Tað var veruliga ovasta hill, sum tikið varð av, tá føroysku fótbóltsumboðini vóru til lutakastið í UEFA-Cup kappingini í gjár.
Besta pakkan av øllum fekk EB/Streymur, tá Manchester City kom úr pottinum, og tað var sjávlandi ein ovurfegin formaður í felagnum, sum Sosialurin tosaði við seinni mánadagin.
- Har vóru ikki so nógvar kúlur eftir, tá okkara kom upp. Ein av teimum, sum vóru eftir, var tann við Manchester City, so sjálvandi fegnaðist eg um hetta. Eg sat eisini soleiðis fyri, at Platini sat beint framman fyri meg, meðan umboðini hjá Manchester City vóru undir liðini á mær, og eg haldi, at teir gjørdist nakað bilsnir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð, sigur Rólant Højsted.
Pengar og uppliving
Og so leggur Rólant Højsted afturat, at tað eru fleiri orsøkir til fagnaðin í felagnum.
- Tað er eingin loyna, at fíggjarliga var hetta best hugsandi lutakastið. Hvussu stórar upphæddir talan kann verða um, tori eg slettis ikki at gita. Men vit fingu alt fyri eitt fyrispurningar frá fleiri sjónvarpsfeløgum. Men vit hava so avrátt, at einki verður avgjørt í so máta, fyrr enn vit koma heim.
- Og ítróttarliga er hetta eisini ein ótrúligur møguleiki. Hetta er ein møguleiki, sum spælaraar okkara helst ongan tíð fáa aftur. Ikki tí vit hugsa so nógv um at koma víðari. Men hetta er møguleikin hjá okkara monnum at spæla móti fleiri stórum stjørnum, og so mugu vit bara gera tað so væl, sum vit nú einaferð megna, sigur Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi.
Myndatekstur:
Eg sat eisini soleiðis fyri, at Platini sat beint framman fyri meg, meðan umboðini hjá Manchester City vóru undir liðini á mær, og eg haldi, at teir gjørdist nakað bilsnir, tá teir sóu, hvussu glaður eg varð, sigur Rólant Højsted