SEV í andgletti

Við regluligum millumbilum verður funnist at SEV fyri at vera ov afturlatið og vanabundið. Undirritaði gevur atfinnararunum púra rætt.

Hetta sigi eg uttan at himprast, nú eg í gott 12 ár hava verið limur í umboðsnevndini. Nevndin er máttleys, hóast hon sambært viðtøkunum er hægsta vald felagsins.

Ongin orkupolitikkur
Í fyrstu atløgu ber til at staðfesta, at SEV eingi mál og eingi mið hevur á orkupolitiska økinum. Ongastaðni finnur tú eina heildarætlan ella tílíkt, sum stjórn, stýri ella umboðsnevnd hava samtykt. Tað nærmasta vit koma onkrum, ið líkist, er ársfrágreiðing stýrisins á árliga umboðsnevndarfundinum. Hon kann innihalda onkra lítla orðing um uppfatan stýrisins av framtíðar vatnorkuútbygging o.t. Men hetta er ikki nakað, sum umboðsnevndin fær høvi at taka støðu til.
Onkur kundi av røttum spurt, um tað yvirhøvur ber til hjá leiðslu SEV´s at virka uttan góðkenning umboðsnevndarinnar. Svarið er nei, tað ber ikki til. Men SEV virkar kortini, og tað ger felagið, tí umboðsnevndin á hvørjum ári samtykkir eina játtan, sum stórt sæð heimilar leiðsluni sjálvari at gera av, hvussu játtanin verður nýtt. Og rætt skal vera, onkra einstaka ferð hevur umboðsnevndin seinnu árini tikið støðu til ítøkilig uppskot um t.d. vatnorkuútbyggingar. Tó er tað ofta gjørt á ivasomum grundarlagi, tí tilfarið ikki var tøkt fyrr enn í síðstu løtu.
SEV hevur so statt ongan orðaðan politikk, hvørki tá ið tað snýr seg um vatnorku, vindorku ella nakra aðra orku. Einki skipað tjak um orkuspurningar fer fram í sjálvum felagnum, í bý- og bygdarráðum, á løgtingi ella úti millum vanlig fólk. Tað letur seg heilt einfalt ikki gera, tí grundarlagið, ið tjakast skal út frá, er ikki til.
Føroyskur orkupolitikkur og SEV er sjálvsagt ikki heilt tað sama. Men tað skerst ikki burtur, at tær mest týðandi avgerðirnar á orkupolitiska økinum verða tiknar á Landavegnum í Havn. Ikki í nøkrum skýmaskoti, men í tí vælupplýstu skrivstovuni hjá stjóranum. Hetta er ikki nøktandi, sama hvussu rættar og skilagóðar avgerðirnar annars eru.

Neyðarslig umboðsnevnd
Leiðsla SEV´s hevur sjálvsagt ongan trupulleika av hesum. Hon er glað við, tí so hevur hon fríar teymar. Hon kann stórt sæð gera tað, sum henni lystir, óbundin sum hon er av øðrum samtyktum enn játtanini.
Hinvegin er støðan hjá umboðsnevndin neyðarslig. Og tíverri mugu vit ásanna, at umboðsnevndin í stóran mun hevur valt hendan leiklutin sjálv. Umboðsnevndin letur sær lynda, einki at skula hava sagt. At vera ein avgreiðsluliður fyri duldu dagsskrá leiðslunnar.
Vit eru nøkur, sum farnu árini hava roynt at givið umboðsnevndini ein annan og sterkari leiklut, men til fánýtis. Leiðslan hevur íðin mótarbeitt hesum, og tíverri hevur undirtøkan í umboðsnevndini verið ov lítil til at staðið ímóti. Fyribils í hvussu er. Vón er tó kanska fyri framman. Ein nýggj umboðsnevnd tók við síðsta ár, og kanska núverandi limir eru meira at sær komnir.

Sjálvsagt opnar fundir
Eg taki fult undir við uppskotinum hjá Suna í Hjøllum um opnar fundir ? eins og eg havi gjørt tað áður. Einasta gongda leið er, at almenningurin fær fult innlit í, hvussu avgerðirnar í SEV verða tiknar og á hvørjum grundarlagi. Sum støðan er í dag, er tað ikki bara umboðsnevndin, ið verður hildin uttan fyri ávirkan, men alt Føroya fólk, tí einki alment orðaskifti er.
So tá ið Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini, kallar SEV ?mest demokratiska felagsskap í landinum?, kanst tú ikki annað enn smílkast. Pínligi sannleikin er jú tann, at so leingi sum fundirnir eru afturlatnir, verða limirnir í umboðsnevndini ikki avdúkaðir sum tað, teir í veruleikanum eru, nevniliga atkvøðuneyt rætt og slætt.