Marknaðarføring
Seinastu tíðina hava lýsingar frá veddingarfyritøkum verið at sæð í Føroyum. Eitt nú var hetta sjónligt, tá fótbóltslandsliðið spældi heimadyst móti Litava. Tá var partur av bandalýsingunum frá útlendskum bookmakara, sum skipar fyri fótbóltsvedding. Og í Dimmalætting í gjár var lýsing frá Mermaid-Poker, har boðið var til FM-kapping í poker. Ein kapping, har buy-in er á $ 10, og har talan altso er um spæl við peningi.
Greiðar reglur hjá grannunum
Í grannalondum okkara eru greiðar reglur um, hvørjar lýsingar eru loyvdar og ikki. Og hóast ES hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, so er reglan enn, at tað bert eru almennu spælifeløgini, t.d. Danske Spil, sum hava loyvi at lýsa við sínum vørum.
Tað hevur við sær, at tað í dag ikki ber til at síggja lýsingar frá eitt nú stóru ensku veddingarfyritøkunum í donskum miðlum. Og einasti møguleiki hjá hesum at snúgva sær er, við at hava eitt nú sjónvarpsrásir við heimstaðið uttanlands. Eitt modell, sum bæði TvDanmark og Viasat hava nýtt.
Dømi um sakarmál hava verið fleiri. Eitt nú eru fleiri útlendskir bookmakarar stevndir í Danmark fyri brot á lýsingarlóggávuna, og í Noreg varð Maradona skuldsettur, tá hann her fyri var á fótbóltsrundferð. Sum lýsing á spælarabúnanum hevði Maradona nevnliga búmerki hjá PartyPoker.
Við øðrum orðum, so forbjóða lógirnar øllum lýsingum – undantikið teimum almennu – um spæl. Eisini hóast útbjóðarin virkar á útlendskum marknaði.
Ógreiðar reglur
Her í Føroyum er ákæruvaldið tó í iva um, hvørjar reglur eru galdandi á økinum.
- Tað er sjálvandi eitt øki, har vit fylgja væl við, hvat hendir, men tað er ógreitt, hvat lógargrundarlag vit hava at virka á, sigur Finn Ougaard, varafúti.
- Vit hava eina lóg um ítróttarvedding, sum staðfestir ein einkarrætt at skipa fyri spæli innan hetta økið. Og í revsilógini er staðfest, at hasard-spæl og medvirkan til hetta er ólóglig. Tí er spurningurin einamest, hvørt nevndu lýsingar koma undir hetta økið ella ikki, og tað fái eg illa gjørt ítøkiligar viðmerkingar til. Eisini tí talan er um útlendskan útbjóðara, sum fyriskipar spæl uttan fyri føroysku landoddarnar.
- Tað einasta, sum eg fái sagt, er, at vit fylgja gongdini á økinum neyvt. Okkara skylda er eisini at meta um slík viðurskifti, tí er talan um revsiverd forhold, so skulu málini takast upp, sigur hann.









