Hóskvøldið klokkan 19.00 komu boð um, at 40 tonsarin Sjóborgin av Strondum, við fimm monnum umborð, ikki var komin til lands.
Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi og um trý-tíðina seinnapartin hósdagin vóru teir komnir undir Mýling.
Báturin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp og ætlanin var at fara inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið.
Tá báturin ikki var komin fram aftaná klokkan seks hóskvøldið varð farið at leita.
Leitað var alt kvøldið og náttina við men einki sást til bátin.
Av Vaktar- og Bjargingartænastuni verður sagt, at teir nú bert leita eftir manningini.
? Leitingin hevur verið so »intens«, at nú rokna vit ikki við at finna bátin, sigur vakthavandi á V&B.
Tað luttaka 15 skip, trý vaktarskip, tvær tyrlur og eitt flogfar í leitingini, sum heldur fram.










