Í nógv ár hava føroyingar lati russum, sum eru í Føroyum og sum sigla um okkara leiðir, jólapakkar. Árni Dam, sum hevur tikið sær av at samskipa jólapakkarnar til russar, sigur, at russar eru ógvuliga glaðir og takksamir fyri pakkarnar, sum teir hava fingið í Føroyum.
Hann sigur, at russar halda jól 6. januar, og soleiðis er eisini tíð enn til at lata russisku sjómonnunum eina jólagávu í ár. Tað hevur rørt mong russisk hjørtu, at teir hava fingið jólapakkar úr Føroyum, tá teir um jólini eru so langt burtur frá sínum kæru heima.
- Tey, sum eru so beinasom og vilja lata russisku sjómonnunum ein jólapakka, kunnu leggja teir inn á skrivstovuna hjá Faroe Agency Yviri við Strond 4, og her verður eisini opið millum jóla og nýggjárs.
Hann sigur, at tey, sum vilja lata ein jólapakka, kunnu leggja pakkan inn á havnarskrivstovurnar í ávikavist Klaksvík, Fuglafirði, Runavík og á Tvøroyri.
Árni Dam sigur, at nógv russisk skip og soleiðis eisini nógvir russiskir sjómenn eru í Føroyum og um okkara leiðir í hesum døgum, og tí hevði tað fløvað, um fólk í Føroyum góvu sær stundir at hugsa um hesar menn, nú jólini stunda til.