verða umframt hesi eisini onnur fólkasløg á leguni. Arbeitt verður í einar 7 dagar, ofta verður bert arbeitt fyrrapartar og ein hevur sostatt høvi til at súkkla ella ganga túrar og tosa við fólk í grannalagnum [...] grannalagnum. Á leguni eru handil, barr, matarsalur, pallur til ymiskar framførslur í t.d. dansi, tónleiki o.ø., somuleiðis koma fólk á leguna at halda fyrilestrar, sýna film o.a. í fyrilestrahøllini. Hevur tú [...] Vágar. Uppihald við mati og útferðum og mongum øðrum tiltøkum kostar 250 dollarar. Ongar trupusjúkur eru í Kuba, so bert verður mælt til kopping móti stívkrampa og livrabruna. Øll læknaviðgerð er annars ókeypis
bert góðtekur eina barnavernd í Suðuroy, tí marki uppá 1500 fólk í einari kommunu, er bert komi fram tí Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørð sum eru limir í kommunusamskipan Føroya, høvdu umleið hetta fólkatali [...] Tvøroyri, ið ikki er fíggjarliga væl fyri, skal byggja sítt egna ellisheim er hol í høvdi . Men nøkur fólk hava tað soleiðis, at tá ið tey liva við reyvini í vatnskorpuni, skulu tey spæla rík og vera fín uppá [...] Suðuroyingar vita kanska ikki, at ein orsøk til vantandi samstarv er, at býráðslimir á Tvøroyri og í Vági eru ógvuliga bangnir fyri, at skatturin frá starvsfólki í kommununum, skal fara tað "skeiva" staði. Veruleikin
stundar aftur móti vali, nógv eru valevnini, sum bjóða seg fram meira og minni í jólahýri við gávu í hond. Hvussu úrslitið verður er sum altíð ilt at gita, men vónandi verða tað fólk sum ikki stara seg blind [...] fram í tíðina, taka arbeiði í álvara og ikki minst vilja brúka tíð uppá hetta týdningarmikla arbeiði. Fólk, sum hava visiónir og viljan at skapa nakað býnum og fólkinum til frama. Sjálvur havi eg sitið í býráðnum [...] mentan annars. Ikki er ringt at leggja til merkis tey stóru mál, sum mentanarnevndin hevur sett í verk hesi árini. ?Á eldraøkinum slóðaðu vit fyri í landinum táið Vesturstova opnaði. ?Hava avsett pening og
8. december, tá rennast ella gangast kann gjøgnum tunnilin. Tað eru Sandavágs Ítróttarfelag, SÍF, og felagið Bragdið, sum skipa fyri hesi rennikappingini. Luttakararnir verða býttir sundur í fleiri aldursbólkar [...] tey, at tey gjøgnumføra túrin fyri at fáa luttøkuprógv. Talan er í grundini bæði um kapping og ikki. Fólk kunnu sjálvandi renna gjøgnum tunnilin og so vóna at verða fyrst og harvið vinna eitt heiðursmerki [...] vinnararnir í hvørjum aldursbólki eitt heiðursmerki. Luttakararnir møta við tunnilsmunnarnar tí megin, tey eru stødd. Vágafólk verða so koyrd við bussi gjøgnum tunnilin til Leynar, haðani so verður farið aftur
Uttan mun til hvar fólk standa í sjálvstýrismálinum, so eru tey flestu óivað leidd og troytt av tí áhaldandi og úrslitaleysa klandrinum og eljustríðnum fyri og ímóti fullveldi, sum hevur troðkað alt annað [...] tá Løgtingið ynskir tað, og ? at Løgtingið sum umboð fyri Føroya fólk er hægsti myndugleiki og harvið evsta vald í øllum málum, sum eru yvirtikin og løgd undir føroyskt lóggávuvald. Við støði í Sjálvs [...] kunnu nýta alla orku til øll hini týdningarmiklu politisku samfelagsmálini, sum hava ligið á láni. Men hesi farnu 4 árini hava prógvað til fulnar, at vit fáa onga loysn í sjálvstýrismálinum, uttan at tað verður
enn vilja skilja søguna, mugu vit bara staðfesta, at soleiðis sum gongdin hevur verið, hava bæði hesi fólk rætt til Heilaga landið. Tað ber rætt og slætt ikki til at nokta øðrum teirra rætt til part av landinum [...] Vit í Føroyum og aðrastaðni eru bert eygleiðarar til tað, sum hendir í Ísrael. Vit uppliva hetta gjøgnum miðlarnar og gera okkara niðurstøður út frá tí. Og hvat annað kunnu vit! Tann, sum hevur vitjað [...] palestinum. Teir geva eina subjektiva og ikki rættvísa mynd av støðuni. Tá so er, og nettupp hesir miðlar eru okkara nærum einasta forum fyri at fáa innlit í støðuna, so er ikki lætt hjá okkum. Spurningurin er
Men bygdarhús og aðrir bygningar eru lítið mætari. - Tað eru heilir 60-70% av øllum skúlum í Føroyum, sum tað ikki ber til hjá rørslutarnaðum at sleppa inn í. - Tað eru teir heilt stóru syndararnir, leggur [...] kommunuskrivstovur eru gjørdar í gomlum sethúsum, sum eru keypt til kommununa. Men so er peningur ikki brúktur til at gera tær atkomuligar hjá rørslutarnaðum. Hon sigur, at nógva staðni eru tað høgar trappur [...] hjá brekaðum, eru gongubreytirnar framvið vegunum. - Tað er til ógvuliga stóran ampa, at gongubreytirnar allastaðni eru høgar og at tað alt ov fáa staðni skráar niður ímóti vegnum, so at fólk í koyristóli
Tað eru nú fimti ár síðan tann gávuríki arkitekturin og listarmaðurin Palli Gregoriussen byrjaði teknistovuna undir trongum lonum í miðbýnum í Havn. Hann var liðugur sum arkitektur á Det Kongelige [...] og hvat hann legði eftir seg, so her er helst nógv eftir. Síðan eg var hálvvaksin, havi eg vita, hvør tú vart og gloymi ongantíð framsýningarnar við tekningum og modellum av nýggja bókasavninum og [...] function - that has been misunderstood. Form and function should be one, joined in a spiritual union. Hesi húsini, saman við nógvum øðrum húsum, sum tú hevur teknað, hava verið fyrimyndin til óteljandi sethús
vitjandi møguleika at royna ymiskan føroyskan mat, og sum Jákup og konan Hergerð eru vorðin so kend fyri. Tey hava hesi árini skipað fyri mongum ymiskum samkomum og veitslum fyri stórum tali av fólki. [...] dugir sítt fak. Tað fara fólk eisini at staðfesta seinnapartin í morgin! Stuttligt at undirvísa Tað er ein øgilig stákan her í køkinum á Kokkaskúlanum í Klaksvíkar. Næmingarnir eru allir upptiknir við ymiskum [...] teirra, og í morgun eru tveir ymiskir rættir á skránni. Nakrir av næmingunum hava longu steikt nakrar medistarpylsur, men nú eiga fiskafrikadellurnar tørnið til steiking. Í dag eru hesir báðir rættirnir
ymiskum tiltøkum og vitja teir umleið 7300 framsýnararnar frá 100 londum. Eitt av londunum hesi seinastu mongu árini eru Føroyar, sum taka lut við egnum 16m2 bási við stásiliga myndprýddum veggum og bókahillum [...] fram á bókmentaøkinum. Mong eru tey, ið steðga á at hyggja nærri eftir flottu stemningsmyndunum úr Føroyum, sum Visit Faroe Islands hevur veitt til høvið. Og enn gerast fólk sera bilsin og nærum málleys [...] halda, at áhugin fyri føroyskum bókum er støðugt vaksandi í samsvari við størri sjónligheit og umboðan hesi seinastu árini, serliga síðan 2011, tá ið básurin var víðkaður við nógvum fermetrum. Eitt av teimum