Nú røkist fyri, at tað fer at verða bíligari hjá listafólki at flúgva til og úr Føroyum. Tí í morgin verður avdúkað ein loftbrúgv til føroysk listafólk
Tað eru Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog og Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum bjóða áhugaðum til tiltakið í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 16.
Sagt verður ikki, hvat hendan »loftbrúgvgin« ítøkiliga snýr seg um. Men sum skilst er hetta stuðul til listafólk, sum veittur sum flogferðaseðlar. Sum skilst á listafólkum eru tey sera spent og síggja tað sum eitt stórt framstig – serliga síðani Atlantsflog við nýggju strategiini skar allan slíkan stuðul burtur.
Hetta fer eisini at leysgeva annan stuðul, so sum stuðul frá Mentanargrunninum, sum í lutvíst stóran mun verður latin til ferðaseðlar.
– Ein av størstu trupulleikum hjá føroyskum listafólkum er, at tey ikki hava ráð at ferðast so nógv, sum tey skulu, fyri at liva sum listafólk her á landi, og tað verður munandi lættari nú. Hetta er ein sera beinleiðis máti at stuðla mentanini, sum uttan iva fær stóran týdning, sigur listafólk, sum in.fo hevur tosað við.










