læraraútbúgvingina, sum tað kostar at gera íløgur í og at reka hetta staðið við útbúgving av pedagogum og lærarum sum mál, segði Jóannes Hansen, sum nú fer undir sítt fyrsta ár sum rektari á Føroya Læraraskúla [...] nøkur orð til teirra, sum ganga her á staðnum, so vóru tað hugtøkini pedagognæmingar og læraraskúlanæmingar, sum fyrst duttu fram í hugan. Men eg havi nevnt tykkum lesandi, og tað liggur eitt signal í hesum [...] framvegis síggja vit læraran sum áfyllara. Nútíðin og framtíðin leggur upp til, at vit síggja læraran sum íblásara og kveikjara. Um lesnaðurin eydnast optimalt, so verða tað tit, sum undrast og reflektera, og
stýrum, sum vit hava í dag, so hoyra vit javnan um, hvussu trupult tað er hjá teimum at loysa tær uppgávur, sum tey hava fingið álagt undir verandi umstøðum. Kunngerðir eru ikki tilevnaðar, sum skulu fylgja [...] Føroya fólk er ein tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir eina miðvísa fullveldisætlan o.s.fr. Hetta skuldi vera fellan, sum tey vildu leggja [...] hevur roynt at prenta niður í okkum, at ongin, og als ikki danska stjórnin, metir okkum sum eina tjóð ella sum eitt fólk, men uppskotinum kunnu vit ikki taka undir við. Uppskotið Hyggja vit eftir hvussu
lítið hugaligt at standa til svars fyri myndugleikanum, tí onkursvegna liggur ein duldur ótti, sum krýpur seg upp í tilvitið, tá ið ein stillar seg framan fyri myndugleikan. Hvat nú, um passið er útgingið [...] rigsfællegsskabet. Er det en god ide?” Hann segði tað við einum so forhánisligum tóna, ja, sum ein veruligur imperialistur, sum ikki loyvir íbúgvunum í lítlu koloniiunum at ríva seg leysar frá valdsharranum, tí [...] kann til síðst nevnast, at danir skulu sjálvandi ikki skerast yvir ein kamb, men eg verði so spinnandi óður, tá ið fólk viðfara okkum á ein so forhánisligan hátt. Hevði av góðum orsøkum ikki stundir til tað
vera vorðin til ein av stóru byggigølunum í Føroyum. Har lekur í eyri og seyri, og byggisjusk er óloysiligt knýtt at verkætlanini. MT Højgaard hevur boðað frá, at teir vilja bøta øll lítu, sum hava verið og [...] trupulleikar av ymiskum slagi, eru onnur amboð at taka til, so sum at málið verður kannað av eini § 19 nevnd, ella at Løgtingið setir ein kanningarstjóra eftir § 38 í stýrisskipanarlógini«. 14 mánaðar [...] verður sagt: » Sum byggiharri hevði Landsverk ábyrgd av skúlabyggingini í Hovi. Tann byggingin vísti seg at vera ófullfíggjað við mongum brekum. Í sambandi við byggingina var staðfest ein meirnýtsla – eisini
tíðin kemur. Og teir karmar, sum verða skaptir, verða ikki ein eingangsíløga til Oyggjaleikirnar, men ein væl umhugsað og skilagóð trivnaðaríløga í framtíðina. Búskapurin Sum áður nevnt hevur býráðssamgongan [...] reiðslurnar mettar at vera 494 mió. kr. Hetta er einans ein vøkstur á góð 2% yvir 5 ár. So hyggur tú bara at krónum og oyrum, so er talan um ein lítlan vøkstur. Men prístalið er frá 1. ársfjórðingi í 2008 [...] ári. Men her er sum so ikki talan um nýggja lántøku. Hartil kemur, at inntøkurnar hjá kommuni hava verið heldur betur, enn fíggjarætlanin hevur lagt upp til. Bindingar Lat okkum taka ein pástand aftrat
veru, á ongum sinni hava verið so høgir, sum undanfarna ár, og at fiskivinnan á landi kortini hevði vinning, sum verkafólk ongan lut fingu í. ? Tað frættist um ein stjóra, ið hevði fingið millión í eykaágóða [...] meðan verkafólkini, ið høvdu arbeitt virkið upp, fingu ein beran kaffimunn í tøkk, visti Ingeborg Vinther at siga. Lønarhækking løgtingsmanna Eins og onnur oddafólk í føroyskum fakfeløgum samanbar forkvinna [...] fingið 147 oyru, legði ein hørm Ingeborg Vinther stóran dent á, og gjørdi í sama andarhaldi púra greitt, at halda politikararnir, at bara teir skulu fáa sømdir, meðan sektin liggur á tí, ið fjøldin fær,
Irdi ein faldara, har hon segði frá nøkrum av málunum sum hon ynskti at fremja, um hon varð vald í bygdaráðið: Málið um dagstovnin var sjálvandi ovast á listanum, eins og hjá nærum øllum hinum sum bjóðaðu [...] Við sínum 430 íbúgvum hevur Hvannasunds kommunu nærum alt tað, sum vanlig fólk seta sum krav til staðið, har ein skal búgva: Her eru arbeiðspláss, framkomin og nýliga útbygdur skúli, dagrøkt, nýggjur [...] í samband við Palla Gregoriussen, sum hevur teknað stovnin. - Her hava vit havt námsfrøðingar og tekniskan ráðgeva inni í myndini, soleiðis at vit fáa ein stovn sum hóskar til okkara tørv, vísir Irdi á
longur uppi á Sevent Avenue liggur heimsins størsta vøruhús Macy`s og settu vit beina kós móti hesum so kenda vøruhúsi. Uttan er húsið ein stórur kolossur, ikki so flott sum ofta avmynda í bókum, og innan [...] sóðu vit eisini fólk ganga har, meðan vit hugdu at hesum imposanta rúmi. Tað er sum at koma inn í ein katedral, ella inn í ein av teim stóru antikku bygningunum í gamla Roma – eitt satt upplivilsi, og tað [...] Mikudagin 9. juni - Ein býtúrur Leiðin gongur fyrst yvir á Seventh Avenue, har vit gera eitt legg inn á tað heimskenda stadion Madison Square Garden, sum verður brúkt til ymisk bóltspøl, boxing, Mohammed
ur ella tilfar, sum hóskar til slíkt virksemi, og tí er tað rættiliga strævið fyri allar partar, segði ein lærari, sum kortini fegnaðist almikið um, at skúlin raðfestir evnisdagar sum eitt afturvendandi [...] verða til framløgurnar, og sumt er, sum ikki er so lætt at formidla. Men til dømis í bólkinum, sum arbeiddi við tunglyndi, valdu tey at framføra ein lítlan leik. Tey, sum arbeiddu við skaldskapi á bundnum [...] fyri fleiri bólkar, harav ein teirra hevði miðsavnað seg um franska landspartin Elsass –Lothringen við týsk-franska markið, har har evropeiski høvuðsstaðurin Strassburg liggur. Ein stórur bólkur arbeiddi
at sikra seg um tað er gamla Dimma ein hevur í hondini, nú hon er so lík hinum bløðunum. Páskirnar eru í hondum, sum er ein av teim stóru hátíðunum, sum kemur eins og tjaldrið ár um ár við einum uppr [...] Barrabass vera ein av teimun, sum eygleiddu mannin frá Nasaret, sum doyr í mítt stað. Pilatus vaskaði sínar hendur, tá hann hevði ofra sannleikan og tað sigst, at hann endaði sínar dagar, sum ein sinnissvakur [...] ber okkum boð um ein ljósari dag, har myrkrið má dvína fyri ljósinum. Í skrivandi løtu tykist, sum veturin stríðist ímóti vársins lívgevandi megi, sum kallar allan vøkstur fram, og sum hevur ligið í dvala