fiskimonnunum fyri at fara undir aftur samráðingarnar var framvegis, at reiðararnir vildu lata til eftirløn hjá fiskimonnunum. Fyrrapartin segði semingsmaðurin, at støðan var ikki búgvin at leggja semingsuppskot [...] kallaðu partarnar saman aftur, tí teir sóu møguleiki fyri semju, eftir at Fiskimannafelagið hevði boðað frá, at tað var sinnað til, at spurningurin um oljuna skuldi útsetast inntil í summar, tá ið felagið [...] semingsuppskot fram. Nú er uppskot lagt fyri partarnar. Tað hevur ikki eydnast at frætta, hvat stendur í uppskotinum.
Suðuroyar at arbeiða. Ikki er greitt, nær nýggjur stjóri verður settur á Strandfaraskipum Landsins, men tað er kortini greitt, at hesin fer ikki at verða Jákup Danielsen. Han hevur nevniliga ikki søkt [...] er fingin at virka, so vit flyta mánadagin sum ætlað, sigur virkandi stjórin, Jákup Danielsen. Sjálvur flytir hann suður við, eins og eisini onkur annað starvsfólk, sum hevur selt hús fyri at fara til Suðuroyar [...] søkt starvið. Nei, tað segði eg beinanvegin, at eg ikki ætlaði. Og hóast fleiri áhitanir, havi eg valt at hildið fast við hesa avgerð. Eisini tí tað lógu aðrar ætlanir í kortunum, sigur Jákup Danielsen. Hann
ein rættiliga stórur meiriluti føroysku veljarunum, at tað var skeivt av andstøðuni at leggja uppskotið fram. 65 prosent halda, at uppskotið ikki átti at komið í tingið. 23 prosent halda, tað var rætt, meðan [...] misálitisuppskot á Jóannes Eidesgaard, løgmann, í sambandi við, at samgongan vildi leingja tingarbeiðið í tvær vikur við at broyta freistina at útskriva løgtingsval úr seks niður í fýra vikur. Hetta kom tó [...] broytingaruppskoti, so hetta ikki skuldi koma í gildi fyrr enn 1. januar 2009. Úrslitið av hesum gjørdist, at løgmaður útskrivaði val sama kvøld, og tí varð hvørki atkvøtt um misálit ella broytingaruppskot. Sambært
mannfólk, tá sterkar, vælútbúnar kvinnur tora at trína inn á ein í aðramáta so mannsdomineraðan leikvøll uttan at smæðast burtur. Hví skal Kitty May ikki hava loyvi at skifta meining? Dømi eru um onnur, mannfólk [...] uttan at hesi eru úthongd á slíkan niðurgerandi og ærumeiðandi hátt við kynsligum undirtónum. Eg gevi Sosialinum og Óla P. reytt kort fyri hesa tekning. Um rætt skal vera rætt, so eigur tekningin at verða [...] verða dømd deyð at vera og strikað í allar ævir. Vónandi tekur fjølmiðlanevndin av sínum eintingum tekningina til viðgerðar, tí mark er fyri, hvussu langt ein fjølmiðil kann loyva sær at fara við sínum ú
sannførd um, at tað er GSPC, sum hevur ábyrgdina av hesum, segði algeriski innanríkisráðharrin, Noureddine Yazid Zerhouni á einum tíðindafundi stutt eftir, at tvær bumbur vóru brostnar at kalla samstundis [...] Fyrst ljóðaði frá sjúkrahúsunum í býnum, at minst 67 fólk høvdu latið lív, men algerisku myndugleikarnir søgdu seint í gjárkvøldið, at 26 fólk vóru deyð, og at 177 vórðu særd. Ellivu av teimum, sum doyðu [...] lum, Antonio Guterres, segði í gjárkvøldið, at atsóknin var eitt álop á ST. Luttakararnir á veðurlagsráðstevnuni á Bali hildu tøgn eina løtu í gjár fyri at minnast tey, sum doyðu í Algier, og ST-aðalskrivarin
millum sandoyingar at manna starvsnevndina í fótbóltsfelagnum góður. B71 heimasíðan veit eisini at siga, at ikki færri enn tólv konufólk hava játtað seg at vera við í bólki, sum fer at standa fyri tiltøkum [...] Sofus Lognberg og Jens Petersen. Nevndin fer at skipa seg á fundi, sum verður í hesi vikuni, veit B71 heimasíðan at siga. Á aðalfundinum í 2006 gekk striltið at manna starvsnevndina. Tí varð hon minkað niður
hevur sølan av hesum gingið stak væl. Nakað sum eisini vísir, at søgurnar at kalla eru tíðarleysar. Tað er eisini í ásannan av hesum, at Adventistasamkoman, sum stendur fyri útgávuni, hevur latið prentað [...] ikki so nógv, men um stutta tíð verða tey helst millum vanligastu orðini, sum verða at hoyra, tá børnini skulu leggast at sova. Omanfyristandandi eru nevnliga heitini á trimum av í alt 30 smásøgum, sum eru [...] nevnt eru 30 smásøgur at lesa í bókini, og eru flestar av hesum skrivaðar av Arthur Maxwell. Effie Campbell hevur savnað søgurnar saman, umframt staðið fyri umseting. Umframt at ein tekning er gjørd til
pylsur. Stevnugestir, sum verða nívdir at brásvongd, kunnu støkka inn á gólvið at metta seg í stundini, tí maturin verður hildin heitur alla tíðina. Eini tíggju fólk fara at arbeiða í Kiosk Vár um Eystanstevnuna [...] hjá eigaranum á Kiosk Vár, Hans Peturi Ellingsgaard. Kioskin hjá Hans Peturi fer nevniliga at leggja dent á at selja flógvan mat meðan stevna er. Umframt hampuliga stórt úrval av vanligum kioskvørum, hevur [...] runavíkingur? Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk. -Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar
Klaksvík: Arbeiðið at gera skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík er komið væl áleiðis, og roknað verður við, at tað verður liðugt um ein mánað ella so. - Vit ætlaðu at fáa tað liðugt til seinasta heimadystin [...] stendur skýlið klárt at hýsa eini 600 áskoðarum. Upp á tvørs Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði, og síðani hevur gingið væl. Tað kom eitt sindur upp á tvørs, at eitt verkfall í Danmark [...] Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin. Tá skýlið er innilokað, verða almennu toilettini gjørd beinanvegin eisini. Tað er Pól Kristoffur Joensen, sum stendur
Oskar Joensen sigur, at ætlanin er at fara í bergið eftir grásúlu, fyrsta líkindi verða. Tað krevst kyrra, og streymurin skal helst ikki vera ov harður heldur, tí teir plaga at kasta á sjógv og so taka [...] taka upp við báti. Um súluna sigur Oskar Joensen annars, at vísindaligar kanningar vísa, at samlaði súlustovnurin í Norðuratlantshavi er í menning. Vøksturin er eitt til trý prosent árliga, siga kanningarnar [...] Oskar Joensen. Hann sigur, at í einum stað, har tað fyri umleið 40 árum síðan vóru tvey pør, telja teir í dag 50 pør. Og á Oyðirókini, teir kalla, er heilt fitt av ungsúlu komin at sita. So hjá súluni sær