Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, helt leygardagin megnar 1. mai?røður bæði í Runavík og Fuglafirði. Umframt at vera ein álvarstala til arbeiðsgevarar og høgravongin í føroyskum politikki, var røðan í stóran mun pep-talk til limafjøldina í Føroya Arbeiðarafelag.
? Vit verkafólk vita, hvussu leikur fer, tá tey lægstløntu krevja betri sømdir og lønarbata; tá eru ongantíð ráð til nakað, og vinnulívið gremur seg um ringar tíðir. Sum vant brúka teir eisini lønarkrøv okkara at seta ilt ímillum fiskimenn og verkafólk, tí tá verður sagt, at fer lønin upp, mugu fiskaprísirnir niður, segði forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Í hesum sambandi vísti hon á, at fiskaprísirnir í roynd og veru, á ongum sinni hava verið so høgir, sum undanfarna ár, og at fiskivinnan á landi kortini hevði vinning, sum verkafólk ongan lut fingu í.
? Tað frættist um ein stjóra, ið hevði fingið millión í eykaágóða, tí árið hjá fyritøkuni hevði hilnast so væl, meðan verkafólkini, ið høvdu arbeitt virkið upp, fingu ein beran kaffimunn í tøkk, visti Ingeborg Vinther at siga.
Lønarhækking løgtingsmanna
Eins og onnur oddafólk í føroyskum fakfeløgum samanbar forkvinna Føroya Arbeiðarafelags samfelagssinni teirra lágløntu við ógvusligu lønarhækking løgtingsmanna.
? Teir (politikararnir, blðm.) hava fingið sær sjálvum eina lønarhækking á heili 9.000 kr. um mánaðin, umframt skattafríar ágóðar, meðan verkafólk okkara seinastu 10 árini hava fingið 147 oyru, legði ein hørm Ingeborg Vinther stóran dent á, og gjørdi í sama andarhaldi púra greitt, at halda politikararnir, at bara teir skulu fáa sømdir, meðan sektin liggur á tí, ið fjøldin fær, skulu teir hugsa seg um, tí so skal ikki verða?
Ganga ikki frá lønarkrøvunum
Lítil ivi var í hugaheimi Ingeborgar um, at Føroyar við fullari ferð stevna inn í skaran av láglønarsamfeløgum. Sambært forkvinnuni hevur hetta hent heilt av sær sjálvum, tí keypiorkan hevur verið fyri so munandi minking. Hennara útrokningar staðfestu, at bert til at vinna inn aftur mistu keypiorkuna, átti talan at verðið um 28% í lønarhækking.
? Tí eru lønarkrøv okkara ófrávikilig: Hesuferð skulu tey tímaløntu hava sín part, kravdi fakfelagsforkvinnan.
Arbeiðsumhvørvislógin
Tað var ikki bert lága lønin, ið stóð fyri skotum í røðuni hjá Ingeborg. Hon segði tað vera nógv fyri, at alt skal vera á gosi, hvørjaferð kor arbeiðandi fólksins skulu bøtast.
? Vit hava síðan 1975 havt eina arbeiðaraverndarlóg, ið er beinleiðis umsett úr donskum. Í 1991 gjørdu fult samdu partarnir á arbeiðsmarknaðinum uppskot til nýggja lóg. Í 6 ár varð hetta lógaruppskot súltað í landsstýrinum, áðrenn tað kom í løgtingið, har tað hevur verið til viðgerar eini fýra ferðir. Nú at enda varð sama uppskot felt á tingi, greiddi forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag frá, og skírdi tað landaskomm, at politikarar fella uppskot um føroyska arbeiðsumhvørvislóg, meðan teir hinvegin hava samtykt bæði ST- og Norðurlandasáttmálan um arbeiðsumhvørvi. Skuldina fyri at hava gingið undan í hesum, fekk Fólkaflokkurin?
Fólkatryggingin
Fólkaflokkurin í hami Stavnamansins fekk 1. mai eisini heiðurin av, at verandi pensiónsskipan eftir øllum at døma fer fyri bakka, og at sonevnda fólkatryggingin kemur í hennara stað.
? Sigið so ikki, at Fólkaflokkurin ikki fær sín a-sosiala fólkaflokspolitikk ígjøgnum í samgonguni, segði Ingeborg Vinther. Henda heiður noyddist hin Føroyski Fólkaflokkurin tó, sambært fakfelagsforkvinnuni, at býta við Helenu Dam á Neystabø, sum Ingeborg skírdi ein a-sosialan sosialmálaráðharra.
? Sosialmálaráðharrin hevur ført fram, at vit verða noydd at gjalda 10-15% av lønini í pensiónskassa, segði Ingeborg, og spurdi í hesum sambandi, hvør arbeiðari, sum vinnur millum 100 og 150 túsund um ári, fór at hava ráð at rinda slíka upphædd av lønini.
? Tað nyttar lítið at spara upp til pensión fram til 67. árið, og ikki hava ráð til hús, mat og klæði, meðan ein er mitt í lívinum?
Fullveldið Føroyar slapp heldur ikki snikkaleyst hesuferð. Ítøkiligi spurningur Ingeborgar í statsrættarhøpi var, um vit skulu ofra vælferðarsamfelagið fyri fullveldisætlan samgongunnar.
? Teir, ið skipa fyri fullveldinum, hava tryggjað seg sjálvar í høvd og reyv við hægri løn og betri pensiónsskipan, segði hon, og spurdi um tað var soleiðis vit skulu gerast ein sjálvbjargin tjóð.
Ingeborg Vinther, forkvinna Føroya Arbeiðarafelags, bað at enda verkafólkini fylkjast í feløgum sínum, og vísa umboðsfólki sínum í samráðingunum stuðul.
? Latið stríðsviljan sterka geva okkum mátt at stríðast móti øllum órættvísi; so skulu vit sigra?