Verður bólkur C í HM-endaspælinum kallaður deyðans bólkur, so er talan um ein heilt annan bólk, tá ið ræður um bólk D.
Her eru tvey av londunum munandi sterkari enn hini bæði, og tað kemur óvart á tey flestu, um antin Iran ella Angola koma víðari frá innleiðandi bólkinum. Mest upplagt er, at Portugal og Mexico strúka avstað frá hinum liðunum og koma víðari í kappingini.
Portugal telist millum sterkastu fótbóltstjóðir í Europa, og tað plagar vanliga eisini at merkja, at landið er millum tey sterkastu í heiminum.
Mexico verður eisini mett sum ein sera sterk fótbóltstjóð, og hóast allir spælararnir ikki eru so kendir sum teir, ið spæla á stóru europeisku landsliðunum, er talan um eitt krútsterkt lið, sum bæði dugir at verja væl og at leypa á.
Kendasti spælarin á liðnum hjá Mexico er helst verjuspælarin Rafael Marques, sum spælir fyri spanska stórfelagið Barcelona, men í álopinum eru eisini tveir kendir mans Jared Borgetti og Francisco Fonseca, sum báðir duga at gera mál.
Mexico kom spælandi lætt í HM-endaspælið. Landið tóktist verða sterkari enn liðini, sum teir spældu ímóti í CONCACAF-kappingini, og við 22 málum í 10 dystum var ongantíð nakar ivi um, at Mexico fór at spæla við í Týsklandi.
Veikur bólkur
Bólkur D verður av mongum mettur sum tann veikasti bólkurin í innleiðandi kappingini, og tað kemst av, at Angola og Iran eru bæði í hesum bólki. Iran verður mett sum eitt lið, ið kann gera um seg, og eftir 5-2 sigurin á Bosnia-Herzogovina nú um dagarnar, tykist tað, sum um landið kann gera ein vørr í Týsklandi.
Stóri spælarin á iranska landsliðnum er Ali Karimi, sum spælir fyri Bayern Munchen í Týsklandi, og hann skal bæði skapa kjansir og skora mál, um Iran skal koma víðari.
- Vit hava ikki havt bestu fyrireikingarnar, tí spælararnir hava verið bundnir í teirra feløgum til nýliga, sigur venjarin Ivankovic.
Vónirnar eru heldur ikki blivnar betur av, at Iran hevur tapt venjingardystir ímóti enska 1. deildarliðnum Queens Park Rangers og ímóti Makedonia. Men seinasti sigurin á Bosnia gav eitt sindur betur vónir til endaspælið.
Angola verður mett sum eitt av veikastu londunum í HM-kappingini yvirhøvur. Roknað verður ikki við, at landið hevur nakran sum helst møguleika at koma víðari úr bólkinum, og mest sannlíkt er, at landið tapir sínar tríggjar dystir í bólkaspælinum.










