avrátt, at einki verður avgjørt í so máta, fyrr enn vit koma heim. - Og ítróttarliga er hetta eisini ein ótrúligur møguleiki. Hetta er ein møguleiki, sum spælaraar okkara helst ongan tíð fáa aftur. Ikki tí [...] felagnum. - Tað er eingin loyna, at fíggjarliga var hetta best hugsandi lutakastið. Hvussu stórar upphæddir talan kann verða um, tori eg slettis ikki at gita. Men vit fingu alt fyri eitt fyrispurningar frá fleiri [...] nógv um at koma víðari. Men hetta er møguleikin hjá okkara monnum at spæla móti fleiri stórum stjørnum, og so mugu vit bara gera tað so væl, sum vit nú einaferð megna, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi
frættist, at hann hevði fingið eina fipurspreinging í høgra lær, men valdi at fullføra hesa kappingina hóast alt, soleiðis at hann hevði ovmikið av stigum til at vinna kappingina hóast hann ikki fekk verið [...] Hálsi í Havn var sum so ofta áður fullsett, tá ið kappast varð um at gerast sterkasti maður í Føroyum. Hetta árliga afturvendandi og væl umtókta tiltakið fór fram leygardagin, har nógvu fólkini vóru í góðum [...] oftast tilbar í ein minutt. Bogi vann allar hesar kappingarnar greitt. Skaddur vinnari Tá ið Bogi Hammer var í gongd við farmers walk við 125kg í hvørjari hond, sást, at eitthvørt ikki var, sum tað skuldi
SEV er sjálvsagt ikki heilt tað sama. Men tað skerst ikki burtur, at tær mest týðandi avgerðirnar á orkupolitiska økinum verða tiknar á Landavegnum í Havn. Ikki í nøkrum skýmaskoti, men í tí vælupplýstu [...] felagsskap í landinum?, kanst tú ikki annað enn smílkast. Pínligi sannleikin er jú tann, at so leingi sum fundirnir eru afturlatnir, verða limirnir í umboðsnevndini ikki avdúkaðir sum tað, teir í veruleikanum [...] Hetta sigi eg uttan at himprast, nú eg í gott 12 ár hava verið limur í umboðsnevndini. Nevndin er máttleys, hóast hon sambært viðtøkunum er hægsta vald felagsins. Ongin orkupolitikkur Í fyrstu atløgu ber
broytt. Løgtingið hevur 1. januar í ár játtað 600.000 til mentamálaráðið at brúka til sálarfrøðing til miðnámsskúlanæmingar. Hetta er peningur, sum er oyramerktur til at hjálpa næmingum, sum hava brúk fyri [...] borðinum, blandað við presentatións-angist, at tey ikki makta onkra lærugrein, og tað sosiala lívið í einum flokki. Tá eigur man at møta teimum. Tað er tann fyribyrgjandi parturin, sum kann loysa seg, sigur Hanna [...] miðnámsskúlunum í Føroyum eru umleið 3000 næmingar, um handverkarnarnir verða taldir við. Fyrr hava næmingarnir ikki kunna farið ókeypis til sálarfrøðing, um tørvur hevur verið á tí, men hetta er nú broytt
fiskileiðum. Hetta kemur kanska í oktober. Í sendingini Grannar okkara er ætlanin at taka ísland við, tí hetta hevur restað í. Avtalur eru gjørdar og tøkniligir trupulleikar burturbeindir, so hetta átti nú [...] uppskotum og mótuppskotum. Ætlanin er eisini at gera burturúr, at vit nærkast ártúsundskiftinum, sigur tíðindastjórin. Hetta byrjar um einar 3 vikur. Hann dylur ikki, at ynskiligt hevði verið við tíðindasending [...] d klokkan 20:00. Hetta er sending, har víst verður úr bandasavninum. Svf hevur brátt 15 ár á baki og fólk skriva ofta inn fyri at ynskja sær ymiskt, ið tey hava hug at síggja aftur. Í sendingini er møguleiki
var hetta ein sera lág renta tá ið hetta lánið bleiv veitt okkum í 1998, so øll árini fram til í fjørð hava vit havt eina sera stóra rentusparing við hesum láninum. Støðan vit vóru í tá, gjørdi at vit [...] fíggjarliga, at ringt verður at koma uppaftur á turt. Samlaða skattatrekkið á persónar er hesi árini økt við 3% og nú eru fleiri uppskot í tinginum um hægri avgjøld o.a. í eini seinastu roynd at fáa enn fleiri [...] hevði landskassin havt ríkiligt at staði ímóti við, men veruleikin er bara tann, at nú brúk er fyri nøkrum krónum fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman eru pengarnir ikki til. Skuldin hjá landskassanum
ógegni hjá aðalstjóranum í HIMR starvsfólkamálinum, segði, at eg visti, at málið var har, men eg havi ikki verið inni í málinum. Eg metti nevniliga ikki, at LMS hevði verið inni í hesum disiplinera star [...] Kringvarp Føroya, at hon ikki hevði verið inni í málinum. Í morgin svarar Marjun Hanusardóttir aftur. Hon sigur, at í hennara huga, er talan um tvey ymisk mál, eitt innanhýsis disiplinermál í Heilsu- og In [...] Kringvarp Føroya legði í gjár Marjun Hanusardóttir, stjóra á Løgmansskrivstovuni, undir at hava sagt ósatt, tá hon í eini samrøðu við Útvarpið segði, at hon ikki hevði verið inni í málinum um fyrst ætlaðu
nær vit koma at síggja broytingar. Eg haldi, at tað er ov long tíð at bíða í umleið 1½ ár til nýggja skipanin við heilsuøkjum og heilsudeplum verður sett í verk. Tá er enntá ikki vist, at henda langa [...] soleiðis, at lógarbroytingar skulu til ella nakrar tillagingar, men ikki átti at verði neyðugt at sett enn eina nevnd at fyrireika ella arbeitt við hesum. Uppgávan eigur umsitingin í Heilsumálaráðnum at kunna [...] er gott, at landsstýriskvinnan og Heilsumálaráðið arbeiða miðvíst við at loysa hetta álvarsmálið, og at tað verður arbeitt í tráð við tað, sum Álitið um nýggja kommunulæknaskipan mælir til. Hetta álit er
Gøtu royndi at renna, bar tað ikki til, og so spældi kanska mest týdningarmikli spælarin hjá GÍ ikki við móti KÍ. Aftaná er so avrátt, at tað er neyðugt við hvíld frá fótbóltinum, soleiðis at miðvallarin [...] teimum, sum í fyrstu atløgu høvdu fingið boð um at koma við til Bosnia-Hersogovina, góvu avboð. John Hansen úr KÍ, sum í ár hevur verið ein tann besti ? um ikki tann besti ? vongspælarin í vinstru ? hevur [...] avboð, tá hann fekk boð at fara við til Sarajevo. Sámal Joensen hevur havt trupulleikar við øðrum beininum í fleiri vikur. Sunnudagin var ætlanin, at hann skuldi spæla við GÍ í Klaksvík, men tá hann fyri
Hvussu ber tað til at vit duga ikki at síggja vandan í tí, at tey hoyra onnur mál meira enn tey hoyra sítt egna? Hvussu ber tað til, at vit duga ikki at síggja samanhangin ímillum hetta ógvisliga trot og [...] leggja vit ikki í at fara væl við, og gera skyldu okkara at varðveita umhvørvið. Og soleiðis er eisini við málinum. Tað kann hvørva, leggja vit ikki í. Tí má verä hjúklað um hesa gávu til tess at varðveita [...] Tað krevur ikki annað, enn at vit øll gáa um, at skal málið mennast og liva væl, hava vit øll skyldu at gera okkara. Í stuttari sjónvarpssending eitt kvøldið í farnu viku, beint undan at heiðurslønin skuldi