Bilurin til tey smáu

Ístaðin fyri at brúka orkuna uppá bilar til tey stóru børnini - tey sum eru eldri enn 18 ár - roynir Esmar Simonsen seg við at selja bilar til 3-9 ára gomul børn

Tað er ótrúligt, hvat tey kunnu finna uppá.

Henda gamla sannroyndin mundi koma teimum flestu til hugs, sum gingu framvið básinum hjá Esmar Simonsen á páskastevnuni hjá TB í ítróttarhøllini í Trongisvági.

Tí hóast nógvar bilasølur eru á sølustevnuni, er ?bilasølan? hjá Esmari Simonsen kortini eitt nummar heilt fyri seg sjálvan.

Tí meðan hinar bilasølurnar hugsa um bilarnar til tey vaksnu, hugsar Esmar um bilarnar til tey smáu.

Á básinum hjá Esmar Simonsen standa nevniliga fýra, smáir bilar, sum fáa hárini at reisast í nakkanum á teimum smáu.

Og at hetta er nakað sum hugtekur tey helt ungu sást á, hvussu tey flokkaðust rundanum bilarnar.

Talan er um fýra eldrivnar bilar til børn úr 3-9 ár.

So vítt vit vita, er hetta fyrstu fer, at nakar gera álvara uturúr at selja slíkar bilar í Føroyum.

Bilarnir ganga við 12 volt battaríið, sum tað tekur 3-4 tímar at løða hvørja ferð.

Men so koyra teir eisini í aðrar 3-4 tímar, alt eftir hvussu nógv vekt er í bilinum.

Bilarnir hava bakk-geaor og tvey fram-gear.

Í tí lægra fram-gearinum koyra bilarnir um 7-8 km. um tíman.

Í tí hægra fram-gearinum koyra teir uml. 12-14 km. um tíman.

Men blomba er í tí hægra gearinum, sum foreldrini sjálvi kunnu taka úr um tey vilja tað.

Teir báðir, sum manna básin hjá Esmar Simonsen eru Karl Birgir Isaksen og Høgni Mohr.

Teir báðir siga at teir eru mest komnir suður á páskastevnu at vísa, hvørji dekk teir hava, og við betrekkum, sum verkstøð brúka at verja bilarnar innan, meðan arbeitt verður uppá teir.

Men til stuttleika tóku teir eisini mini-bilarnar við.

Teir hava tvær støddir av bilum við.

Á stevnuni kosta teir báðir minnu 4.900 krónur og teir báðir størru kosta 6.900 krónur. Vanliga kosta teir eitt sindur meiri


Sera hugtakandi

Annars eru teir báðir sera væl nøgdir við tann fyrsta dain á sølustevnuni.

? Vit eru sera hugtiknir av, hvussu væl og professionelt stevnan er fyrireikað, og hvussu nosslig og snotilig framsýningarhøllin er.

?Alt var klárt til tíðina, og vit blivu sera væl móttiknir. So vit angra onga løtu, at vit komu suður.

? Og so hava tað verið nógv fleiri fólk, enn vit høvdu roknað við