Albert Hall broytt til Fíggjarmálastýrið

Mánadagin byrjaðu tey í fíggjarmálastýrinum at flyta út í Albert Hall, og nú eru tey so smátt komin á pláss, men óvist er, hvussu verður við øllum pappdósunum hjá Anfinni Kallsberg, um tær verða pakkaðar upp

Navnið Albert Hall sum hevur rungað nú í nøkur um alt Føroya land og eisini út um landoddarnar ár í samband við bæði eitt og annað, bæði gott og ringt, er helst farið í søguna. Fíggjarmálastýrið er flutt út í bygningin á Argjum nú, og sum skilst á einum skrivara í stýrinum, er ætlanin, at bygningurin skal fáa navnabroyting til Fíggjarmálastýrið.

Men tað verður ikki bert fíggjarmálastýrið í landsstýrinum sum kemur at húsast í hesum snotiliga bygningi á Argjum, tí Lønardeildin verður har eisini og aðrar deildir undir landinum.

Grannskoðan er flutt, Gjaldstovan flutti í gjár, Toll & Skatt flytur í komandi viku og so er eisini ætlanin at Hagstovan skal halda til í Fíggjarmálastýrinum, men nær hon flytur er óvist.


Rokeringar

Tá vit høvdu skrivara í fíggjarmálastýrinum í telefonini fyrrapartin í gjár, stríddist hon við at tøma tær seinastu pappdósinar, men hon visti ikki, hvussu fór at verða við pappdósunum hjá Anfinni Kallsberg, fíggjarmálaráðharra, nú hann er settur at leiða samráðingarnar um nýggja samgongu.

Ætlanin er so, at hini 5 stýrini helst fara at flyta í teir bygningar sum áður nevndu stovnar hava brúkt, ið fluttir eru út í Fíggjarmálastýrið á Argjum.