Klaksvík: Arbeiðið at gera skýlið við fótbóltsvøllin í Klaksvík er komið væl áleiðis, og roknað verður við, at tað verður liðugt um ein mánað ella so.
- Vit ætlaðu at fáa tað liðugt til seinasta heimadystin hjá KÍ, men betongtelementini vórðu seinkað úr Danmark orsaka av einum verkfalli, og tí eydnast tað ikki, sigur Steinbjørn Jacobsen, formaður í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráði.
1. manslið hjá KÍ spælir sunnudagin ímóti B71í Klaksvík, og tann dysturin verður, sum allir heimadystirnir seinastu 10 árini, spældur uttan skýlið. Men tá fótbóltskappingin fer í gongd aftur næsta ár, stendur skýlið klárt at hýsa eini 600 áskoðarum.
Upp á tvørs
Arbeiðið at gera nýggja skýlið byrjaði í mai mánaði, og síðani hevur gingið væl. Tað kom eitt sindur upp á tvørs, at eitt verkfall í Danmark forðaði betongelementunum at koma rættstundis til Føroya, men nú eru tey komin.
Tá skýlið er innilokað, verða almennu toilettini gjørd beinanvegin eisini.
Tað er Pól Kristoffur Joensen, sum stendur fyri øllum arbeiðnum við nýggja skýlinum.
Formaðurin í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar býráði roknar við, at um ein mánað er skýlið so gott sum liðugt.










