Bogi Hammer sterkastur í Føroyum

Bogi Hammer kann nú kalla seg sterkasta mann í Føroyum, eftir at hann leygardagin vann stórsigur í kappingini Føroya Sterkasti Maður

Høllin á Hálsi í Havn var sum so ofta áður fullsett, tá ið kappast varð um at gerast sterkasti maður í Føroyum. Hetta árliga afturvendandi og væl umtókta tiltakið fór fram leygardagin, har nógvu fólkini vóru í góðum hýri og gjørdi kappingina enn meiri áhugaverda.
Skaðar høvdu merkt lut­takaratalið til kappingina í ár. Tá ið teir sterku menninir fóru at venja fram ímóti hesi kapp­ingini, vóru níggju menn við, men tá ið avtornaði vóru teir bara fýra. Hetta er ein sera krevjandi ítróttargrein, og tað vísti seg eisini, at fleiri duttu buturímillum. Mest nevnivert var tað, at sterk­asti maðurin seinastu tvey árini, Jákup Suni Berg, ikki var við. Hann breyt sær fótin í landsdystinum ímóti Dan­mark 8. desembur, og hann er ikki komin nóg væl fyri seg til at kalla seg kappingarføran.
Afturat honum hevði Herman Mohr Hermansen fing­ið slitgikt í albogarnar, Bárður Poulsen slitið bicepsin og Heini Hátún havt trupul­leikar við knænum.

Varlig byrjan
Tað, at skaðar høvdu hug at seta sín dám á kappingina, varð tó alt gloymt um tá ið byrjað varð at kappast. Byrjað varð við loglyft, har tað ráddi um hjá luttakarunum at lyfta eina stammu á 90kg upp um høvd og at økja um vektina við 5kg inntil eingin orkaði meiri. Tann, sum lyfti mest, vann.
Tá ið avtornaði í hesi fyrstu kappingini, vísti tað seg, at Bjarni Nielsen, sum er við á fyrsta sinni, var bestur.

Bogi tríggjar ferðir
Bjarni Nielsen sendi frá byrjan eini boð um, at hann vildi vera við frammaliga í hesi kappingini, men tá ið kapp­ingin av álvara kom í gongd, var tað stór­favo­ritt­urin og silvurvinnarin sein­astu tvey árini, Bogi Hammer, sum vísti hvør veru­liga var sterkastur. Hann vann tríggjar tær næstu greinarnar, sum ávika­vist vóru tire flip, har eitt dekk áljóðandi 420kg skuldi kopp­ast átta ferðir, squat, har fýra konu­fólk við savnaðari vekt áljóðandi 220kg skuldu lyftast upp um høvd og síðani deadlift, har 240kg skuldu lyftast oftast tilbar í ein minutt. Bogi vann allar hesar kapp­ingarnar greitt.
Skaddur vinnari
Tá ið Bogi Hammer var í gongd við farmers walk við 125kg í hvørjari hond, sást, at eitthvørt ikki var, sum tað skuldi vera. Aftaná frættist, at hann hevði fingið eina fipur­spreinging í høgra lær, men valdi at fullføra hesa kapp­ing­ina hóast alt, soleiðis at hann hevði ovmikið av stigum til at vinna kapp­ing­ina hóast hann ikki fekk verið við í power stairs, sum var seinasta greinin.
Í hesi greinini var tað aftur Bjarni Nielsen, sum vann. Við hesum sama tryggjaði hann sær 2. plássið í kappingini og var – um nakar – ein, sum fólk bitu merki við umframt trygga vinnaran, Boga Hammer.

Gekk skjótt fyri seg
Kappingin hevur undanfarnu árini hildið á nakað út á kvøld­ið, men hesaferð tók tað bara góðar tveir tímar at kappast. Einamest komst hetta av at luttakaratalið bara var fýra, men hinvegin var kappingin eisini væl fyriskipað av teim­um mongu sjálvbodnu, sum hava megnað at fingið hetta kappingartiltakið at vera somikið væl umtókt og helst kunnu erpa sær av at hava ment eitt tiltak, ið er komið fyri at vera.

- - -

Bogi Hammer: Ein forloysing

Bogi Hammer hevur leingi staðið í skugga Jákup Suna Bergs, men leygardagin bragdaði. Drúgvi maðurin við stóru vøddunum, sum eisini sjálvur er fyriskipari av kappingini, vann.
– Sjálvandi var tað ein forloysing. Tað var ógvuliga javnt at byrja við, men ein sá skjótt hvønn veg tað bar, sigur Bogi, sum hevði góðar vónir um at vinna.
– Ja, eg hevði í grundini væntað tað. Men tað ræð­ur eisini um hvussu tú rak­ar dagin. Eg hevði ner­var at byrja við, men tað lag­aði seg betur og eg bleiv róligari, sigur hann.
Tveir nýggir vóru við hesaferð, nevniliga Bjarni Nielsen og Helgi Lam­hauge, og Bogi sigur seg vera ovfarnan av hvussu væl teir stóðu seg.
Sum fyriskipari av kapp­ingini var Bogi Hammer eisini sera væl nøgd­ur.
– Tey sjálvbodnu gjørdu eitt megnararbeiði sum ikki einaferð, og utt­an góðar stuðlar hevði hetta kapp­ingartiltakið ikki borið til, segði Bogi Hammer at enda.