Norðoyingar og eysturoyingar samstarva um tenn

Mánadagin 4. juli skrivaðu Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommuna undir avtalu við Tannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð sertannlækna í ortodonti.


- Sambært § 2 í lógini um barna- og ungdómstannrøkt skulu øll kommunustýrið tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerðandi tannrøkt, og tað er júst hetta, sum henda avtalan tryggjar øllum børnum og ungum í Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Eysturkommunu, skriva kommunurnar í tíðindaskrivi í dag.


Víst verður á, at samstarvið er eitt úrslit av, at kommunurnar hava ásannað, at økið er ov stórt til eina einstaka kommunu at umsita.


Við avtaluni fegnast kommunurnar eisini um, at tað hevur eydnast at funnið eina føroyska loysn, tí avtala er fingin í lag við Tannspenn sp/f, v/Halldis á Grønastøð, sum í løtuni er einasti sertannlækni í ortodonti í Føroyum.


- Skipanin hevur higartil verið merkt av, at útlendskir sertannlæknar regluliga hava vitjað og viðgjørt føroysku børnini, men við hesum verður grundarlag skapt fyri einari føroyskari loysn, sum er á staðnum og tøk alt árið runt.


Avtalan er galdandi fram til 1. august 2018, tá partarnir fara at eftirmeta hana.