- Dugir tú at gera sós?!
Vanligt er, at tað er tíðindafólkið sum setur spurningarnar, meðan onnur svara teimum.
Tá talan er um roynda kokkin og matgerðaran Jákup Ziskason í Klaksvík er øðrvísi. Hann vil fyrst hava greiðu á hesum týdningarmikla spurninginum.
Jú, blaðmaðurin dugir at gera sós. OK, - so kann samrøðan byrja við Jákup, sum hevur gjørt mat í samfull 40 ár. Hann hevur eisini undirvíst á Kokkaskúlanum í mong ár, og her hittu vit hann fyrrapartin í gjár.
Hetta ætlar hann nú at markera við eini móttøku – sum hann altso skipar fyri sjálvur – í Skálanum seinnapartin fríggjadagin.
Her fáa tey vitjandi møguleika at royna ymiskan føroyskan mat, og sum Jákup og konan Hergerð eru vorðin so kend fyri.
Tey hava hesi árini skipað fyri mongum ymiskum samkomum og veitslum fyri stórum tali av fólki.
- Ein dagin skipaðu vit fyri tveimum veitslum við íalt 1500 fólkum, greiðir Jákup frá.
Fyrst var ein ábyrgdarafundur í Norðoya Sparikassa við 1200 fólkum og seinni var ein onnur samkoma við eini 300 fólkum.
Eingin ivi er um, at Jákup dugir sítt fak. Tað fara fólk eisini at staðfesta seinnapartin í morgin!
Stuttligt at undirvísa
Tað er ein øgilig stákan her í køkinum á Kokkaskúlanum í Klaksvíkar.
Næmingarnir eru allir upptiknir við ymiskum av tí vanliga, sum fer fram í køkinum – ein ger frikadellur, ein sker grønmeti, ein ger deiggj til smákakur og ein ansar eftir at eplini ikki kóka yvir.
Mitt í rokinum stendur tann 64 ára gamli Jákup Ziskason. Hann er annar av lærarum teirra, og í morgun eru tveir ymiskir rættir á skránni.
Nakrir av næmingunum hava longu steikt nakrar medistarpylsur, men nú eiga fiskafrikadellurnar tørnið til steiking. Í dag eru hesir báðir rættirnir á skránni.
Hesir ungu og tilkomnu næmingarnir eru øll komin higar fyri at læra eitt sindur meiri um matgerð. Og tey hava verið heppin at hava tveir so góðar mans sum Jákup og Edvard Olsen sum undirvísarar.
- Eg haldi at tað er sera stuttligt at undirvísa hesum ungu. Tey eru skjót og áhugað í tí, tey læra, sigur Jákup.
Kokkaskúlin er so líðandi vorðin so mikið væl umtóktur millum menn og kvinnur, at tað er bíðilisti at sleppa inn á hvørjum ári.
Tað skuldi hinvegin verið besta prógvið um góðu undirvísararnar!
Forkelaður
Jákup Ziskason byrjaði í síni tíð at læra til kokk av teirri einfaldu orsøk, at hann altíð hevur havt áhuga fyri mati og matgerð.
Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar, men sum Jákup sjálvur sigur tað:
- Eg var yngstur av níggju systkjum, harav sjey teirra vóru systrar.
- So tú kanst ætla at eg varð sikkurt eitt sindur forkelaður, og fekk onkutíð drekka á songina, sigur Jákup við einum brosi.
Hann byrjaði tó ikki beinanvegin at gera mat, men fór fyrst í læru á eini skrivstovu, áðrenn hann fór til Keypmannahavnar at læra til kokk á Grand Hotel.
Her stóð hann við læruprógvinum í hondini ein dag í 1964, og var klárur at fara undir lívsverk sítt sum kokkur.
- Síðani tá havi eg bara gjørt sós, sigur Jákup, sum fyrrapartin í gjár var í starvi sínum sum lærari á Kokkaskúlanum í heimbýnum.
Meistarin
Hesi 40 árini Jákup og konan Hergerð staðið fyri matinum á mangari veitslu, bæði smærri og stórum veitslum.
– Ja, gloym ikki at skriva, at hon altíð hevur mær ein góður stuðul. Uttan hana vóru vit ikki komin so langt.
- Vit hava supplerað hvørt annað ótrúliga væl, sigur hann.
Ein næmingur á Kokkaskúlanum brýtur okkum av í samrøðuni. Viðkomandi spyr um okkurt í samband við baking av bollum.
- Eg komi beinanvegin. Eg skal líka tosa við henda tíðindamannin fyrst. Men sig mær frá, tá tit hava koyrt øll eggini í!
Tað er týðiligt, at Jákup hevur skil á og dugir at fara við næmingum sínum - hesum ungu kokka-spírunum.
Hesir ungu næmingarnir fara kanska ein dag at gerast kokkar umborð á skipum, matstovum, hotellum – ella kanska halda fram eftir sama leisti sum meistari teirra.
Hann undirvísir her á skúlanum ávísar dagar í viku, og líkt er til, at næmingunum dámar væl henda tilkomna og roynda undirvísarin.
Góð blanding
Í lýsing í Sosialinum í gjár boða hjúnini bæði frá, at tey ætla at skipa eina móttøku í Skálanum í Klaksvík ímorgin.
Jákup hugsaði sum so, at hann hevur ikki lýst nakað serligt við tí, sum hann hevur latið úr hondum hesi seinastu 40 árini.
Tey sum kortini hava verið í veitslum, har hann hevur gjørt matin, kunnu tó bara staðfesta, at her hevur køn hond verið aftanfyri í øllum.
Nú móttøkan verður, er ætlanin at vísa fram nakað av tí, sum kann fáast til vega, tá samkomur og veitslur skulu haldast.
- Nei, tú fært meg ikki at siga, hvat eg fari at borðreiða við.
- Men eg kann siga so mikið sum at tað verður ein góð blanding av øllum tí, sum vit hava borðreitt við hesi 40 árini, sigur Jákup.
Hann hevur altíð lagt serligan dent á føroyska rávøru – skerpikjøt, turra grind, fisk, skip og mangt annað. Tí, sum hann sigur: - Tað sum fyrr var mett sum fótatraðk er í dag at meta sum ein delikatessa.
- Hugsa bara um skerpikjøtið, hvussu væl tað smakkar og hvussu vakurt tað er. Tað er næstan sum konfekt!
Fyrstu ferð hann royndi seg við matgerð til eina veitslu var á kyndilsmessu í 1966. So her er talan um ein royndan mann innan matgerð.
Tí er helst lítil ivi um, at nógv fólk fer at koma til móttøkuna seinnapartin í morgin.