Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur fingið avboð frá tveimum av teimum átjan, sum hann undan vikuskiftinum tók út til at umboða Føroyar í heimadystinum móti Kekkia komandi sunnudag.
Talan er um Jan Allan Müller og Sámal Joensen. Hin fyrr nevndi, sum hevur tað torført í Esbjerg, haðani hann ógvuliga fegin vil sleppa burtur frá, gav eisini avboð, tá hann fekk boð at fara við til Sarajevo.
Sámal Joensen hevur havt trupulleikar við øðrum beininum í fleiri vikur. Sunnudagin var ætlanin, at hann skuldi spæla við GÍ í Klaksvík, men tá hann fyri fráferðina úr Gøtu royndi at renna, bar tað ikki til, og so spældi kanska mest týdningarmikli spælarin hjá GÍ ikki við móti KÍ. Aftaná er so avrátt, at tað er neyðugt við hvíld frá fótbóltinum, soleiðis at miðvallarin kann koma fyri seg aftur, og hetta hevur so aftur havt við sær, at Sámal Joensen hevur givið avboð til landsdystin sunnudagin.
Landsliðsvenjarin hevur havt eitt rættuliga gott eyga á Sámal Joensen síðsta árið. Gøtumaðurin hevur spælt seks ferðir á landsliðnum hetta síðsta árið ? fyrsti dysturin var móti Estlandi í Tartu, tá Sámal spældi síðstu 29 minuttirnar. Í báðum HM undankappingardystunum móti Kekkia í fjør varð hann skiftur inn, móti Spania á útivølli spældi hann 89 minuttir, og í báðum dystunum í ár hevur hann saman við Juliani Johnsson verið fastur fúsur á verjukenda miðvøllinum.
Yngsti maður viðaftur
Landsliðsvenjarin hevur givið tveimum nýggjum monnum landsliðsboð. Meðan teir báðir, sum hava givið avboð, eru álopsmaður og miðvallari, eru teir báðir nýggju menninir meiri verjukendir síðuspælarar, og teir eru báðir vinstrabeintir.
Jákup Eli Olsen fekk eisini landsliðsboð, tá onkrir av teimum, sum í fyrstu atløgu høvdu fingið boð um at koma við til Bosnia-Hersogovina, góvu avboð.
John Hansen úr KÍ, sum í ár hevur verið ein tann besti ? um ikki tann besti ? vongspælarin í vinstru ? hevur ongantíð spælt á landsliðnum, meðan Allan Simonsen hevur verið venjari. Tá Ísrael var á Svangaskarði 5. august 1992 spældi KÍ maðurin við í 65 minuttir. Hann er yngsti føroyski landsliðsspælarin, sum hevur spælt í altjóða skrásettum landsdysti.
Okkurt árið hevur hann ikki spælt serliga nógv við KÍ ? eitt nú í fjør, tá hann var sjómaður ein part av árinum og tískil ikki fór at venja fyrrenn í summarsteðginum ? men í ár hevur John Hansen verið millum teir drúgvastu, og nú hevur venjarin so sent boð eftir honum.