Dam, sum hevur tikið sær av at samskipa jólapakkarnar til russar, sigur, at russar eru ógvuliga glaðir og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið í Føroyum. Hann sigur, at russar halda jól 6. januar [...] januar, og soleiðis er eisini tíð enn til at lata russisku sjómonnunum eina jólagávu í ár. Tað hevur rørt mong russisk hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir um jólini eru so langt burtur [...] nýggjárs. Hann sigur, at tey, sum vilja lata ein jólapakka, kunnu leggja pakkan inn á havnarskrivstovurnar í ávikavist Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri. Árni Dam sigur, at nógv russisk skip og
Nú røkist fyri, at tað fer at verða bíligari hjá listafólki at flúgva til og úr Føroyum. Tí í morgin verður avdúkað ein loftbrúgv til føroysk listafólk Tað eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum [...] hava ráð at ferðast so nógv, sum tey skulu, fyri at liva sum listafólk her á landi, og tað verður munandi lættari nú. Hetta er ein sera beinleiðis máti at stuðla mentanini, sum uttan iva fær stóran týdning [...] fer eisini at leysgeva annan stuðul, so sum stuðul frá Mentanargrunninum, sum í lutvíst stóran mun verður latin til ferðaseðlar. – Ein av størstu trupulleikum hjá føroyskum listafólkum er, at tey ikki hava
Teir søgdu, at um so var, at hann ikki gav teimum pengar og fartelefon hansara, knústu teir hann sundur. Hann svaraði, at frá honum fingu teir hvørki eitt ella annað. Hetta hevði við sær, at ein av arabararunum [...] rýmingar. Við in.fo sigur ungi føroyingurin, at hann lættliga kundi havt knúst allar sundur, so teir endaðu á sjúkrahúsi, men at hann ístaðin heitti á teir um at fáa sær eitt gott prát við foreldur teirra [...] arabararunum leyp á hann. Men hann var ikki greiður yvir, at føroyingurin er karatumeistari, og løtu seinni lá álopsmaðurin niðri á asfaltinum – feldur av einum karatusparki. Somu viðferð fekk vinur hansara
verður á, at samstarvið er eitt úrslit av, at kommunurnar hava ásannað, at økið er ov stórt til eina einstaka kommunu at umsita. Við avtaluni fegnast kommunurnar eisini um, at tað hevur eydnast at funnið [...] sum í løtuni er einasti sertannlækni í ortodonti í Føroyum. - Skipanin hevur higartil verið merkt av, at útlendskir sertannlæknar regluliga hava vitjað og viðgjørt føroysku børnini, men við hesum verður [...] sum er á staðnum og tøk alt árið runt. Avtalan er galdandi fram til 1. august 2018, tá partarnir fara at eftirmeta hana.
r á bóli, at útselt varð áðrenn konsertina. - Vit eru sum heild sera væl nøgdir við tiltakið. Vit vistu frammanundan, at vit høvdu eina sterka og góða skrá við góðum og kendum nøvnum. Men at tað skuldi [...] sindur varnir við at velja nakað navn úr rúgvuni. - Ilt er at meta um hvørjar framførslur vit fegnast mest um, tí allar vóru ymiskar. Fyri tey ungu var tað nokk Sean Kingston, sum tey fara at minnast best, [...] triðja var tað Carpark North o.s.fr. Og tað er tað sum er meiningin við Tórsfest, at øll fáa nakað fyri peningin, soleiðis at tá avtornar, so hava øll fingið eina góða uppliving. Afturmeldingarnar vit hava
ongin glotti at hóma í nøkrum setningi. Málið er kortini ikki avgreitt av býráðnum fyri tað, um ein tepur meiriluti í mentamálanevndini tók avgerð um ikki at gera eftir ynskinum hjá foreldrum at børnum í Sankta [...] roynd. Ymsar meiningar eru millum býráðslimir um spurningin at hava eitt sindur av framhaldsdeild í miðbýnum. Tí ber ikki til at siga í dag, at málið er avgreitt. Tann avgerandi støðutakanin er tann, sum [...] er ikki liðugt viðgjørt í Tórshavnar býráð. Eftir almenna fundin herfyri, tá borgarstjórin lovaði, at málið varð tikið uppaftur, hevur ein viðgerð verið yvir háls og herðar í umsitingini og í mentamálanevndini
bæði verður um at gera nýggjar vegir, eins og at dagføra verandi vegir, sum verða partar av verkætlanini. Verkætlanin er samstundis ein partur av suðurleiðini og ætlanini hjá landinum um at binda suðurøkið [...] Nú fáa verður sjøtul settur á arbeiðið at gera ein nýggjan hvalbiartunnil. Landsverk boðar nú frá, at fríggjadagin varð prosjekteringin av eini nýggjari hvalbiarfarleið boðin út. Tunnilin, sum verður 2 [...] vegur gerast frá tunnilsmunnanum inn til Trongisvágs. Her er ætlanin at fylgja verandi vegi mest møguliga, men ætlanin er eisini at dagføra og lyfta verandi veg til dagsins støði. Trongisvágsmegin verður
sannlíkt, at tað fer at vera trongligt á áhoyraraplássunum fyrrapartin. Í gjár høvdu felagið Línuskip, felagið Trolbátar og Meginfelag Útróðrarmanna fund á Hotel Runavík. Feløgini góvu til kennar, at tey eru [...] gongur út upp á at hækka studningin til lesandi á hægri lestri, studning til einsamallar uppihaldarar 12. mánaðin og um at hækka barnastudningin. Hetta málið verður beint mentanarnevndini at viðgera. [...] verður málið beint vinnunevndini at viðgera. Umframt uppskotið um fiskidagar er fyrsta viðgerð um sølu og avhending av Lív á skránni. Tað málið verður beint í fíggjarnevndina at viðgera. Og so verður fyrsta
fyri in.fo, at fótbóltssambandið fer at taka málið upp við støði í sjónbandaupptøkunum, sum eru at finna á Youtube. Og helst kemur ein úrskurður av viðgerðini av málinum longu í dag, tí at í viðmerking [...] sunnudagin, og spurningurin er so, um Mayowa Alli sleppur at spæla við í hesum dysti ella ikki. RÆTTING KL 18:50: FSF hevur í kvøld boðað frá, at ongin úrskurður kemur úr málinum fyrr enn í morgin. [...] Í dystinum ímillum HB og KÍ var ein umstríddur tilburður, har tað var rættiliga eyðsæð, at Mayowa Alli hjá KÍ slóð Ari Mohr Olsen hjá HB, sum frammanundan hevði hálað í troyggjuna hjá amerikanska KÍ-v
Magnussen - Tað gevur ikki ordiliga meining, at ein klædnahandil hevur fingið sær navnið Staðið. Tað hevur einki við klæðir at gera. Men okkara navn gevur meining, tí at hetta er staðið har ið tey ungu møtast [...] leiðarin fyri ungdómshúsið í Vestmanna tikið væl ímóti, at ein klædnahandil í Havn, hevur fingið sær sama navn sum teirra ungdómshús. -Eg trúgvi, at um hon (stjórin í klædnahandlinum, red.) hevði leitað [...] møtast. Tað segði ein av ungu gentunum, ið vanliga plagar at vera í vælumtókta ungdómshúsinum í Vestmanna, við Rás2. Talan er um íkomnu orrustuna millum ungdómshúsið í Vestmanna og klædnahandilin í Havn, sum