Eyðun Andreasen at hugleiða um frásøgu á mannamunni, og Kári Sverrison fer at frambera gomul skjaldur. Ætlanin er síðani at lata frásagnaráhugaðum áhoyrarum orðið. Roynt verður somuleiðis at skapa slíkt huglag [...] Atgongumerki til tiltøkini eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, tlf. 315788. Kostnaðurin til leikin »I Orkanens Øje« er kr. 80,- og til frásagnarkvøldið fara atgongumerkini at kosta kr. 100,-. [...] Vigga Bro fer sjálv at føra fram leikin »I Orkanens Øje«. Hetta er einmansleikur, sum hon sjálv hevur skrivað. Leikurin byggir á ymiskar søgur, m.a. eftir Karen Blixen o.ø. Leikurin verður sýndur í hølunum
spurning, sigur Kristian Martin Rasmussen, at ætlanin er ikki at sleppa sær av við rækjuloyvið nú tey eru umsetilig, men heldur at fáa sær annað skip fyri »Palla hjá Mariannu«. Kemur ikki heim ? Vit hava [...] hava hugsað um báðar møguleikarnar, antin at taka »Palla hjá Mariannu« heim aftur ella at fáa annað skip til rækjuloyvið hjá honum, og vit arbeiða nú við tí seinna møguleikanum, sigur Kristian Martin Rasmussen [...] »Chrtistian í Grótinum« skal fiska fyri stívliga 30 mió. kr. árliga fyri at bera seg, og Kristian Martin Rasmussen metir, at útlit eru fyri tí.
hvussu fór at verða við pappdósunum hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, nú hann er settur at leiða samráðingarnar um nýggja samgongu. Ætlanin er so, at hini 5 stýrini helst fara at flyta í teir [...] einum skrivara í stýrinum, er ætlanin, at bygningurin skal fáa navnabroyting til Fíggjarmálastýrið. Men tað verður ikki bert fíggjarmálastýrið í landsstýrinum sum kemur at húsast í hesum snotiliga bygningi [...] ætlanin at Hagstovan skal halda til í Fíggjarmálastýrinum, men nær hon flytur er óvist. Rokeringar Tá vit høvdu skrivara í fíggjarmálastýrinum í telefonini fyrrapartin í gjár, stríddist hon við at tøma tær
Tað er tí at gleðast um, at skúlabørn við nýggju fólkaskúlalógini nú hava rætt at verða undirvíst í hesum mentanararvi okkara. At koma inn í Norðurlandahúsið eina dansinátt, er átøkt tí at koma inn í [...] har tann elligamli føroyski dansurin dynjar í høll. Fólk komu úr øllum landinum at dansa og kvøða saman við vinum og at hitta onnur við somu áhugamálum. Kvæðini og vísurnar er skaldskapur á altjóða stigi [...] hásummar í Føroyum. Her grør um gangandi fót. Ljósa summartíðin lættir og fríar sál og likam. Nú er tíðin at dansa. Skipað verður fyri dansinátt leygarkvøldið 11. juli. Tað er aftur okkara vakra og fjálga No
langur teinur at koyra til Selatraðar, kemur tú úr miðøkinum ella eysturoynni. Men skótarnir høvdu skipað so fyri, at ferðasamband var úr Hósvík við Amadeus til Selatraðar. Tað tekur uml. 15 min. at sigla. Amadeus [...] landspatrúljukappingin hjá KFUM-skótunum. Endamálið við fagnaðardegnum var at skipa fyri einum familjudegi á Skótadeplinum, og at fáa til vega pening til Skótadepilin. Virksemið á Skótadeplinum er stórt [...] við fólki. Veðrið var sum føroyskt veður plagar at vera, skiftandi, til tíðir brennandi sól og stilt, so knappliga oysandi regn. Men veðrið fekk fólk ikki at setast kortini. Heilt fitt av fólki vitjaði S
víst, at hesar íløgur vóru rættar og eru við til at skapa einar betri og liviligari Føroyar. Javnaðarflokkurin var við til at fremja hesar íløgur. Sum liður í javnaðarpoli-tikki, at virka fyri at lívskorini [...] lívskorini ? hjá føroyingum sum heild og teimum veiku og fámentu serliga ? eiga vit ikki at smæðast fyri at siga, at peningur, um ráð eru til tað, skal nýtast til samferðsluíløgur árini fram yvir ? bæði til
fremst at geva øllum, ið hava hug, eitt høvi at royna seg á hesum teininum. Eftirsum tað er ætlanin, at hesin sami teinur skal rennast á Eystanstevnu um hálvan juni, skuldi tað borið væl til at bøtt um [...] Eysturoynni, Roysnið, ið skipar fyri kappingini. Tey vóna, at kappingin fær góða undirtøku. Kappingin byrjar kl. 15.00, og tey, ið ætla sær at luttaka, eiga at møta við Runavíkar Sjómansheim í seinasta lagi kl [...] ta tíð. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá summarítróttarfólkum sum róðrarfólki og fótbóltsspælarum at royna formin, áðrenn kappingarnar av álvara fara í gongd. Næsta rennikappingin verður ikki fyrr enn
Nyrup sigur, at tíðin er ov stutt til samráðingar, men tað erundanførsla. Vit hava heilan mánað at samráðast um bankamálið, áðrenn fyrningarfreistin er úti. Tað átti at verið nóg mikið til at fáa bankamálið [...] sigur Eilif Samuelsen. Spurdur um hann ikki júst hevur sagt at samráðast skuldi um alt undir einum, sigur Eilif Samuelsen, at hugsandi varð farið at samráðast um endurgjaldið fyrst, og síðan um uttanlandsskuldina [...] verður, skal Landsstýrið deponera umleið 45 mió. krónur. Kravið umendurgjaldið er 1,5 mia. krónur, og at 1 pst. av upphæddini skal deponerast, tá rættarmál verður reist. Hetta er eingin trupulleiki. Vit
vit fleiri úr andstøðuni í løgtinginum, ið vilja gera vart við, at vit eru til reiðar at veita eina eykajáttan, um tað gerst neyðug, fyri at loysa henda trupulleika á ein nýtiligan hátt. Hetta er jú fyrsti [...] sostatt møguleika at finna eina brúkiliga loysn fyri ta tíðina. Við vón um skjótt svar upp á oman fyri standandi møguleika, so vit fáa greiðu á um neyðugt er at fara til løgtingið fyri at greiða hetta mál« [...] skjóta upp, at kannað verður um ikki hesin trupulleikin kann býtast upp í tveir partar: 1. Tað árliga kravda eftirlitið. 2. Tað meira tíðarkrevjandi viðlíkahaldsarbeiðið. Av royndum vita vit, at tað árliga
Henrik Old heldur fram í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at hetta ger, at væl meiri verður roynt eftir toski, enn um bátarnir fingu høvi at royna allar møguleikar, t.d. eftir upsa við snellu, sum kann [...] viðmerkingunum. Minni í inntøkutrygd Og víðari sigur javnaðartingmaðurin, at teir, sum nú standa fyri landsstýrismeirilutanum, áttu at vitað, at fleiri møguleikarnir eru, minni verður goldið út í inntøkutrygd. [...] árinum, og kann sostatt 1/3 av døgunum verða drigin frá fyri hesa tíðina. Síðani eigur møguleiki at vera fyri at geva undantak fyri hesum frádrátti til bátar, sum leggja størri dent á línuróður um veturin,