Samferðsluíløgur

Týdningurin av røttum samferðsluíløgum eigur ikki at undirmetast.

Oyggjarvegurin gav okkum í síni tíð eitt rímuligt flutningssamband til Havnar, men var ikki grundarlag fyri størri samvinnu.

Kollafjarðartunnilin harafturímóti var ein rættari íløga, ið skapti grundarlag fyri tí samvinnu vit nú síggja eina byrjan til.

Gamla Rætt var ein onnur stór íløga. Hon er í dag grundarlag undir vinnuvirksemi í Sandoynni og hjá sandoyingum, ið starvs í Streymoynni.

Hesar báðar íløgurnar vóru sanniliga ikki »populerar«, kanska serliga í høvuðsstaðarøkinum, har aðrir trupulleikar sjálvandi hava hægri prioritet í gerandisdegnum.

Tíðin hevur víst, at hesar íløgur vóru rættar og eru við til at skapa einar betri og liviligari Føroyar.

Javnaðarflokkurin var við til at fremja hesar íløgur.

Sum liður í javnaðarpoli-tikki, at virka fyri at lívskorini ? hjá føroyingum sum heild og teimum veiku og fámentu serliga ? eiga vit ikki at smæðast fyri at siga, at peningur, um ráð eru til tað, skal nýtast til samferðsluíløgur árini fram yvir ? bæði til oyggjasambinding og til smærri bygdir, t.d. Tjørnuvík, Gásadals, Viðareiði o.s.fr.

Fyri hinar flokkarnar var bygdarmenning eitt popp-hugtak.

Vit í Javnaðarflokkinum arbeiða miðvíst fyri menning av útjaðaraøkjunum. Tástaðni fáa vit einar samanhangandi Føroyar.


Thomas Arabo