upplagt er, at Portugal og Mexico strúka avstað frá hinum liðunum og koma víðari í kappingini. Portugal telist millum sterkastu fótbóltstjóðir í Europa, og tað plagar vanliga eisini at merkja, at landið er [...] ongantíð nakar ivi um, at Mexico fór at spæla við í Týsklandi. Veikur bólkur Bólkur D verður av mongum mettur sum tann veikasti bólkurin í innleiðandi kappingini, og tað kemst av, at Angola og Iran eru bæði [...] londunum í HM-kappingini yvirhøvur. Roknað verður ikki við, at landið hevur nakran sum helst møguleika at koma víðari úr bólkinum, og mest sannlíkt er, at landið tapir sínar tríggjar dystir í bólkaspælinum.
Djurholm nevndi, at tey í Innlendismálaráðnum høvdu tosað um, at nýggja Ritan, sum skal byggjast í næstum, skal brúka hydrogen. Og Nólsoyggin fyllir nógv í Innlendismálaráðnum. So mikið nógv, at teir hava sett [...] brúktur til at greiða frá ymsum skipanum, sum kunnu gera seg galdandi í mun til orkutørvin í bygdini. Eisini varð komið inn á, hvussu skúlin kann gerast partur av verkætlanini, umframt at fólkið varð kunnað [...] skúlanum í gjár. Onnur fasan verður millum annað brúkt til at gera vindmátingar og skráseta orkubrúkið í Nólsoy, og her er mann komin fram til, at myllurnar í Neshaganum og omanfyri Vestmanna ikki eru nóg
av málinum, mundi tað standa teimum flestu greitt, at her vendist ikki. Um tað ger tað komandi vikuskifti, er ilt at siga, men tað fer skjótt at standa á hjá VB/Sumba, koma ikki nøkur stig til høldar [...] hóast uppgávan er trupul, so er setningurin uttan iva, at nakað skal fáast burturúr. Gøtumenn fara tá út á Toftir at spæla, og havandi í huga, at nummar eitt og trý á talvuni eisini dystast, kann sjálvur [...] megin steðgin Tað gekk tó rættiliga striltið hjá heimaliðnum at fáa hol á móti VB/Sumba. Gestirnir høvdu í øllum førum sett sær tað málið, at avrikið hesa ferð skuldi vera betri enn tað, sum teir vístu
inn á gólvið at fregnast eftir, hvat fólk kunnu vænta sær at finna í Blákrossbúðini. Bara hugflogið setur markið Johanna Midjord, sum starvast sum sjálvboðin í Blákrossbúðini, greiðir frá, at tey hava væl [...] heldur tómligt í handlinum. Johanna sigur tó, at her plagar at vera rættiliga nógv fólk, mest tá ið veðrið er gott og serliga seinnapartin. Eisini sigur hon, at serliga nógvir kundar eru, um tað mundið, tá [...] av kundum í øllum aldri, bæði ung og gomul. Serliga av teimum ungu, ið tora at klæða seg øðrvísi. - Summi eru eisini ófør at nýta hugflogið og gera okkurt serstakt við klæðini, sum tey keypa frá okkum
roynt at gera sína ávirkan galdandi, so er reglan enn, at tað bert eru almennu spælifeløgini, t.d. Danske Spil, sum hava loyvi at lýsa við sínum vørum. Tað hevur við sær, at tað í dag ikki ber til at síggja [...] vit hava at virka á, sigur Finn Ougaard, varafúti. - Vit hava eina lóg um ítróttarvedding, sum staðfestir ein einkarrætt at skipa fyri spæli innan hetta økið. Og í revsilógini er staðfest, at hasard-spæl [...] eitt nú stóru ensku veddingarfyritøkunum í donskum miðlum. Og einasti møguleiki hjá hesum at snúgva sær er, við at hava eitt nú sjónvarpsrásir við heimstaðið uttanlands. Eitt modell, sum bæði TvDanmark og
Europa-Cup dystir hjá feløgunum, og tað er ov lítið at tryggja eina støðuga menning. - Og hjá okkum hevur eingin ivi verið um, at hetta er einasta rætta leiðin at ganga. Fíggjarliga hevur talan tó verið um stóran [...] hvussu stór samlaða upphæddin er, men lítil ivi er um, at talan er um nakrar milliónir. Hesar verða partvíst fíggjaðar við luttøkugjaldi frá UEFA, umframt at talan eisini verður um sponsor- og lýsingarinntøkur [...] lutakast Higar til hevur skipanin við U-21 liðum verið soleiðis, at dystirnir hjá hesum hava fylgt dystunum hjá A-landsliðunum. Altso soleiðis at lutakastið fyri HM- ella EM-undankappingar eisini er galdandi
Mæli honum tí til at brúka sannar grundgevingar, næstu ferð hann finst at øðrum um ein kamb. Um eftirlit skrivar Leon Smith annars, at “journalistar okkara skulu vera glaðir fyri, at ein altjóða eftir [...] hana. Grundleggjandi atfinningin í greinini er, at fjølmiðlarnir áhaldandi hava spurt um trygdina hjá Atlantic Airways. Sum fjølmiðil er tað okkara skylda at seta spurningar. Eisini kritiskar spurningar. [...] fyri flogfelagið hava fingið høvi at svara aftur. Vit hava ikki “kritikkleyst” endurgivið norskar fjølmiðlar. Í einum føri endurgóvu vit norskan fjølmiðil fyri tíðindi um, at starvsfólk hjá Aker-Kværner settu
dansaði pop í næst seinastu viku, at hon noyddist at kappast í solodansi, fyri at vinna sær áskoðara atkvøður, men hetta kláraði hon sera væl. Nú eru so fá pør eftir, at hesaferð vóru tað bert tvey pør, [...] Diddy . Hetta var fyrstu ferð, at Vígdis royndi seg sum hip hoppara, men sambært dómsnevndini gekk hetta avbera væl. Vígdis og Suad fingu m.a. rós fyri at duga væl at dansa saman, og hetta kann vera trupult [...] Sjónvarp Føroyska Vígdis megnaði aftur í gjárkvøldið at dansa so sannførandi, at hon fór beinleiðis í næsta umfar av Kan Du Danse? Við einans trimum umførum eftir, nærkast føroyska dansikvinnan finaluni
Tað er ikki hansara skyld, at tey Stóru ikki skilja hann. Tey vita ikki, at tað, hann nú má líða, er einki í samanbering við tað, hann har (í skúlanum) má líða. Tað er satt, at hann ikki vildi ganga við [...] í song, uttan at hann hevur biðið um fyrigeving. Áðrenn drongurin so pínufult sannaði hvussu mannminkandi tað var at ganga í Kongens Have við dadduni, var staðið dronginum so sára kært. At spæla pikk, kispus [...] og ikki um at tala, hvussu man har kundi spæla kusk og hest, og tær vøkru alléirnar til paradísspæl við himmal og helviti. Drongurin var góður við havan. Spell at tað gjørdist so skemmandi at ganga har
menn stríðst við at leggja asfalt á stóra økið til bilarnar, meðan eigararnir báðir, Jaspur Johannesen og Jóhanna Christiansen og onnur hava stríðst innanfyri við at seta hillar upp og at seta vørur uppá [...] kannaðir. - Vit lukka ikki av, og siga at hetta verður tann seinasti handilin í INN-samtakinum, staðfestir Jóhanna. In at handla Tað var fyri fimm árum síðani, at fyrsti INN-handilin lat upp við Norðskála [...] uppá pláss. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at klárt er at taka ímóti fyrstu viðskiftafólkunum fyrrapartin í morgin. - Ja, hetta hevur verið strævið, men nú er alt komið uppá pláss, sigur Jóhanna, tá