4.000 fólk savnaðust á Havnar gøtum, tá skipað varð fyri Tórsfest um vikuskiftið, har nøvn sum Sean Kingston, Saybia og Carpark North framførdu.
Hóast fleiri stór nøvn á skránni, so tók tað fyrireikararnar á bóli, at útselt varð áðrenn konsertina.
- Vit eru sum heild sera væl nøgdir við tiltakið. Vit vistu frammanundan, at vit høvdu eina sterka og góða skrá við góðum og kendum nøvnum. Men at tað skuldi blíva útselt áðrenn tiltakið byrjaði, høvdu vit kanska ikki vænta. Har vórðu 4000 fólk á Tórsfest, siga fyrireikararnir við in.fo.
Spurdir um tað var nøkur serlig konsert, ið skaraði framúr, eru fyrireikararnir eitt sindur varnir við at velja nakað navn úr rúgvuni.
- Ilt er at meta um hvørjar framførslur vit fegnast mest um, tí allar vóru ymiskar. Fyri tey ungu var tað nokk Sean Kingston, sum tey fara at minnast best, fyri onkran var tað Saybia og onkran triðja var tað Carpark North o.s.fr. Og tað er tað sum er meiningin við Tórsfest, at øll fáa nakað fyri peningin, soleiðis at tá avtornar, so hava øll fingið eina góða uppliving. Afturmeldingarnar vit hava fingið hava verið góðar - bæði frá vitjandi og tónleikarunum.