Valla varnaðist nakar telvari menninar, sum varliga førkaðu seg í trygga fjarstøðu frá telvarunum, so at teir ongan órógvaðu. Stillisliga tóku teir blokk og blýant fram, skimaðust og litu seg í kring, royndu at finna rætta motivið, gjørdu so fyrstu strokini eftir pappírinum, og skjótt fór motivið at taka skap.
Talvhugaðu listamenninir vóru Torbjørn Olsen, Olivur við Neyst og norðmaðurin Geir Nyhus, sum er í Føroyum í fakligum ørindum. Eftir at teir høvdu gjørt seg lidnar við sínar skitsur hittu vit føroysku listamenninar í stuttum viðtal.
Báðir lótu væl at og hildu, at tað var spennandi at royna. - Tað var næstan sum at tekna livandi modell, helt Olivur. Teir sita stillir í tímavís, so tú fært góðar stundir. Pinnastillir sita teir kortini ikki - tíbetur - annars hevði tað, tú skitsar, blivið ov sterilt og fotografiskt, sigur Olivur.
Men var okkurt, sum listamenninir serliga heftu seg við - kanska onkur felags eyðkenni?
- Serliga hugtakandi er at eygleiða kropsburðin, siga báðir. - Allir hava sína heilt persónligu medferð, og tí varnast tú okkurt nýtt, hvagar tú so vendir tær, halda teir báðir.
Og hvørjar hava teir so serliga eygleitt?
Fyrsta talvið, teir sóu, var millum Eyðun Nolsøe og Flóvin Tór Næs í øðrum umfari. - Stuttligt var at eygleiða teir báðar, tí teir vóru so ólíkir, eru listamenninir samdir um.
- Eyðun sat leingi við báðum hondum um høvd, mestsum onki lívstekin kom frá honum, so djúpt grundaði hann, siga báðir hugtiknir. - Við Flóvini var øðrvísi; hugurin tóktist ikki so festur at sjálvum talvinum, hann munnaði sær upp ímillum av kaffibikarinum, og stundum reistist hann frá borðinum at vita, hvussu tað gekst hinum. Men eitt høvdu teir tó varnast við Flóvini; høgri fóturin livdi javnt og samt í títtum rørslum undir talvinum.
Annars halda teir, at tað serliga eru hendurnar, sum telvararnir eru ófriðarligir við. Sum heild ber kanska til at siga, at rørslurnar endurspegla støðuna á borðinum ella í hvussu er hugsanina um støðuna á borðinum.
- Spennandi er at ganga millum telvararnar, tí nógv er at eygleiða - annars eru vit eisini á einum máli um, at talv er sera hugtakandi og inspirerandi spæl, siga Torbjørn Olsen og Olivur við Neyst.
- Vit ætla okkum at vitja aftur ein av fyrstu døgunum, leggja teir afturat.