Eykajáttan til suðuroyarsiglingina

Suðuroyartingmaðurin Henrik Old hevur sent Edmundi Joensen, løgmanni, soljóðandi skriv:

»Í sambandi við ta óvissu, ið hevur tikið seg upp um suðuroyarsiglingina, nú Smyril skal til árligt eftirlit og annað viðlíkahaldsarbeiði skal gerast, eru vit fleiri úr andstøðuni í løgtinginum, ið vilja gera vart við, at vit eru til reiðar at veita eina eykajáttan, um tað gerst neyðug, fyri at loysa henda trupulleika á ein nýtiligan hátt.

Hetta er jú fyrsti størri trupulleikin, ið stendst av skilaleysu søluni av Teistanum.

Men vit vilja fyrst av øllum skjóta upp, at kannað verður um ikki hesin trupulleikin kann býtast upp í tveir partar:

1. Tað árliga kravda eftirlitið.

2. Tað meira tíðarkrevjandi viðlíkahaldsarbeiðið.


Av royndum vita vit, at tað árliga kravda eftirlitið mangan bert hevur tikið 5 arbeiðsdagar. Smyril hevur siglt úr Suðuroynni mánamorgun á Havnina og síðani á dokkina á Skála. Hann hevur siglt aftur túrin til Suðuroynna fríggjakvøld í somu viku.

Um tað størra viðlíkahaldsarbeiðið verður útsett til heystar, so hevur Strandferðslan betri tíð og sostatt møguleika at finna eina brúkiliga loysn fyri ta tíðina.

Við vón um skjótt svar upp á oman fyri standandi møguleika, so vit fáa greiðu á um neyðugt er at fara til løgtingið fyri at greiða hetta mál«.

Við hávirðing,


Henrik Old