Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag 2014, sum var hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn í dag, samtykti at geva sær sjálvum størri vald frameftir. Undirtøka var nevniliga fyri at strika grein 14 í lógum felagsins, sum sigur, at lógarbroytingar bert kunnu fremjast eftir frumatkvøðugreiðslu.
Sama áseting, sum ætlanin er at broyta, er eisini júst orsøk til, at samtyktin í dag ikki kann verða veruleiki, fyrr enn hon eisini er samtykt við atkvøðugreiðslu millum allar limir felagsins, og tá skulu 3/5 av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri broytingini.
Okkurt kundi tó bent á, at broytingin hevur ein møguleika at koma ígjøgnum frumatkvøðugreiðsluna eisini, tí á landsfundinum fekk uppskotið dyggan meiriluta. 38 atkvøddu fyri, ein ímóti, og seks atkvøður vóru blankar.
Jan Højgaard nam í síni formansfrágreiðing við hópin av truplum málum og viðurskiftum, sum felagið hevur at dragast við, men umrøðan av tí, sum gongur fyri seg í uppsjóvarfiskiskapinum var tað, sum elvdi til mesta kjakið. Serliga viðurskiftini rundanum skipini Grunnabarð og Asbjørn Senior fingu nógva umrøðu – bæði viðvíkjandi hýru- og mynstringarviðurskiftunum hjá manningunum og viðvíkjandi tillutingini av fiskirættindum og kvotum til hesi skipini, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðu sínari.