Fótbóltur
Tað ræður um at hava støðugar avbjóðingar til okkara bestu spælarar. Tað hevur verið aðalmálið í landsliðskonseptinum hjá FSF, men kanska týdningarmesti liðurin hevur tó alla tíðina restað í.
Gloppið skal burtur
Uttan eitt U-21 landslið hjá spælarunum hevur gloppið nevnliga verið ov stórt hjá flestu spælarunum, og tað hevur í mangar mátar darvað menningini av føroyskum fótbólti. Men 19. oktober í ár varð stóra avgerðin tikin, soleiðis at Føroyar nú hava eitt heilt konsept við U-15, U-17, U-19 og U-21 landsliði sum framleiðslueindir til A-landsliðið.
- Fyri ein typiskan landsliðsspælara hevur talan verið um eitt glopp á 4-5 ár, har einastu avbjóðingarnar hava verið møguligir Europa-Cup dystir hjá feløgunum, og tað er ov lítið at tryggja eina støðuga menning.
- Og hjá okkum hevur eingin ivi verið um, at hetta er einasta rætta leiðin at ganga. Fíggjarliga hevur talan tó verið um stóran bita, men tí partinum hava vit arbeitt nógv við, og vit bæði rokna við og vóna, at vit nú hava eitt konsept, har fíggingin av liðnum hvílir í sær sjálvum, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndinii.
Hann vil ikki staðfesta, hvussu stór samlaða upphæddin er, men lítil ivi er um, at talan er um nakrar milliónir. Hesar verða partvíst fíggjaðar við luttøkugjaldi frá UEFA, umframt at talan eisini verður um sponsor- og lýsingarinntøkur.
Hinvegin veldst fíggjarparturin eisini um lutakastið, sum kann koma at senda Føroyar langa leið. Ella sum Jens Erik sjálvur tekur til, so skulu vit ikki enda yvir móti Svartahavinum alt ov ofta.
Sjálvstøðugt lutakast
Higar til hevur skipanin við U-21 liðum verið soleiðis, at dystirnir hjá hesum hava fylgt dystunum hjá A-landsliðunum. Altso soleiðis at lutakastið fyri HM- ella EM-undankappingar eisini er galdandi fyri U-21 liðini, sum so hava spælt dagin fyri A-landsdystirnar.
Hetta verður tó broytt til komandi undankapping. Her verður talan nevnliga um sjálvstøðugt lutakast, og tað fer helst at gera luttøkuna dýrari. Í øllum førum ber ikki longur til, at U-21 liðið kann ferðast saman við A-landsliðnum, og tí kann roknast við á leið dupultum ferðakostnaðum.
- Men tað ger eisini avbjóðingina enn størri ítróttarliga. Sjálvandi veldst um lutakastið, men vit kunnu jú koma í eina støðu, har mótstøðumenninir eru úr Premier League og Seriu A, so ítróttarligi bitin er serstakliga stórur, sigur Jens Erik.










