Ein 14 ára gamal drongur, ið er av føroyskari ætt, varð fyri nøkrum mánaðum síðani út fyri eini óhugnaligari hending.
Ein dagin hann spákaði sær ein túr, komu tríggir ungir menn av arabiskari herkomu yvir til hann. Teir søgdu, at um so var, at hann ikki gav teimum pengar og fartelefon hansara, knústu teir hann sundur.
Hann svaraði, at frá honum fingu teir hvørki eitt ella annað. Hetta hevði við sær, at ein av arabararunum leyp á hann. Men hann var ikki greiður yvir, at føroyingurin er karatumeistari, og løtu seinni lá álopsmaðurin niðri á asfaltinum – feldur av einum karatusparki.
Somu viðferð fekk vinur hansara, tá ið hann royndi seg sum bardagamann. Føroyingurin spurdi nú triðja mannin, um hann kundi hugsa sær sama umgang, sum vinir hansara høvdu fingið. Men hann svaraði ikki og tók til rýmingar.
Við in.fo sigur ungi føroyingurin, at hann lættliga kundi havt knúst allar sundur, so teir endaðu á sjúkrahúsi, men at hann ístaðin heitti á teir um at fáa sær eitt gott prát við foreldur teirra um kærleika, og annars halda uppat við valds- og bandittagerðum teirra.