Fagnaður á Selatrað

Annan hvítusunnudag varð skipað fyri fagnaðardegi á Selatrað og hópin av fólki vitjaði.

Seinasta mánadag, annan hvítusunnudag, skipaðu KFUM-Skótarnir í Føroyum fyri fagnaðardegi á Skótadeplinum á Selatrað. Vikuskiftið frammanundan høvdu skótarnir LPK-stevnu, sum er landspatrúljukappingin hjá KFUM-skótunum.

Endamálið við fagnaðardegnum var at skipa fyri einum familjudegi á Skótadeplinum, og at fáa til vega pening til Skótadepilin. Virksemið á Skótadeplinum er stórt, serliga týsk ferðafólk gista á deplinum og í ár setir talið á vitjandi met.

Nógv tiltøk vóru á skránni á fagnaðardegnum, fiskibrunnur, skreiðibreyt, matsøla og café, styrkiroynd, skjótibreyt, pílakast, klintring, bólt- og ringkast og mangt annað á stóra økinum, skótarnir ráða yvir.

Tað er langur teinur at koyra til Selatraðar, kemur tú úr miðøkinum ella eysturoynni. Men skótarnir høvdu skipað so fyri, at ferðasamband var úr Hósvík við Amadeus til Selatraðar. Tað tekur uml. 15 min. at sigla. Amadeus sigldi aftur og fram alla tíðina fullfermdur við fólki.

Veðrið var sum føroyskt veður plagar at vera, skiftandi, til tíðir brennandi sól og stilt, so knappliga oysandi regn. Men veðrið fekk fólk ikki at setast kortini. Heilt fitt av fólki vitjaði Skótadepilin og skótarnir og stigtakararnir annars hava ivaleyst fingið dirvi til at royna tiltakið aftur eina aðru ferð.