ODDAGREIN: Syrgilig søga

Samanbrestirnir og syrgiligu hendingarnar í Ísrael, á Vestara Áarbakka og í Gaza hava nú í longri tíð hava skelkað heimin. Tú sær ikki sjónvarp, hoyrir ikki útvarp og lesur ikki bløð uttan at vera vitni til hetta syndarliga stríð, sum onga enda tykist fáa. Eina løtu er tú í parti við ósekum ísraelum, eina aðra løtu við ósekum palestinum. Bæði hesi fólkini hava væl sama rætt til hetta søguliga landið ella er tað ikki so spyr tú teg sjálvan? Eftir Globus í SvF týskvøldið stendur eftir ein ræðumynd av einum borgarakríggi, sum tykist óloysiligt.

 

Vit í Føroyum og aðrastaðni eru bert eygleiðarar til tað, sum hendir í Ísrael. Vit uppliva hetta gjøgnum miðlarnar og gera okkara niðurstøður út frá tí. Og hvat annað kunnu vit! Tann, sum hevur vitjað í Ísrael, fær skjótt ta fatan, at ísraelar halda fjølmiðlarnar eitt nú BBC vera í parti við palestinum. Teir geva eina subjektiva og ikki rættvísa mynd av støðuni. Tá so er, og nettupp hesir miðlar eru okkara nærum einasta forum fyri at fáa innlit í støðuna, so er ikki lætt hjá okkum. Spurningurin er so eisini, hví vit skulu gera okkara niðurstøður. Latið ísraelar og palestinar sjálvar taka sær av hesum vil onkur siga. Men soleiðis er veruleikin jú ikki. Amerikanarar gera sína niðurstøður, sum í stóran mun verja Ísrael, og onnur lond gera sína niðurstøður, sum kanska verja palestinar.


Hvussu vit enn vilja skilja søguna, mugu vit bara staðfesta, at soleiðis sum gongdin hevur verið, hava bæði hesi fólk rætt til Heilaga landið. Tað ber rætt og slætt ikki til at nokta øðrum teirra rætt til part av landinum. Alt annað førir til kaos og anarki. Líka so burturvið tað er av palestinum at krevja einkarrættin til Jerusalem, líka so skeivt er tað av ísraelum ikki at viðurkenna rættin hjá palestinum til sítt land tvs. ein part av tí gamla Heilaga landinum. Her hava teir búð, og her skulu teir eisini halda fram við at búgva - saman við ísraelum, við síðuna av teimum ella bæði tvey. Hetta er tað friðarprosessin leggur upp til, og hetta er tað einasta rætta. Men tað krevur av ísraelum, at teir eisini taka í egnan barm. Tí neyvan hava palestinsk foreldur latið meira enn 200 av sínum synum og døtrum - í deyðan bert fyri at sita eftir við ongum.


Tað ringasta, ið kann henda, er, um Ísrael fær eina víðgongda høgrastjórn. Tað verður ein vanlukka, tí tá slepst ongantíð burtur úr hevndarpolitikkin og sonnu jødafilosofiini um eygað fyri eygað. Tú loysir bert hetta syndarliga stríð við samráðing. Við at hóvlig og skilagóð fólk tosa um tingini. Men tá mugu partarnir eisini standa líka, og tí er umráðandi, at Vesturheimurin stuðlar teimum ikki víðgongdu kreftunum í Ísrael eins og í Palestina. Fáa viðgongdir ísraelar og palestinar størri rásarúm verður ongantíð friður.


Sosialurin