Vit hava nú í fleiri ár hoyrt hvussu væl okkara samfelag er stýrt fíggjarliga og at mestsum allur blokkstuðulin er settur á bók, men nú sær ikki út til at pengarnir eru til staðar kortini. Vit hava síðani 1998 móttikið umleið kr. 5.000 mió. í blokkstuðli og er innistandandi í landsbankanum einans økt við kr. 1.200 mió. og í sama tíðarskeiði er kravið um minstainnlán økt við kr. 700 mió. Tað merkir, at av blokkinum eru kr. 3.800 mió. brúktar og tøkur peningur landskassans hesi árini er einans øktur við kr. 500 mió.
Hetta er í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð, við góðum fiskiskapi og methøgum fiskaprísum, men framtíðarútlitini eru ikki eins góð og tey hava verið. Spurningur má tí setast, um fíggjarliga stýringin hevur verið nøktandi ella um fullveldi hevur koyrt landi so langt út fíggjarliga, at ringt verður at koma uppaftur á turt.
Samlaða skattatrekkið á persónar er hesi árini økt við 3% og nú eru fleiri uppskot í tinginum um hægri avgjøld o.a. í eini seinastu roynd at fáa enn fleiri fullveldisskattir úr lummanum á føroysku borgarunum.
Um fíggjarstýringin hevði verið nøktandi seinastu árini, so hevði landskassin havt ríkiligt at staði ímóti við, men veruleikin er bara tann, at nú brúk er fyri nøkrum krónum fyri at fáa fíggjarlógina at hanga saman eru pengarnir ikki til.
Skuldin hjá landskassanum verður nú umfíggja soleiðis, at skuldin til danska statskassan minkar við kr. 2.000 mió. og hetta verður ístaðin fíggja við lánsbrøvum uppá 1.500 mió., ið hava eina lægri rentu uppá stuttsigt og 500 mió. verður tikið av gjaldførinum hjá landskassanum.
Av lánsbrøvinum er helvtin ella kr. 750 mió. við 1. ára leypitíð og skal hetta sostatt endurfíggjast longu komandi ár og er lítið sannlíkt at rentustøði verður eins lágt sum nú og má tí roknast við, at rentusparingin longu næsta ár verður minni enn hetta fyrsta árið.
Skuldin til danska statskassan var við eini fastari rentu uppá 5 % yvir 20 ár og var hetta ein sera lág renta tá ið hetta lánið bleiv veitt okkum í 1998, so øll árini fram til í fjørð hava vit havt eina sera stóra rentusparing við hesum láninum. Støðan vit vóru í tá, gjørdi at vit neyvan høvdu fingið lán til eina rentu lægri enn 7 %, so um vit roknað rentusparingina fyrsta árið vit fingu hetta statslánið er hon 2% av 5.000 mió. og svarar tað til eina sparing uppá kr. 100 mió. bara fyrsta árið.
Tað eru sera undrunarvert at man drenar landskassan fyri likviditet, tá ið man komandi fíggjarár fer at hava eitt gjaldførishall. Og er hetta als ikki í trá við politikkin hjá verandi samgongu, sum hevur havt ætlanir um búskapargrunn til at fíggja yvirgongdina til fullveldi, men nú fullveldispolitikkurin er farin fallit er alt líka mikið, so tað er bara ein spurningur um tíð, til Tjóveldisflokkurin stingur halan millum beinini og rýmur úr samgonguni.










