í byrjanini haldi eg ikki, at har var nakað ávíst. Tað vaks fram, meðan arbeitt varð, vit kjakaðust og skiftu orð um innihald og skipan. Og so við og við fekk arbeiðið endaligt snið. ? Hví nýta tit onnur [...] nakað sum scenunøvn. Og so valdu vit at nýta tey her. ? Sipar heitið á fløguni til nakað serstakt? ? Ja, vit høvdu fleiri uppskot um, hvat vit skuldu kalla fløguna; og tað endaði so við hesum. Ein føroyskur [...] ætlaður at vera fúlur, og so funnu vit uppá, hvussu tann teksturin skuldi orðast. Flestu av hinum spruttu mestsum upp av sær sjálvum. Um tað er neyðugt? Kanska, tí ofta mást tú gera í so nógv av, skulu fólk
fyrstu ferð vórðu borin fram fyri nøkrum ella fleiri øldum síðani. Men spurningurin kann so vera, hvørt listaverkið ber fólki á okkara døgum sama boðskap, sum tað gjørdi fyrr; ella um nútíðarmenniskju uppfata [...] samtíðini, men sum seinni hava verið viðurkend av øllum. ? So dómur samtíðarinnar er ikki altíð so eftirfarandi, tá ið samanum kemur; serstakliga ikki, um nomið verður við eym ella nøsk evni, sum fá vilja kennast [...] hvussu er fegnast mong um forna byggilist, tónleik, ið varð til fyri fleiri hundrað árum síðani, myndum og standmyndum frá forn- og miðøld. Somuleiðis eru fleiri, sum fegnast um skaldskap úr miðøldini
klokkan 19.00 komu boð um, at 40 tonsarin Sjóborgin av Strondum, við fimm monnum umborð, ikki var komin til lands. Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi og um trý-tíðina seinnapartin [...] Leitingin hevur verið so »intens«, at nú rokna vit ikki við at finna bátin, sigur vakthavandi á V&B. Tað luttaka 15 skip, trý vaktarskip, tvær tyrlur og eitt flogfar í leitingini, sum heldur fram. [...] upp og ætlanin var at fara inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið. Tá báturin ikki var komin fram aftaná klokkan seks hóskvøldið varð farið at leita. Leitað var alt kvøldið og náttina við men einki
økja um trúvirði í greinini. Tað er sjálvsagt, at ein politikari, sum stendur fyri vali, ynskir at lýsa sína støðu so góða sum gjørligt. Men beinleiðis at venda veruleikanum á høvdi og bera fram so villeiðandi [...] stundar til val ? at sannføra fólk um, at tað í Føroyum gongur framá við sjeymílafetum. Og at hetta er fólkafloksins politisku avrikum fyri at takka. Um útsagninar so tola eina nærri granskan er líkamikið [...] blaðheiminum. Og fyrst og fremst megnar tað ikki at liva upp til kravið um ikki medvitandi at skriva ósatt. Hetta fingu vit eitt talandi dømi um í Dagblaðnum frá 30. mars ? mánadegnum. Hjá Fólkaflokkinum er sjálvandi
fylkingin komin á gravarbakkan, men hóast henda veruleika, so fer neyvan nøkur sjálvrannsakan fram í tí sektini, ið eftir er, og tí er ongin vón um heilsubót. Tað at hava sitið á løgtingi og í landsstýri [...] Eg havi bjóðað meg fram sum valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið. Eg var valdur løgtingsmaður fyri Verkamannafylkingina í 1994. Viðurskiftini í fylkingini blivu so ótolandi, at tað var ómøguligt [...] landið á føtur aftur og at vælferðarsamfelagið skuldi varðveitast og mennast. Mong eru óiva í døpurhuga um tað yvirhøvur ber til at stýra Føroyum við skili, og mangan ivast ein sjálvur, tá ein nærum dagliga
fingið so góðar sømdir seinastu fýra árini, sum Bjørn á Heygum av røttum vildi givið teimum. Spurningur um at ofra seg Tá hann so hugsar um tær 15.000 krónurnar, sum tingmenn vinna um mánaðin, so er tað [...] nakran í Sambandsflokkinum ella onnur um tað. Tað eydnaðist tó flokkinum at trýsta Edmund Joensen at taka orðini í seg aftur ta ferðina. Um nakað, so er hetta prógv um ábyrgdarleysan atburð og vánaligt poltiskt [...] fólk leggja fólk sítt privata starv niður, fyri 15.000 krónur um mánaðin? Lært nógv um samfelagsskipanina Hvørjar royndir hevur tú gjørt tær um samfelagið hesi fýra árini? Eg havi lært nógv fólk at kenna
komið frá løgmanni um tað. Ein rupulleiki er, at Dúgvan liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin hjá Norrønu er, at veðrið er so ringt, at tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla [...] mánadagin. Annars kemur fiskurin ov seint fram á marknaðin lonri suðuri, og so rýkur páskasølan. ? Og verður tað ov seint, verða vit noyddir at frysta fiskin, men so missa vit kanska helvtina av útflutnin [...] møguleikin sleptur, tí veðrið varð so ringt, at fiskurin hevð í ?verið í knúsi? umborð einum trolara. ? Tann avgjørt frægasta loysnin hevði verið Smyril, tí hann siglir so skjótt, sigur Jannie Bjørgvin á
hvørja ferð. Men so koyra teir eisini í aðrar 3-4 tímar, alt eftir hvussu nógv vekt er í bilinum. Bilarnir hava bakk-geaor og tvey fram-gear. Í tí lægra fram-gearinum koyra bilarnir um 7-8 km. um tíman. Í tí [...] tí hægra fram-gearinum koyra teir uml. 12-14 km. um tíman. Men blomba er í tí hægra gearinum, sum foreldrini sjálvi kunnu taka úr um tey vilja tað. Teir báðir, sum manna básin hjá Esmar Simonsen eru Karl [...] kortini eitt nummar heilt fyri seg sjálvan. Tí meðan hinar bilasølurnar hugsa um bilarnar til tey vaksnu, hugsar Esmar um bilarnar til tey smáu. Á básinum hjá Esmar Simonsen standa nevniliga fýra, smáir
Á sølustevnuni á Tvøroyri snýr tað mesta seg um at selja. Men nakrir framsýnarar eru, sum ikki hava nakað at selja - í hvussu so er ikki fyri fyri pengar. Ein av teimum er Tekniski skúli. Og tað er ikki [...] num. Mogens Brix sigur, at tann føroyska SIT útbúgvingin er góðkend í Danmark so at aftaná SIT í Føroyum, kann halda fram við hægri lestur. Mogens Brix er væl nøgdur við sølustevnuna á Tvøroyri og teir [...] fortelja teimum ungu frá teimum útbúgvingum, sum skúlin hevur at bjóða. Ikki minst fer skúlin at fortelja um tað nýggju SIT útbúgvingina og, hvørjar møguleikar annars eru á tekniska skúla. SIT er ein miðnámsútbúgving
at eygleiða teir báðar, tí teir vóru so ólíkir, eru listamenninir samdir um. - Eyðun sat leingi við báðum hondum um høvd, mestsum onki lívstekin kom frá honum, so djúpt grundaði hann, siga báðir hugtiknir [...] trygga fjarstøðu frá telvarunum, so at teir ongan órógvaðu. Stillisliga tóku teir blokk og blýant fram, skimaðust og litu seg í kring, royndu at finna rætta motivið, gjørdu so fyrstu strokini eftir pappírinum [...] hava sína heilt persónligu medferð, og tí varnast tú okkurt nýtt, hvagar tú so vendir tær, halda teir báðir. Og hvørjar hava teir so serliga eygleitt? Fyrsta talvið, teir sóu, var millum Eyðun Nolsøe og Flóvin