Talan er um tvey ymisk mál

Marjun Hanusardóttir, stjóri á løgmansskrivstovuni, vil ikki hava sitandi á sær, at hon hevur sagt ósatt fyri Kringvarpinum.

Kringvarp Føroya legði í gjár Marjun Hanusardóttir, stjóra á Løgmansskrivstovuni, undir at hava sagt ósatt, tá hon í eini samrøðu við Útvarpið segði, at hon ikki hevði verið inni í málinum um fyrst ætlaðu uppsøgnina og síðani flytingina av Anni á Hædd úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum yvir í Umhvørvisstovuna.

 

Skjøl, sum Kringvarp Føroya hevur fingið innlit í, vísa, at longu eina viku áðrenn samrøðuna, hevði Marjun Hanusardóttir bjóða Anni á Hædd eitt starv á einum stovni, sum løgmansskrivstovan varðar av. Kortini segði hon við Kringvarp Føroya, at hon ikki hevði verið inni í málinum.

 

Í morgin svarar Marjun Hanusardóttir aftur. Hon sigur, at í hennara huga, er talan um tvey ymisk mál, eitt innanhýsis disiplinermál í Heilsu- og Innlendismálaráðnum og ein óformligur fyrispurningur um at flyta eitt starvsfólk, hóast talan er um sama starvsfólk og málini eru óloysiliga tengd saman.

 

Les Løgmansstjórin segði ósatt

 

- Tað er rætt, at eg, í sambandi við eina samrøðu við KvF tann 30. August, viðvíkjandi spurninginum um ógegni hjá aðalstjóranum í HIMR starvsfólkamálinum, segði, at eg visti, at málið var har, men eg havi ikki verið inni í málinum. Eg metti nevniliga ikki, at LMS hevði verið inni í hesum disiplinera starvsfólkamáli hjá HIMR. Tað var handfarið fult og heilt av HIMR, skrivar Marjun Hanusardóttir.

 

Hon greiðir eisini frá, at hon um miðjan august fekk ein óformligan fyrispurning, um tað kundi verið ein møguleiki at bjóða starvsfólkinum at flyta á ein annan stovn. Eftir at hava kannað málið, boðaði hon aðalstjóranum í Heilsu- og Innlendismálaráðnum frá, at hetta kundi lata seg gera.

 

- Hetta hevði kortini einki við sjálva viðgerðina av disiplinera málinum at gera. Hetta er hvør sítt mál. Samrøðan við KvF 30. august var um gegnið hjá aðalstjóranum í disiplinermálinum. Eg hugsaði ikki, at ein óformligur fyrispurningur um flyting kundi fatast, sum at LMS hevði verið inni í sjálvum disiplinermálinum hjá HIMR, sigur Marjun Hanusardóttir.

 

Les eisini Viðmerking til KVF

 

Kringvarp Føroya vísir á fleiri skeivleikar í málinum, millum annað, at fleiri skjøl brádliga eru komin undan kavi á løgmansskrivstovuni. Hetta nevnir Marjun Hanusardóttir tó einki um í sínum skrivi.

 

 

Annars boðar stjórin á løgmansskrivstovuni frá, at nú løgtingsins umboðsmaður hevur tikið málið upp, ger hon ikki fleiri viðmerkingar til málið.