Tað er cool at prøva nakað annað ..

Branding, Beatles til Boullabaisse vóru millum mongu evnini, sum næmingar í Studentaskúlin í Kambsdali arbeiddu við fyrstu dagarnar í vikuni

Allur Studentaskúlin í Kambsdali var ein kókandi ketil av hugskotum, skapandi spírum og øðrvísi framleiðslum fyrstu tríggir dagarnir í hesari vikuni. Meðan vanliga tímatalvan varð løgd til viks, høvdu næmingar og starvsfólk úr at gera í teimum 14 evnisbólkunum, sum savnaðu seg um alt møguligt, líka frá fyrstuhjálp og fjølmiðlar til franska fiskasuppu. Fyri at náa alt til almennu kvøldsetuna mikukvøldið, var neyðugt at arbeiða bæði miðvíst og til tíðir eisini langt út um vanliga skúlatíð við framløgum, framførslum, upplestri og smakkiroyndum.

Fyrrapartin mikudagin løgdu vit leiðina framvið skúlanum. Við á vitjanini vóru tvær 17 ára gamlar finnlandssvenskar gentur, sum hava verið í starvsvenjing sum fotografar á Sosialinum seinastu vikurnar. So tær tóku sjálvandi allar myndirnar.

Tá vit vitjaðu inn í ymsu stovurnar, duldu studentaskúlanæmingarnir ikki fyri, at teimum líkar sera væl evnisarbeiði. Allir bólkarnir høvdu hvør sína heimastovu, og annars funnu smábólkar av næmingum krókar her og har á skúlanum at arbeiða í. Enn einaferð varð prógvað, at karmarnir liva als ikki upp til nútímans námsfrøðilig krøv, har pláss eisini eigur at vera fyri bólkaarbeiði og skapandi virksemi av hesum slag.

- Vit hava hvørki hølisumstøður ella tilfar, sum hóskar til slíkt virksemi, og tí er tað rættiliga strævið fyri allar partar, segði ein lærari, sum kortini fegnaðist almikið um, at skúlin raðfestir evnisdagar sum eitt afturvendandi tiltak.

Teir tríggir dagarnir var øll vanlig undirvísing niðurløgd, meðan næmingarnir arbeiddu við alskyns evnum, sum í flestu førum gingu tvørtur um vanlig fak- og floksmørk. Næmingarnir høvdu sjálvir funnið evnini, og síðani varð býtt sundur so kristiliga, so allir bólkar vórðu fullteknaðir. 


Ymsir málbúnar

Í tílíkari tilgongd er sjálvandi ymiskt, hvørjir málbúnar nýttir verða til framløgurnar, og sumt er, sum ikki er so lætt at formidla. Men til dømis í bólkinum, sum arbeiddi við tunglyndi, valdu tey at framføra ein lítlan leik. Tey, sum arbeiddu við skaldskapi á bundnum máli, lósu og greinaðu yrkingar eftir Jóannes Nielsen, Carl Jóhan Jensen og Janus Djurhuus. Síðani yrktu tey sjálvi og ætlaðu sær at lesa upp yrkingar á kvøldsetuni. Evnisarbeiðið endar ofta við plansjum og Power-point framløgum. Hetta var eisini galdandi fyri fleiri bólkar, harav ein teirra hevði miðsavnað seg um franska landspartin Elsass –Lothringen við týsk-franska markið, har har evropeiski høvuðsstaðurin Strassburg liggur. Ein stórur bólkur arbeiddi við fjølmiðlum og politikki. Tey vitjaðu á Dimmu, í landsstýrinum og hjá løgmanni. Avrik teirra vóru fimm veggjaavísir um leiklutin hjá miðlunum í valstríðnum.

-- 


Myndatekstir:

- Ein bólkur av vísindafólkum og granskarum í hvítum kitlum genspleysaðu fluorescerandi bakteriur úr hvalspýggju. [IMG_5328]

--

- Angaroykurin av mati hongur um allan skúlan, tí fleiri bólkar valdu at gera mat. Franskan mat, fiskamat og tertur úr øllum heiminum – bæði mat- og køkutertur. [DSC_0107]

--

- So er borðreitt!! Ætlanin er at bjóða fólki smakkiroyndir av boullabaisse (franskari fiskasúpan) og aðrar franskar freistingar til framløguna í kvøld. [IMG_5459]

--

- Krútroykurin talaði fyri seg her verkfrøðingarnir halda til. Bólkurin arbeiddi við konstruktiónum av ymsum slag. – Hvussu nógv trýst heldur brúgvin til? Og hvat skal til fyri at spreingja ein bygning? [DSC_0044][ hovudsmynd]

--

- Ein stórur bólkur arbeiddi við fiski. Tey vóru floti og vitjaðu fiskamarknaðin. Síðani hagreiddu tey fiskin og kókaðu fiskasuppu – eitt nú úr sermerkta fiskaslagnum, lítil brosma, sum er vanligur matur sunnanfyri. [IMG_5372]

--

- Rúsdrekka á borðinum. Hesi bakaðu pannukøkur við vodka! Ein turrlagdur alkoholikari var á vitjan, og síðani vitjaðu tey í einum klubba, har tey blandaðu drykkir og tóku ein film upp. [DSC_0072]

--

- Tveir tónleikabólkar sum rættiliga svingaðu. 60ara tónleikur var á nótablaðnum, og høvdu tey fyrireikað ikki færri enn 10 løg, sum ætlanin var at framføra – sjálvandi í 60ara klæðum, hársniði og smyrsli. [DSC_0008]

--

- Eitt øðrvísi evnið: Branding av Føroyum. Næmingarnir í hesum bólkinum hugleiddu um, hvussu vit í Føroyum eiga at branda okkum mótvegis umheiminum. Hugskotini til búmerki vóru mong, men her er so eitt teirra:

“Náttúra, lívsgleði, orka, kærleiki, menning, friðsæla, tryggleiki og óvæntað veðurlag.

Grønu strikurnar longst til vinstru mynda stóru náttúruna - fjøll og berg - í Føroyum. Gráa strikan innií lýsir myndina av einum fiski, so okkara størsta vinna eisini fær sín part í búmerkinum. Grøni liturin gevur eina kenslu av friði og tryggleika. Síðani síggja vit sólina og vatndropan - óvæntaða og fjølbroytta veðurlagið - ið saman mynda ein glaðan persón - tann lívsglaða føroyingin. Rundan um síggja vit reyða hjartað, ið myndar kærleikan og góðsemið, sum eyðkennir føroyingar. Tað at heildin hellir frameftir - skák til høgru - myndar føroyska samfelagið í menning - á ferð frameftir. [Logo við litum]