttanlands, hevur eitt glasbúr við á sýningini í samstarvi við glasmeistaran Per Steen Hebsgaard.

? Í listini royni eg at geva upplivingar víðari frá barnaárunum, tá ið vit savnaðu fuglaegg og fleygaðu fuglar í bjørgunum. Lokið í loftinum er formað sum eitt spegl og myndar kensluna av djúpari avgrund. Sum drongur var man avbyrgdur í smáu bygdunum til tú slapst í bjørgini at fleyga. So eg hugsaði: Bara eg kundi flogið . . . Og kunnað kent meg líka frían sum fuglarnir. Ta kensluna royni eg at geva víðari til áskoðararnar, sigur Tróndur Patursson í danska blaðnum Jyllands-Posten seinasta týsdag.

Tað er ikki av tilvild, at fuglar er temað í teirri fyrstu stóru framsýningini í nýumvælda kurstaðnum.

? Fuglurin umboðar nakað tað undurvakrasta í nærleikanum hjá øllum menniskjum. Tí møtir fuglurin okkum eisini upp gjøgnum søguna bæði sum veruleiki og sum eitt súmbol. Eins og fiskurin gongur aftur sum eitt tekin fyri Kristus, stendur fuglurin fyri alt tað, sum fyri túsundum av árum síðani varð myndað í royndum: ?Tann sum fangar fuglin, fangar ikki flýggjan hansara?, sigur Hans Edvard Nørregård-Nielsen, listasøgufrøðingur og formaður í stýrinum fyri Ny Carlsberggrunnin við Jyllands-Posten.

Kommunan í Silkeborg eigur nýumvælda bygningin og hevur ábyrgdina av viðlíkahaldinum. KunstCenteret er sjálvsognarstovnur og fær eina mill. krónur um árið til stuðul til framsýningarnar.

Hini listafólkini, ið eru við á framsýningini eru: Inge Lise Westmann, maður hennara Ole Herts, Mikael Stooltze, Sigrid Lützen, Jørn Larsen, John Olesen, Jens Gregersen, Kirsten Klein, og Jytte Rex. Umframt eru listaverk eftir Asger Jorn, Richard Mortensen og Johannes Larsen eisini at síggja.