Bjóða inn í fjórða handilin

Leygarmorgunin letur upp nýggjur matvøruhandil við Sundsvegin í Havn. – Vit hava góðar vónir, sigur annar eigarin av hesum INN-handlinum, Jóhanna Christiansen við Sosialin. Grundarlagið fyri handlinum er millum annað tey 3000 fólkini í Hoyvík.

Havn: Hesar seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið innanfyri og uttanfyri Termovirkið við Sundsvegin.

Uttanfyri hava menn stríðst við at leggja asfalt á stóra økið til bilarnar, meðan eigararnir báðir, Jaspur Johannesen og Jóhanna Christiansen og onnur hava stríðst innanfyri við at seta hillar upp og at seta vørur uppá pláss.

Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at klárt er at taka ímóti fyrstu viðskiftafólkunum fyrrapartin í morgin.

- Ja, hetta hevur verið strævið, men nú er alt komið uppá pláss, sigur Jóhanna, tá vit høvdu hana í telefonini í morgun.

Hesin fjórði INN-handilin er um 500 fermetrar til støddar, og hevur allar tær vanligu vørurnar, ið krevjast til eitt húsarhald.

Upplatingartíðirnar eru slíkar, at farast kann til handils árla á morgni og seinast á kvøldi allar dagar í viku, uttan sunnudag, tí tá er afturlatið.


110 bilar

Hesi seinnu árini er ovari partur av høvuðsstaðnum, og serliga Hoyvíkin vaksin øgiligt.

Her finnast onkrir matvøruhandlar frammanundan, men bæði Jaspur og Jóhanna hava kortini góðar vónir um at grundarlag eisini er fyri teirra handli.

- Okkara handil liggur á tí perfekta plássinum í Havn. Her koyra bilar í stórum tali framvið hvønn einasta dag, og tí skuldi ligið væl fyri hjá fólki at komi inn í INN.

- Vit hava eisini gjørt umstøðurnar hjá bileigarunum so góðar sum yvirhøvur gjørligt. Her verður nevniliga pláss fyri ikki færri enn 110 bilum, sigur Jóhanna Christiansen.

Tað verður Jaspur Johannesen sum skal reka henda fjórða INN-handilin, sum kanska ikki verður tann seinasti. Aðrir møguleikar verða alla tíðina kannaðir.

- Vit lukka ikki av, og siga at hetta verður tann seinasti handilin í INN-samtakinum, staðfestir Jóhanna.




In at handla

Tað var fyri fimm árum síðani, at fyrsti INN-handilin lat upp við Norðskála.

Síðani hevur tað verið rættiliga in at fara undir slíkar handlar kring landið. Í dag eru teir tríggir og í morgin klokkan 10 letur altso tann fjórði upp.

Eftir at fyrsti handilin lat upp í 2003, lat samtakið upp tveir aðrar handlar í 2006 – annan í Klaksvík og hin triðja í vesturbýnum í Havn.

Nú stendur so tann nýggjari og ovari parturin av Havnini fyri tørni, tá tann fjórði handilin letur upp í morgin við Sundsvegin í Havn.

Í dag eru um 100 fólk á lønarlistanum í teimum fýra INN-handlunum kring landið.