Annað skip fyri »Palla hjá Mariannu«

Kristian Martin Rasmussen veit ikki enn at siga, hvat skip talan verður um, men reiðaríið letur ikki rækjuloyvið hjá »Palla hjá Mariannu« frá sær

Tá ætlanin nú er at selja »Palla hjá Mariannu« til suðurafrikanska felagið »Suiderland«, er tað helst onkur sum spyr, hvat so verður av rækljuloyvinum hjá trolaranum í Føroyskum sjógvi.

Og til henda spurning, sigur Kristian Martin Rasmussen, at ætlanin er ikki at sleppa sær av við rækjuloyvið nú tey eru umsetilig, men heldur at fáa sær annað skip fyri »Palla hjá Mariannu«.


Kemur ikki heim

? Vit hava hugsað um báðar møguleikarnar, antin at taka »Palla hjá Mariannu« heim aftur ella at fáa annað skip til rækjuloyvið hjá honum, og vit arbeiða nú við tí seinna møguleikanum, sigur Kristian Martin Rasmussen.

? Hetta er nakað nýtt enn, so vit hava einki annað skip, váttar Kristian Martin Rasmussen, men møguleikarnir verða kannaðir, leggur hann aftrat.


Christian í Grótinum

Og hjá nýggja skipinum »Christian í Grótinum« gongst rættiliga væl. Hann hevur síðan 17. mars selt 8 svartkjaftalastir, 6 í Føroyum og 2 í Skagen, og prísurin hevur ligið úr 75 oyrum upp í 90 oyru, sum hann er í Danmark.

»Chrtistian í Grótinum« skal fiska fyri stívliga 30 mió. kr. árliga fyri at bera seg, og Kristian Martin Rasmussen metir, at útlit eru fyri tí.