Jóhan Heri Joensen
Fuglafjørður
Nú stundar aftur móti vali, nógv eru valevnini, sum bjóða seg fram meira og minni í jólahýri við gávu í hond.
Hvussu úrslitið verður er sum altíð ilt at gita, men vónandi verða tað fólk sum ikki stara seg blind í dagligum bagatellum, men seta kós fram í tíðina, taka arbeiði í álvara og ikki minst vilja brúka tíð uppá hetta týdningarmikla arbeiði. Fólk, sum hava visiónir og viljan at skapa nakað býnum og fólkinum til frama.
Sjálvur havi eg sitið í býráðnum í 8 ár, og øll árini sum formaður í mentanarnevndini sum hevur havt ábyrgdina av: skúla, barnaansing, eldrarøkt, miðstað-arøkið, og mentan annars. Ikki er ringt at leggja til merkis tey stóru mál, sum mentanarnevndin hevur sett í verk hesi árini.
?Á eldraøkinum slóðaðu vit fyri í landinum táið Vesturstova opnaði.
?Hava avsett pening og skulu byggja nýtt ellisheim.
?Barnarøktin er útbygd við dagrøkt og frítíðarskúla. Børnini verða nú ansað til og við 2. flokk.
?Nýggjur skúli tikin í nýtslu, og skúlin sum heild uppdateraður.
?Stuðlað Mentanarhúsið soleiðis, at tað kundi verða tikið í nýtslu .
?Lagt graslíki á vøllin
?Deilt út plantupakkar og sett í verk urtagarðskapp-ingina.
?Miðbýurin er í fer við at blíva fríðkaður.
?Høvdahúsini sett upp sum fornminni..
?Piddasa handil verður keyptur í hesum árinum.
?Standmyndir í bátahylinum.
?Enn ein standmynd/ minnisvarði bestilt og verður uppsett í nærmastu framtíð.
?Mentanin annars fingið stuðul sum onga aðrastaðni í landinum.
?Fuglafjørður trínur fram sum mentanarbýurin, sum onnur brúka sum fyrimynd.
Tey bleytu virðini koma upp at venda hvørja ferð val er, og nógv eru tey, sum koma við ætlanum og vøkrum dreymum. Tíðin hevur víst, at flestu dreym-arnir blíva við at verða dreymar, sum flákra í vindinum, har teir verða hangandi til teir 4 ár seinni aftur verða nýttir sum uppafturtiðnað agn.
Táið eg fyri 8 árum síðani kom inn í býráðsarbeiði valdi eg, í , staðin fyri bert at tosa um dreymar, heldur at føra teir út í lívið.
Javnaðarflokkurin vil halda áfram at loysa mál við at hyggja fram í tíðina.
Tað sigur C sjálvt.
hvønn tú skalt velja.










