Fótbóltur
Fótbóltsfepurin er í hæddini í Gøtu. Sunnudagin var VB/Sumba á vitjan, og við 2-0 sigrinum hevur GÍ nú togað seg upp á næst ovasta plássið í Formula-deildini. At mótstøðan so ikki var tann allar mesta hesaferð, man á ongan hátt draga lagið niður, tí slíkir dystir skulu eisini vinnast, og ta uppgávuna loystu gøtumenn.
Báðu megin steðgin
Tað gekk tó rættiliga striltið hjá heimaliðnum at fáa hol á móti VB/Sumba. Gestirnir høvdu í øllum førum sett sær tað málið, at avrikið hesa ferð skuldi vera betri enn tað, sum teir vístu í 3-0 tapinum í Gøtu fyrr í vár, og tað megnaðu teir so ruddiliga.
Við dentinum á verjupartin megnaðu teir fyri tað nógva at halda vertunum frá teimum stóru møguleikunum, og við Marcin Dawid í búrinum, høvdu teir eisini ein góðan skansa, sum eisini hevði onkra framúr bjarging.
Liðini mundu mest sum hava sett seg til sættis við, at fyrra umfarið skuldi gerast málleyst, tá Niclas Niclasen brádliga hevði sníkt seg framvið. Stóri klaksvíkingurin megnaði eisini at fáa seinasta fótin á, tá bólturin varð sendur inn í brotsteigin, og so stóð 1-0 á talvuni.
Og beint eftir steðgin varð at kalla leyst og liðugt. Í fyrsta álopinum fekk GÍ hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, kundi Sverri Jacobsen púrasta ótarnaður stýra bóltinum inn.
Kunnu leypa heilt upp
Eftir seinna GÍ-málið dovnaði spælið rættiliga nógv. Gøtumenn vildu ikki leggja ov nógv fyri, nú teir mest sum høvdu greitt setningin, og VB/Sumba tók sær heldur eingi óráð fyri, nú dysturin kortini var mest sum avgjørdur.
Ein risa-møguleika áttu teir tó, tá Birgir Jørgensen brádliga stóð púrasta blankur eftir misskiljing, men tá skotið varð sent væl við síðuna av málinum, mundi tað standa teimum flestu greitt, at her vendist ikki.
Um tað ger tað komandi vikuskifti, er ilt at siga, men tað fer skjótt at standa á hjá VB/Sumba, koma ikki nøkur stig til høldar. Komandi vikuskifti skulu teir á heimavølli royna seg móti KÍ, og hóast uppgávan er trupul, so er setningurin uttan iva, at nakað skal fáast burturúr.
Gøtumenn fara tá út á Toftir at spæla, og havandi í huga, at nummar eitt og trý á talvuni eisini dystast, kann sjálvur oddasessurin í deildini tá vera í eygsjón. Ein sess, sum gøtumenn ikki hava sæð seinastu fimm árini.










